týsdagur 8. januar 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 5 - 8. januar 2008
Landssjúkrahúsið er
undir alt lágmark.
Hetta sigur Rúna F.
Holm, sum í tveir
mánaðir hevur havt
sína dagligu gongd á
Landssjúkrahúsinum,
har pápi hennara er
innlagdur. - Har eru
so fá starvsfólk um
sjúklingarnar, at tað
bæði er óvirðiligt
og mannminkandi,
staðfestir hon. Sum
avvarðandi vil hon
hava politikararnar
at vakna í hesum
valstríðsdøgum
Heilsuverk
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Seinastu vikurnar hava fak
feløgini hjá sjúkrarøktar
frøðingum og almanna og
heilsurøktarfrøðingum rópt
varskó um arbeiðsumstøður
nar á Landssjúkrahúsinum,
sum tey siga eru ótolandi.
Tey, sum veruliga líða, tá
starvsfólkini á Landssjúkra
húsunum ikki fáa umstøður
at gera sítt arbeiði nøktandi,
eru ivaleyst sjúklingarnir.
Rúna F. Holm hevur pápa,
sum liggur á E3, og hon er
skelkað um støðuna. Hon
skilir ikki, at nøgdsemis
kanningin
vísti
nøgdar
sjúklingar.
Eg kundi hugsa mær at
vita, hvat tað eru fyri fólk,
sum hava svarað hasum
spurningunum. Men eg skilji
væl, at Landssjúkrahúsið
liggur sum nummar trý, tí
tað er jú aftast, tá vit ikki
hava fleiri enn trý sjúkrahús,
sigur hon. Pápi hennara varð
innlagdur í november, og síð
ani hevur hon havt sína dag
ligu gongd á Landssjúkrahús
inum. Viðhvørt er hon har
fleiri ferðir um dagin, og um
jólini var hon har næstan í
døgndrift.
Stakkals
sjúkrasystrar
Har eru so lítið av fólki at
taka sær av sjúklingunum,
at tað er undir alt lágmark
og átaluvert. Sum avvarandi
mást tú brúka hvønn minutt
tú hevur at vera hjá tí, sum
tú eigur kærast her á jørð, tí
tú sært, hvussu lítla tíð
starvsfólkini hava til sjúk
lingin, sigur Rúna, sum tek
ur synd í sjúkrasystrunum.
Tað eru tvær sjúkrasystrar
til 10 røktarsjúklingar, og tað
kemur enntá fyri, at tað bert
er ein á vakt. Eg taki so
inniliga synd í teimum, tí tær
klára ikki meira enn tað, sum
tær gera. Tær renna, tuska
og stríðast fyri at gera alt
væl, men náa ikki helvtina av
tí, sum tær eru settar til, tí tær
eru so illa mannaðar, tað er
bara so syndarligt at síggja.
Hon hevur eisini eina
kenslu av, at sjúkrasystrarnar
støðast ikki. Nógvar eru
bara fyribils ella hoyra til
onkra aðra deild, og tá hon
spyr, er ringt at fáa svar.
Svarið tú fært við at
spyrja um sjúklingin, er »nei
eg veit ikki, eg eri bara
fyribils, men skal spyrja
onkran annan«. Og biður tú
um hjálp, so er svarið, »eg
komi, tá vit hava tíð ella um
eina løtu«. Og tann løtan er
long, ja hon kann gott varða
ein til hálvannan tíma. Tú
mást bara brynja teg við toli,
tí tað als ikki eru nokk fólk
til allar sjúklingarnar, sigur
Rúna, sum mangan hevur
bíðað eftir at fáa hjálp at fáa
ússaliga pápa sín í song ella
á wc. Sjálvt máltíðirnar eru
ikki til tíðina.
Og so sær mann øll hesu
fólkini, sum bara verða sett í
ein stól og versogóð, sit har
til tú skalt í song. Starvsfólkið
hevur ikki tíð at seta seg
niður at geva teimum at eta,
tosa við tey, vera um tey ella
bara sita har hjá teimum og
hjúkla um tey. Og hetta er
ikki bara gomul senil fólk,
men eisini ung í besta aldri,
sum sum skilja, hvat gongur
fyri seg, men fáa einki gjørt.
Rúna leggur tó dent á, at
hon ikki ynskir at seta niður
á sjúkrasystrarnar, tí tær
eru umskyltar. Tær gera sítt
besta og hava eitt herðaklapp
uppiborið fyri tað.
