Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 5 - 8. januar 2008 tíðindi Føroysku koralløkini eru nærum minkað niður í eina helvt síðs­ tu árini, og smærri friðingar gera lítlan mun. Her eru talan um mest fjølbroyttu øki í Føroyum, ið framleiða føði til fisk­ in, sum eru hótt, held­ ur leiðarin á Biofar. UMHVØRVI Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Tað eru fleiri, sum vilja vera við, at einaferð var før­ oyski landgrunnurin ein frumskógur av korallum. Men sum í so mongum øðr­ um viðurskiftum, har menniskjan skal troyta nátt­ úruna, so ávirkar tað eisini náttúruna. So við og við hevur hevur fiskiskapur minkað burtur av koralløkj­ unum, og harvið spískamar­ inum hjá fiskinum. ­ Vit kunnu staðfesta, at fiskiskapur hevur troðkað seg inn á koralløkini, sum eru blivin støðugt minni. Og størsta hóttanin móti korallunum er fiskiskapur við troli, sigur Jan Sørensen, lívfrøðingur og leiðari á Havlívfrøðiligu royndar­ støðini Biofar. Jan Sørensen hevur roynt at kortleggja, hvussu nógv er til av korallum, og hvussu gongdin hevur verið seinnu árini. Metingarnar byggja í stórstan mun á spurnarbløð, sum Fiskirannsóknarstovan hevur sent fiskiskiparum, umframt royndir, ið eru gjørdar á føroyska land­ grunninum. ­ Gongdin er tíðilig. Koralløkini eru minkað nær­ um við eini helvt seinnu árini, staðfestir Jan Søren­ sen. Metingarnar vísa, at með­ an koralløkini áður hava verið eini 19.000 ferkilo­ metrar til støddar, eru økini nú minkað niður í 11.000 ferkilometrar. Ávaring Jan Sørensen hevur í áravís ávarað móti gongdini. Lon­ gu í 2004 skrivaði hann ein kronikk, har hann skýrdi gongdina at vera størstu náttúruoyðing í føroyskari søgu. Síðani tá eru trý øki friðað fyri fiskiskapi. ­ Tað er rætt, at trý øki eru friðað fyri at verja korallirnar. Men eftir mín­ um tykki hava hesar friðing­ ar í roynd og veru lítlan og ongan týdning, tí friðaðu økini liggja mitt inni í koralløkjum. Fiskiskapurin á kantunum í við koralløkini, har nógvur fiskur er, kann jú halda fram ótarnaður, og tískil er framvegis vandi fyri, at koralløkini minka, metir Jan Sørensen. Leiðarin á Biofar ásannar, at sjálvandi vilja trolararnir sleppa so tætt at koralløkj­ unum sum gjørligt, tí tað er har, fiskurin fær sína føði, og har fiskurin trívist. ­ Men samstundis er hetta spískamarið hjá fiskinum. Hvørvur spískamarið, so er eisini vandi fyri, at fiskurin hvørvur, sigur Jan Søren­ sen. Í samband við friðingarnar av koralløkjunum hava flei­ ri ført fram, at hesar friðing­ ar jú ikki eru tær einastu, at onnur øki jú eisini eru frið­ að fyri fiskiskap, og at tað jú eisini bøtir um støðuna. Hesum sjónarmiði er Jan Sørensen ikki samdur í. ­ Eftir mínum tykki raka aðrir, friðaðir kassar og øki ikki koralløkini. Hesar frið­ ingar verja ikki koralløkini, sigur Jan Sørensen. Jan Sørensen metir tað hava alstóran týdning, at meira verður gjørt fyri at verja korallirnar. Elstu korallirnar eru umleið 8000 ára gamlar, og nýggjar korallir vaksa bara hálvan til ein sentimetur um árið. ­ Eru korallirnar fyrst horvnar, so tekur tað sera drúgva tíð at uppbyggja nýggj koralløki. Koralløkini eru mest fjølbroyttu øki í Føroyum, ið vit sjálvandi eiga at verja, heldur lívfrøð­ ingurin. Eitt annað argument fyri at verja koralløkini er spurn­ ingurin um CO2. ­ Tað er staðfest, at korall­ ir binda CO2. Tað merkir, at minka koralløkini, so økist CO2 útlátið hjá Føroy­ um samstundis, sigur Jan Sørensen. Hann ásannar í sama við­ fangi, at korallir eru ikki við í CO2­roknskapinum, sum londini, ið hava bundið seg til Kyoto­protokollina, skulu gera. ­ Men í síðsta enda snýr tað seg væl um, hvørt vit sum samfelag vilja at gera okkara part, vilja vísa okk­ ara góða vilja, sigur Jan Sør­ ensen. Manglandi vilji Leiðarin á Havlívfrøðiligu royndarstøðini heldur, at verandi friðingar av korall­ økjum í roynd og veru gera støðuna verri enn framman­ undan. ­ Sagt eitt sindur fýrkant­ að siga politikararnir sam­ stundis, at teir ikki ynskja at verja aðrar korallir í før­ oyskum øki, sigur Jan Sør­ ensen. Eftir hansara tykki áttu myndugleikarnir at gjørt eina yvirlýsing um, at tað ikki er loyvt at oyða korallir­ nar á føroyska landgrunn­ inum. Og harumframt áttu skip havt skildu at boða frá, um tey komu til at oyða korallir. ­ Harumframt mangla vit eina skipaða kortlegging av øllum koralløkjunum, tí sum nevnt byggja allar met­ ingar higartil í stórstan mun á samrøður við skiparar, sig­ ur Jan Sørensen. Enn ber ikki til at staðfes­ ta avleiðingina av, at korall­ økini minka. Eitt nú um tað gongur út yvir fiskastovnar­ nar. Ongar kanningar eru gjørdar av hesum problema­ tikki. Spískamarið hjá fiskinum hvørvur Korallirnar eru mest fjølbroyttu øki í Føroyum og samstundis spískamarið hjá fiskinum. Seinnu árini eru koralløkini nærum minkað við eini helvt, vísa metingar Koralløkið samanlagt: 19.000 km2 Minking seinnu árini: 8.000 km2 Eftir av koralløki: 11.000 km2 Korallfriðaði øki: 788 km2 Kelda: Jan Sørensen FAKTA Grønu økini vísa, hvar korallir framvegis eru, meðan strikaðu økini vísa, hvar korallir áður hava verið. Tey trý bláu økini eru friðingarnar, ið eru framdar síðstu árini fyri at verja korallirnar. Svørtu prikkarnir vísa, hvar fiskiskapur fer fram Sosialurin og Rás2 seta fokus á náttúru- og umhvørvismál. Í blað- num í morgin umrøða vit onnur viðurskifti á økinum, og miku- kvøldi klokkan 1930 verða náttúru- og umhvørvismál evni á politiskum Trapputingi í Miðlahúsinum. Trapputingið, ið verður skipað í samstarvi við Lívfrøðingafelagið, verð- ur sent beinleiðis á Rás2.