Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 8. januar 2008 5 B l i k a s p f · a k r a n e s g ø t a 9 · t ó r s h a v n · t e l e f o n 3 5 6 6 6 6 · t e l e f a x 3 5 6 6 6 7 · t - p o s t : B l i k a @ B l i k a . f o · w w w . B l i k a . f o Skrivstovusamskipari starvið er tilrættalegging av eitt nú ordramóttøku, back- up hjá sølufólkum, bílegging, útflýggjan og tolling. Ávís starvsøki koma undir tín ábyrgd. tú hevur lætt við at tosa við fólk, ert røkin, fryntlig/ ur, álítandi og ágrýtin. Vit vænta, at tú: • hevur skipaða tilgong til uppgávur og avbjóðingar. • hevur hollan kt-kunnleika. • ert sølu- og tænastusinnað/ur mótvegis kundum og veitarum. • dugir at gera handilsmannagongdir einklar og smidligar. • varðveitir yvirlitið, tá ið harðast leikar á. • ert ein liðspælari • ert stigtakandi, íðin og áhaldin í átøkum og uppgávum. tú fært eitt spennandi starv í stuttligum, avbjóðandi og mennandi søluumhvørvi, saman við dugnaligum og ágrýtnum starvfelagum. starvið verður sett 3. mars 2008 og er eitt fultíðarstarv. løn eftir avtalu Umsókn við Cv, prógvum og viðmælum skal verða okkum í hendi innan 18. januar 2008. allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði Heilsølunæmingur hevur tú hug at læra frá teimum bestu, er hetta rætta starvið fyri teg. tú gerst partur av einari slóðbrótandi heilsølu í støðari menning. tú fært eitt spennandi lærupláss við nógvum avbjóðingum fyri framman, í stuttligum og mennandi søluumhvørvi, saman við dugnaligum og ágrýtnum starvfelagum. tú verður ein av okkara. vit vænta tí, at tú ert ábyrgdarfull/ur, røkin, álítandi, ágrýtin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Vit vænta, at tú: • hevur eina miðnámsútbúgving • hevur nøktandi kt-kunnleika • ert sølu- og tænastusinnað/ur • ert ein liðspælari • ert fryntlig/ur, íðin og áhaldin í uppgávum lærutíðin er 2-3 ár, alt eftir útbúgving og fevnir um skúlaskeið uttanlands. tú fært eisini serliga upplæring frá okkum og okkara veitarum og samstarvsfelagum uttanlands. løn eftir nærri avtalu. Umsókn við Cv, prógvum og viðmælum skal verða okkum í hendi innan 18. januar 2008. allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Sølufólk/ráðgevi til verkætlanir tú skalt í hesum starvi vitja verandi kundar og søkja upp nýggjar. kundar tínir eru arkitektar, verkfrøðingar, skúlar, kommunur, stovnar og onnur, ið hava tørv á innbúgvi og ráðgeving í sambandi við innrætting av skrivstovum, skúlum og stovnum – nýggjum sum gomlum. tú verður okkara andlit úteftir. vit vænta tí, at tú ert fryntlig/ur, røkin, álítandi, ágrýtin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt við stórum verkætlanum. Vit vænta, at tú: • hevur skipaða tilgond til uppgávur og avbjóðingar. • hevur nøktandi kt-kunnleika. • ert sølu- og tænastusinnað/ur • ert ein liðspælari • ert íðin og áhaldin í uppgávum. neyðuga upplæring fært tú frá okkum, men hevur tú læru og royndir innan sølu, kann hetta vera tær til fyrimuns. koyrikort er ein treyt. tú fært eitt spennandi starv, við nógvum avbjóðingum fyri framman, í stuttligum, avbjóðandi og mennandi søluumhvørvi, saman við dugnaligum og ágrýtnum starvsfelagum. starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta fólkinum. starvið er eitt fultíðarstarv. løn eftir avtalu. Umsókn við Cv, prógvum og viðmælum skal verða okkum í hendi innan 11. januar 2008. allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði. Umsóknir skulu sendast til: Blika spf., postrúm 316, 110 tórshavn ella beinir@blika.fo. vilt tú vita meira um størvini, kanst tú ringja til Beinir á tlf. 556666. Akstovan | Hoyvíksvegur 57 | Postsmoga 3206 | FO-110 Tórshavn Tel +298 35 04 00 | Fax +298 35 04 01 | www.akstovan.fo | akstovan@akstovan.fo EFTirliTsmAÐur søkt verður eftir eftirlitsmanni sum avloysara at byrja skjótast gjørligt. starvið er tíðaravmarkað til 1 ár. UPPGÁVAN uppgávan snýr seg um regluligt eftirlit við akførum og umsýn av akførum, sum ikki verða góðkend við fyrsta sýn. starvsøkið fevnir um øll eftirlitsstøð stovnsins, sum verða røkt út frá høvuðsdeildini í Tórshavn. Frammanundan eru 5 fólk í starvi á deildini. FørleikAkrøV Vit hugsa okkum ein persón við bilmekanikaraút- búgving og hollum royndum á økinum. Dentur verður lagdur á góð samstarvsevnir og at við- komandi er fyrikomandi, men kortini kann fremja eftirlitsarbeiðið á ein myndugan hátt. Tað er ein fyrimunur um viðkomandi hevur teldukunnleika og koyrikort til lastbil/buss og stóran viðfestivogn. SetANArtreytir starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og avvarðandi yrkisfelag. starvssetanin hoyrir undir Vinnumálaráðið við tilhoyrandi stovnum, umframt løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð. upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Búgva Apol, deildarleiðara, á tlf. 35 04 28. umsóknir við møguligum prógvum og viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 22. januar 2008. Akstovan er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur sum endamál at fremja akfaratøkniligar kanningar og akfaraeftirlit, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfaraskráseting, skrásetingargjald og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn hevur Akstovan sýnsdeildir um alt landið. Á Akstovuni starvast 21 fólk. R E P R O Z