Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-07, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. januar 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 - 7. januar 2008 33 Politikkurin hjá lands­ stýrinum hevur ongan samanhang við, hvar á almannaøkinum tørvurin er størstur. Heldur er hann merktur av, hvørjir bólkar eru best skipaðir og rópa harðast. Sjálvstýrisflokk­ urin fer heldur at gera ábøtur, har tørvurin er størstur. Sjálvstýrisflokk­ urin leggur serliga dent á barnafamiljur, stakar mammur, røktarpláss til eldri og vardar bústaðir til sinnisveik. Røktarpláss Tørvurin á røktarplássum er framvegis yvir 100. Nógv dømi eru um, at fólk framvegis liggja hjálpar­ leys heima í songini, og bert sleppa upp í løtum, tá heimahjálpin tekur tey upp at sita. Avvarðandi eru ofta í dýrastu neyð og sálarliga niðurbrotin, tí tey ikki klára og orka at taka sær av sínum egnu, tí tey eru røktarsjúklingar við sjúk­ um, sum tey avvarðandi ikki hava fortreytir fyri at taka sær av. Sjálvstýrisflokkurin fer at leggja dent á, at gera nakað, har tørvurin er størstur, nevniliga útvega fleiri røktarpláss og serliga í Suðurstreymoy, har tørvurin er størstur. Barnafamiljurnar Norskar kanningar vísa, at kostnaðurin av einum barni er 4000­4500 um mð. Verður barnafrádrátturin á 700 kr. um mð. frádrigin, so er nettokostnaðurin av einum barni um 3500 kr. Serliga fleirbarnafamiljur fáa tískil sera torført við at fáa endarnar at røkka saman, og sosialir myndugleikar í Føroyum síggja nógvar av hesum familjum sum klientar. Sjálvstýrisflokkurin mælir tí til at hækka barnafrá­ dráttin. Ein hækking uppá umleið 300 kr. um mð., fyri hvørt barnið er bæði ráðilig og realistisk at klára í einum valskeiði. Harvið fær ein fýrabarnafamilja 1200 kr meir at ráða yvir um mánaðin, te. 14­15.000 tús. um árið. Stakar mammur Tað er lýst í fleiri kann­ ingum, at stakar mammur hava so trong fíggjarlig kor, at tað ikki ber til at liva í Føroyum uttan stuðul frá familjuni. Nógvar stak­ ar mammur flyta tí til Dan­ markar. Landstýrið hevur onki gjørt við henda trupul­ leika í farna valskeiði. Sjálvur havi eg kannað, hvussu umstøður og skip­ anir eru í øðrum londum, og haldi serliga, at Noreg er ein fyrimynd í skipanum fyri familjur og stakar mammur. Fyri at tryggja støkum mammum livilig kor, skulu trý mál fáast í rættlag. Í fyrsta lagi er neyðugt, at pápar gjalda ein størri part av kostnaðinum av barninum. Sum nevnt vísa norskar kanningar, at matur, klæði og tak yvir høvdi til eitt barn kostar 4000­4500 kr um mánaðin. Eru fleiri børn, so kosta næstu børnini minni. Í Noreg verður barna­ peningurin roknaður við støði í kostnaðinum, og foreldrini gjalda við jøvnum býti, um inntøka teirra er umleið tann sama. Í Føroyum verður kostnaðurin av einum barni goldin soleiðis: Mamman 2550 kr. Tað almenna 1175 kr. Pápin 475 kr. Tilsamans 4200 kr. Land og kommunur gjalda barnafrádrátt á 700 kr. Landskassin endurrindar harumframt helvtina av pápagjaldinum á 950, te. 475 kr. Pápar gjalda 950 kr, men fáa helvtina endurrindaða frá landskassanum. Roknað av nettokostn­ aðinum hjá foreldrunum 3025 kr, rindar mamman 2550 kr (86 %) meðan pápin bert rindar 475 kr (16 %). Samanborið við onnur lond gjalda føroysku stak­ mammurnar óforsvarliga nógv, meðan páparnir gjalda láturliga lítið. Verandi skipan heldur støkum mammum niðri í fátækradømi, tí býti av útreiðslunum er so skeivt. Mamman rindar um 2500 kr. (84 %) og pápin rindar slakar 500 kr. (16 %). Persónliga haldi eg, at einki er meira náttúrligt enn báðir partar býta útreiðslurnar javnt. Um pápin og mamman býta