Bíða mitt í
umvælingum
Pápi Rúnu varð innlagdur í
november við nógvari høvuð
pínu og var sera illa fyri.
Hann varð lagdur í stovu,
har umvælingararbeiðið fór
fram beint niðri undir.
Og so søgdu tey, at hann
skuldi hava frið!
Rúna
Holm
er
sera
ørkymla um umstøðurnar,
har pápin varð rullaður til
røntgenina gjøgnum eitt
dustrok av sementi.
Eg haldi virkuliga ikki,
at man kann bjóða fólki
slíkt, sigur hon avgjørd.
Hinvegin skilur hon væl,
at húsini verða umvæld, tí
stórir partar eru niðurslitnir
við bæði gjóstri og lekum.
Men hon undrast yvir at
sjúklingar skulu liggja mitt
í umvælingunum.
Hví ikki senda okkara
sjúklingar til Klaksvíkar ella
Tvøroyri, har pláss er fyri
teimum. Og har tey hava fólk
til at taka sær av teimum, á
sama hátt sum næstan hvør
barnakona verður send til
Havnar at eiga í dag?
Babba hevði eisini fing
ið tíð at koma í skannaran,
men bíðitíðin at sleppa
framat var tveir mánaðir, og
tá var skaðin longu hendur.
Hann hevði gjørt vart við
seg mánaðir áðrenn og sagt,
at hann hevði so ilt í høvd
inum, men har varð ongin
skanning gjørd.
Ikki fyrr enn pápin hevði
fingið blóðpropp í høvdið og
lá púra avlamin, slapp hann
framat, og nú stendur dóttirin
spyrjandi, um ikki okkurt
kundi verið gjørt, áðrenn tað
varð so ógvusligt og álvars
ligt, sum tað gjørdist.
Tað er ikki til at halda út
at bíða so leingi, og tá tú so
hevur bíðað í tveir mánaðir
ella meira, ja, so um tey
ikki siga, nei nú er skannarin
í ólagi í dag. Tit hoyra
aftur.
Hvussu ber tað, til at før
oyingar finna seg í slíkum,
spyr Rúna og staðfestir, at vit
eru alt ov tolin og góð av
okkum. Vit lata standa til og
sova víðari, sigur hon. Hon
kennir tó eisini fleiri, sum
senda síni avvarðandi niður
til viðgerð, tí tey ikki vilja úts
eta tey fyri teim umstøðum
og viðferð, sum Landssjúkra
húsið hevur at bjóða.
Óvirðiligt og
mannminkandi
Rúna F. Holm skilir væl, at
sjúkrasystrar og heilsurøktar
ar átala støðuna, tí hon er so
út av lagi vánalig. Hon sigur,
at tað hevur verið sera hart at
vera vitni til, at eitt menniskja,
sum hevur klárað seg sjálvan
alt sítt lív, og sum hevur for
syrgt sær sjálvum og familj
uni, nú ikki bara er avlamin
og hjálparleysur, men eisini
fær slíka mannminkandi við
ferð.
Tá sjúkrasystrarnar hava
so nógv at gera, so hendir
tað meira enn so, at ein
sjúklingur, sum vil sleppa á
wc, fær sum aftursvar, at
hon hevur ov nógv at gera,
men tú hevur eisini blæðu,
so tað er einki hastverk.
Hví skulu fólk finna seg í
slíkum, undrar Rúna seg.
Eg, mamma og systkini
fara frá babba við grátandi
hjørtum, tí vit vita ikki, um
nakar hyggur inn til hann ella
tekur sær av honum, áðrenn
onkur í familjuni kemur
aftur. Og tað er meira enn so
komið fyri, at hann liggur í
pissi, og at alt er dýggjvátt
frá ovast til niðast.
Rúna F. Holm eftirlýsir
eisini betri umstøður til
uppafturvenjing, tí sum nú er
eru hvørki fólk ella umstøður
til at koma fyri seg aftur. Hon
hevði ynskt, at tað var ein
deild burturav, sum tók sær
av slíkum. Tí, sum hon sigur,
tað skuldi verið bíligari í
síðsta enda at fingið fólkini
frísk aftur í staðin fyri, at tey
framhaldandi eru bundin at
sjúkrahúsinum.
