týsdagur 8. januar 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 5 - 8. januar 2008
- Hølini eru ljós
og nosslig, og ljóð-
viðurskiftini eru
framúr góð. Tað eru
vit øll samd um,
sigur deildarleiðarin
í Runavík, Ingvard
Lamhauge
Skúlabygging
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í gjár var fyrsti skúladagur
hjá umleið 150 framhalds
skúlanæmingum í tí parti
num av nýggja skúlanum í
Runavík, sum nú er lið
ugur.
Tá ið tú sært inn á skúla
økið, er ikki lætt at síggja,
at nøkur skúlagongd er her.
Økið líkist einum byggi
plássi, og tað er tað eisini, tí
samlaða
verkætlanin
er
rættiliga umfatandi. Men tá
ið tú kemur suður í syðra
enda, sært tú skjótt, at hesin
parturin nú stendur liðugur.
Átta skúlastovur eru lidn
ar, trý bólkarúm, eins og
rúmligur og væl útgjørdur
skúlakøkur og stovur til
træog maskinlæru. Enn er
allur útbúnaðurin ikki kom
in upp á pláss, men tað kem
ur hann, sum dagarnir
ganga.
Tann parturin, sum nú
stendur liðugur og er tikin í
nýtslu, er soleiðis tann sunn
asti parturin av skúlabygg
ingini.
Talan er um einar 1500
fermetrar tilsamans av sløk
um 5.000 fermetrum, sum
samlaða byggingin fevnir
um.
Sera væl nøgd
Bæði lærarar og næmingar
eru sera væl nøgd við hend
an fyrsta partin av skúlanum
í Runavík.
Á stuttari vitjan í skúla
num í gjár, vísti Ingvard
Lamhauge, deildarleiðari,
okkum snotuligu hølini,
sum nú standa liðug.
Høgt er til loft, og vítt er
til veggja.
Hølini eru ljós og noss
lig, og ljóðviðurskiftini eru
framúr góð. Tað eru vit øll
samd um, sigur deildarleið
arin.
Inni í skúlastovunum var
stórur áhugi fyri nýggju og
talgildu talvunum, og bæði
lærarar og næmingar vístu
okkum mongu og ymisku
møguleikarnar við hesum
talvum.
Nógvir møguleikar
Við nýggju talvunum er
kritið farið í søguna.
Hvør einstøk talva er
sett í samband við eina
teldu, sum hevur netsam
band. Forritini kunnu velj
ast á telduni sjálvari, við
mús ella við at nerta við val
møguleikarnar á myndini,
sum tú hevur uppi á talv
uni.
Tá ið vit vitjaðu, vóru vit
eitt nú inni á gólvinum í
skúlastovuni, har Ólavur
Magnussen, lærari, undir
vísti nøkrum næmingum í
støddfrøði.
Um tú vilt, kanst tú
goyma alt, tú skrivar upp á
talvuna, antin tað er á teld
uni – ella við “penninum”.
Í øðrum lærugreinum kanst
tú leita eftir tilfari á netinum
og taka hetta fram á talvuni.
Møguleikarnir eru næstan
óavmarkaðir,
siga
bæði
lærarar og næmingar.
Ljós og lyklar
Ljósini í nýggja skúlanum
slókna av sær sjálvum, tá ið
einki rørist í rúminum og
tey tendra aftur, tá ið tú
kemur gangandi eftir gong
ini. Tað eru soleiðis sensorar
sum – eftir rørslum í rúm
inum stýra, nær ljósini
brenna, og nær tey eru
sløkt.
Meðan vit vitjaðu, vísti
Ingvard Lamhauge okkum
eisini lyklarnar til ymisku
rúmini, sum eru forritaðir
til ymisku stovurnar.
Tú nertir bara lykilin
við “lyklarholið”, so fer
hurðin upp, sigur hann.
Í nýggja skúlabygningi
num eru eisini væl skipaði
goymslurúm til skúlabøkur.
Eingin gongur inni í
skóm, og hetta kemur eisini
at gera, at hølini altíð eru
rein og nosslig.
Í eini aðrari grein fara vit
at venda aftur til hesa stór
fingnu skúlabygging í Runa
vík.
Trivnaður og arbeiðsgleði
Jóhanna Andreasen og Bergtóra Høgnadóttir Joensen skipa fyri
tveimum fyrilestrum undi heitinum “trivnaður og arbeiðsgleði
fyri øll” í januar. Fyrri fyrilesturin verður í annaðkvøld kl.19.30 á
Margarinfabrikkini í Tórshavn. Seinni fyrilesturin verður
hósdagin kl.19.30 í Virkishúsinum í Klaksvík . Jóhanna og
Bergtóra starvast báðar sum HRmennarir í Eik, men tær skipa
eisini fyri fyrilestrum og undirvísing sum hava við
starvsfólkaviðurskifti og trivna at gera. Høvi verður at seta
spurningar og kjakast um evni.
Tjenar meir enn Putin
Jóannes Eidesgaard tjenar meiri enn russiski forsetin Vladimir Putin.
Tað vil ein listi, sum kenda amerikanska blaðið Forbes hevur gjørt,
vera við. Dimmalætting, sum hevur Forbes sum keldu, skrivar, at
russiski forsetin Vladimir Putin tjenar 500.000 krónur um árið, men
Jóannes Eidesgaard tjenar 700.000 krónur. Altso 200.000 krónur
meiri enn russiski forsetin. Sambært hesum sama lista, er Lee Hsien
Loong, forsætisráðharri í Singapore, er ovast á listanum við eini
ársløn áljóðandi 11 milliónir krónur. Niðast á listanum og tann
ríkisleiðarin við minst løn er Evo Morales í Bolivia. Hann fær einans
100.000 krónur um árið.
Ólavur Magnussen, lærari, undirvísir í støddfrøði, meðan vit
vitja. Nýggju talvurnar eru ein fongur fyri undirvísingina
Mynd: Vilmund Jacobsen
Syðri partur av nýggja skúlanum í Runavík er nú liðugur. Talan er um einar 1500 fermetrar av sløkum 5.000 fermetrum, sum samlaða byggingin fevnir um
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Vit eru øll sera væl nøgd við nýggja skúlabygningin, sigur Ingvard Lamhauge, deildarleiðari
Nýggjur skúlabygningur í Runavík