útreiðslurnar javnt, so gjalda tey 1500 í part fyri hvørt barnið. Barnapening­ urin, sum pápin skal gjalda fer tí uppá 1500. Sostatt hevur staka mamman 1000 kr. meira eftir um mánaðin fyri eitt barn. (Eru fleiri børn er kostnaðarendurgjaldið nakað minni fyri næstu børnini.) Tað skal viðmerkjast, at føroyskir politikarar vita, hvussu torfør støðan er hjá støkum mammum, men hvørja ferð eitt uppskot er um, at pápar skulu gjalda meira, so koyrir útvarpið og ymsir tingmenn hets móti almannaráðharranum. Bólkurin, ið skal gjalda hægri barnapening er ein sterkur bólkur stjórar, polit­ ikarar og útvarpsmenn, blaðmenn, sum ikki tíma at gjalda meira enn 475 kr. Aftaná massivt politiskt trýst eru øll uppskot um hækking av gjaldi pápans afturtikin úr tinginum. Tað lága pápagjaldið og høga mammugjaldið hevur drastiskar avleiðingar. Tað, at mamman rindar 2500 kr. og pápin 500 kr fyri barnið um mánaðin, merkir at eftir 18 ár hevur mamman goldið 640 tús fyri barnið, meðan pápin bert hevur goldið 108 tús. Sostatt leggur lógin um barnapen­ ing milliónabyrðar á mammurnar, við at sleppa pápunum undan at gjalda. Verandi skipan heldur støku mammunum niðri í fátækradømi. Í fyrsta lagi hava tær torførari við at klára eina útbúgving, so leingi tær skulu ansa smáum børnum. Tískil hava tær ofta lítla inntøku til tær stóru útreiðslurnar av at hava eitt ella tvey børn. Harvið fáa tær ong­ antíð ráð at keypa fasta ogn, og koma ongantíð at fáa ágóðan av at fáa rentu­ stuðul og kapitalvinning uppá føstu ognina. Staka mamman verður hildin niðri í eini fátækrafellu. Persónliga haldi eg, at viðferðin, ið stakar mamm­ ur fáa frá føroyskum poli­ tikarum er út um alt mark vanvirðislig. Við sínum politikki dømir landsstýrið allar stakmammufamiljur til eitt lív í fátækradømi og nógv dømi eru um, at hetta hevur stórar skaðavirkn­ ingar tey børnini, sum vaksa upp í beinleiðis fátæksligum umstøðum. Eitt er at tey bert hava eitt foreldur at vegleiða og uppala seg, men lands­ stýrið tvingar tey eisini at liva eitt lív í fátækradømi. Pápagjaldið í Føroyum er tikið úr tómari luft, tað hevur einki við kostnaðin av barninum at gera. Páparnir gjalda so lítið, at tað svarar til tað, ið onnur gjalda fyri eina fjaradoptión av einum barni í Afrika. Tað er tanka­ vekjandi, at landsstýrið ikki metir skyldurnar hjá einum pápa mótvegis barni sínum hægri enn tær, sum ein átekur sær við at gerast fjaradoptantur av einum barni í Afrika. Tað einasta sakliga fyrilitið er at hyggja eftir, hvat ein barn kostar, og býta kostnaðin í helvt mill­ um mammuna og pápan. Hetta gevur mammunum 1000 kr. meir um mánaðin enn tær fáa nú. Tað er bert ein flokkur, sum hevur kannað umstøðurnar hjá støku mammunum og veruliga hevur viljan til at gera umstøðurnar hjá støku mammunum betri, nevni­ liga sjálvstýrisflokkurin. Bíligari bústaðir Í øðrum lagi mugu bíligari bústaðir fáast til vega. Neyðugt er helst at gera hetta í tveimum. Føroyska íbúðarmynstrið, har bert vera bygd sethús og rað­ hús, ið kosta 2­3 milliónir, kosta ov nógv. Lánsgjaldið verður ov høgt fyri bert eina inntøku í einum húsi, sum bert hevur eina inntøku. Tað almenna skal gjøgnum húsalánsgrunnin skipa fyri, at nógvar minni íbúðareindir vera bygdar, helst sum íbúðir. Bert á hendan hátt ber til hjá støkum mammum at fáa egið tak yvir høvdið, við rentum og avdrátti, men eisini við rentstuðli og virðisvøkstri á íbúðini. Kortini vera nakrar eftir, ið hava annaðhvørt lága inntøku ella fleiri børn, og sum mugu stuðlast á annan hátt. Fleiri loysnir hava longu verið frammi polit­ iskt. Sjálvstýrisflokkurin fer at arbeiða fyri loysnum, sum