Nei, eg skilji als ikki, at
vit finna okkum í hesum. Og
eg skilji als ikki, at einki
verður gjørt. Hví fær sjúkra
húsið ikki ta játtan, sum skal
til fyri, at sjúklingar kunnu
kenna seg væl. Tey vera jú
ikki innløgd til stuttleika ella
tí tey sjálvi ynskja tað. Og
tey hava virkuliga meira uppi
borið enn verandi umstøður,
sigur Rúna F. Holm óð.
Nei, Gud veit, at eg
klári ikki at síggja upp á
hetta óskilið, sum gongur
fyri seg á Landssjúkrahúsin
um, at sjúklingar og starvs
fólk á sjúkrahúsinum ikki
vera meira vird av teimum,
sum umsita hetta øki, og
sum stýra her á landi, sigur
Rúna F. Holm, ið hevur valt
at leggja sína stúran alment
fram fyri at fáa politikarar
at vakna í hesum valstríðs
døgum.
Neyðarróp frá avvarðandi
Støðan er
ótolandi
Felagið Føroyskir Sjúkra
røktarfrøðingar sendi fyri
stuttum út eitt tíðindaskriv
út, har tey harðliga mót
mæltu tær arbeiðsumstøð
ur, sum limir felagsins
arbeiða undir á Lands
sjúkrahúsinum.
Vár í Gong, forkvinna í
felagnum, sigur, at tey í
longri tíð hava fingið neyð
arróp frá limum, sum meta
støðuna vera ótolandi, og
hon má tíverri viðganga,
at hon kennir støðuna,
sum Rúna Holm lýsir, aft
ur frá limum í felagnum.
Vánaligu
arbeiðs
umstøðurnar
á
Lands
sjúkrahúsinum er ikki ein
nýggjur trupulleiki. Sam
bært Vár í Gong hava trup
ulleikarnir staðið við í
fleiri ár. Men nú er støðan
so álvarssom, at okkurt
má gerast beinanvegin.
Okkara limir gera tað
dýrasta tær eru mentar, tá
tær eru til arbeiðis og fara
síðani heim við samvitsku
biti, tí tær kortini ikki
náddu tað, tær vildu. Tað
er ein spurningur, hvussu
leingi tær halda til hetta,
sigur Vár í Gong.
Hon sigur seg ikki skilja,
hví leiðslan ikki vil lurta,
men áhaldandi velur at
lýsa ónøgdina sum grenj.
Hetta er okkara fremsta
mál í løtuni. Lønarsamráð
ingar liggja fleiri ár frammi
í tíðini, og tí hava vit tíð
veruliga at fara inn í hetta
málið. Og vit ætla ikki at
gevast, fyrr enn málið er
loyst, sigur forkvinnan í Fel
agnum Føroyskir Sjúkra
røktarfrøðingar.
Klokkan trý í dag hevur
felagið fund við øll álitis
umboð á Landssjúkrahús
inum fyri at umrøða hesa
ótolandi støðu.
Felagið Føroyskir Sjúkra
røktarfrøðingar ætlar sær
støðugt at vísa á trupulleik
arnar, og alt fer at fara fram
opið, tí eingin skal kunna
siga, at tey ikki kenna til
støðuna. Heldur ikki politik
arnir, sigur Vár í Gong.
Eg taki so inniliga synd í sjúkrasystrunum, sigur Rúna F.
Holm, sum í tveir mánaðar hevur verið dagligur gestur í
Landssjúkrahúsinum, har pápin liggur við heilabløðing
Mynd: Álvur Haraldsen
Fiskimenn bjargaðir
Ein donsk bjargingartyrla, var var send til Bornholm eftir
einum sjúklingi í gjár, fekk brádliga eina uppgávu afturat.
Tá tyrlan var á veg av Bornholm við sjúklinginum, fekk
hon at vita, at tveir svenskir fiskimenn vóru komnir í
havsneyð. Tað vildi so til, at tyrlan var bara fimm
minuttir frá svenska bátinum, so hon fór til hjálpar og tók
teir báðar menninar upp. Tá hon hevði sett menninar av
við Trelleborg, helt tyrlan fram til Sælands.
Mærsk skal spara milliardir
Leiðslan í stóru donsku fyritøkuni A.P. MøllerMærsk kunngjørdi
morgun, at millum 2000 og 3000 fólk kunnu vænta at verða søgd úr
starvi. Endamálið við spariætlanini er at venda fíggjarligu gongdini
hjá bingjudeildini Mærsk Line. Deildin hevði næstan fýra milliardir
krónur í halli í fjør ímóti næstan 7,7 milliardum í avlopi fyri bara
tveimum árum síðani.