veita støkum mamm­ um við lágari inntøku og/ ella við fleiri børnum rætt til serliga bíligar bústaðir. Hækking av vanliga barnafrádráttinum Sjálvstýrisflokkurin fer í komandi valskeiði at arbeiða fyri at hækka vanliga barnafrádráttin um 300 kr. um mð. fyri barnið. Henda hækking kemur sjálvandi eisini støku mammunum til góðar. Samlaði batin 16.000 pr. barn um árið. Verður hækkingin av barnapeninginum saman­ lagdur við hækkingini av vanliga barnafrádráttinum er samlaði batin hjá støku mammuni 1300 kr. pr. barn. um mð. ella 16.000 pr. barn um árið. Vardar íbúðir til sinnisveik Stórur tørvur hevur leingi verið á vardum íbúðum til sinnisveik. Nøkur fólk eru veik viðhvørt og mugu tí leggjast inn til viðgerðar. Men inn ímillum eru lang tíðarskeið, har tey hava tað gott, og har tey kunnu búð í vardum bústaði. Á vard­ um bústøðum eru starvs­ fólk, sum kunnu fylgja við hvussu tey hava tað, og sum kunnu fáa tey innløgd tá tey hava tað minni gott. Tað er ein skammblettur á okkara vælferðarsam­ felag, at sinnisveik eru noydd at vera verandi á sjúkrahúsi, aftaná tey eru vorðin rímiliga røsk aftur. Sjálvstýrisflokkurin og serliga eg persónliga fara at arbeiða fyri, at øll, sum klára at skapa eina rímiliga tilveru uttan fyri sjúkra­ húsumhvørvi, fáa møgu­ leika fyri at búgva í vardum bústaði. Sum heild hevur sjálv­ stýrisflokkurin eina væl skipaða ætlan fyri hvat eigur at vera gjørt á almannaøkinum. Tí er bert ein flokkur at velja tann 19. januar: Sjálvstýrisflokkurin. Sjálvstýrisflokkurin Kári Petersen Val Løgtingsvalið 19. januar 2008 Ein partur av ættleiðing er, at tann fíggjarliga byrðan, ið kann gerast so tung at lyfta fyri summi, at tey ikki klára at ættleiða. Tey síðstu árini er fíggjarliga byrðan økt munandi, og kann ein ættleiðing hava við sær útreiðslur fyri upp til kr. 200.000,­ Eingin skal halda, at tað er barnið, sum verður ættleitt, ið kostar. Útreiðsl­ urnar stava frá umsiting, læknakanningum, ferðing og so framvegis. Í Føroyum kunnu foreldur fáa kr. 50.000,­ í stuðul til ættleiðing. Væntandi politiskur vilji? 50.000 kr. er ikki nógv í dag, tá foreldur skulu rinda fleiri ferðir so nógv fyri at gjøgnumføra eina ættleiðing. Fyri landskassan er hetta ikki nakar tyngjandi postur, tað mesta lands­ kassin hevur latið var í 2005, tá lat landskassin kr. 550.000,­. Ein sera lítil byrða hjá landskassanum, samanborið við tann ómetaliga stóra týdning ættleiðing hevur fyri foreldur og samfelag. Ættleiðingarfelagið royndi í heyst at fáa lands­ stýrismannin í Almanna og Heilsumálum, Hans Paula Strøm, at leggja fram lógaruppskot um at hækka stuðulin til ættleiðing. Einki bleiv lagt fram av Hans Paula Strøm, og hevur hann ikki givið sína meining til kennar alment. Tey við teimum lágu inntøkunum Verður játtanin ikki hækk­ að, kann tað henda, at tey sum eru veikast fyri fíggjarliga í samfelagnum, og ikki kunnu útvega sær fíggjarligan stuðul, ikki fáa møguleikan at ættleiða. Summi fólk velja ætt­ leiðing framum, fyri onnur er ættleiðing einasti møguleiki at gerast foreldur. Verður hesin møguleikin tikin frá teimum, tí tey ikki eru nóg væl fyri fíggjarliga, er vandi á ferð fyri tí sum Løgmaður ávaraði um í nýggjársrøðuni, at ein nýggj samfelagsstatt verð­ ur sett til síðis, ikki einans fíggjarliga, men sum eisini vegna fíggjarlig kor eru dømd at liva uttan børn. Hetta hevur tað góða vælferðarsamfelagið ikki ráð til. Meira um hetta á www.hedindp.com 12 Fokus á ættleiðing Sjálvstýrisflokkurin Heðin D. Poulsen Val Skeiv mynd var í blaðnum fríggjadagin. Tí prenta vit hesa valgrein umaftur. Sjálvstýrisflokkurin raðfestir almannamál høgt