týsdagur 8. januar 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 5 - 8. januar 2008
Allir flokkar uttan
Javnaðarflokkurin
vilja byggja nýggjan
studentaskúla í
einum skúladepli
í Marknagili.
– Uppskotið er eitt
stórt »fuppnummar«,
og Mentamálaráðið
hevur eina dulda
dagsskrá, sigur
Kristian Magnussen
úr Javnaðarflokkinum
ÚtbÚgving
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Javnaðarflokkurin liggur í
buktini og forðar fyri einum
nýggjum studentaskúla í
Marknagili. Tað er greiða
niðurstøðan, eftir at Sosial
urin hevur spurt allar flokk
ar á tingi um teirra støðu til
framtíðar lagnuna hjá nógv
umstrídda studentaskúlan
um í Hoydølum.
Sambært metingum av
skúlanum hjá m.a. Arbeiðs
eftirlitinum, Deildini fyri
almanna og arbeiðsheilsu,
Brunaumsjón Landsins og
Teknologisk Institut í Dan
mark er skúlin so niður
slitin, at hann verður skírdur
at vera óegnaður og bein
leiðis hættisligur at hýsa
eini 600 fólkum. Næsti
fundurin um akuttu støðuna
í Hoydølum verður tann 14.
januar, tá Mentamálaráðið
og Landsverk skulu finna
fram til, hvat skal gerast.
Við øðrum orðum skortar
ikki við dómadagsprædik
um um umstøðurnar í Dalin
um Fagra. Stóri spurningur
in er, hvat politiska skipan
in fer at gera við studenta
skúlan eftir valið.
Javnaðarflokkurin
er syndabukkur
Í 2003 gjørdi táverandi sam
gonga uppskot um ein skúla
depil í Marknagili, sum
eisini umfataði studenta
skúlan í Hoydølum. Men
síðani ABCsamgongan tók
við, hevur mentamálaráð
harrin ikki megnað at fáa
semju í lag um nógv
umstrídda studentaskúlan.
Síðani eg tók við sum
mentamálaráðharri, hava eg
og
Fólkaflokkurin
havt
ynski um at byggja nýggjan
studentaskúla í Marknagili,
men eg havi ikki fingið
fulla undirtøku frá sam
gonguni, og tí er uppskotið
fyribils
strandað,
sigur
Jógvan á Lakjuni.
Men hvør í samgonguni
forðar fyri eini semju?
Tað vita øll, sum hava
innlit í málið. John Johanne
sen og Kristian Magnussen
hava verið umboð Javnaðar
floksins í fylgibólkinum,
sum hevur viðgjørt spurn
ingin, og teir hava ikki tikið
undir við at flyta studenta
skúlan í Hoydølum út í
Marknagil. Tí havi eg ikki
fingið grønt ljós frá sam
gonguni, sigur mentamála
ráðharrin.
Kaj Leo Johannesen, for
maður Sambandsfloksins,
peikar eisini á lista C.
Tað er Javnaðarflokkur
in, sum síðani 2004 hevur
ligið í buktini, hóast stórur
meiriluti í tinginum ynskir
at byggja nýggjan studenta
skúla í Marknagili, sigur
Kaj Leo Johannesen.
Høgni Hoydal, formaður
í Tjóðveldi, harmast somu
leiðis, at tað ikki skal bera
til at fáa eitt mál ígjøgnum,
sum út ímóti 30 tinglimum
eru samdir um.
Vit gjørdu uppskot um
nýggjan studentaskúla í
Marknagili afturi í 2003,
men so varð val útskrivað,
og síðani er einki hent,
hóast vit valla fáa ein breið
ari meiriluta, sigur Høgni
Hoydal.
Og til seinast vátta bæði
Miðflokkurin og Sjálvstýr
isflokkurin, at teir eisini
ynskja studentaskúlan at
gerast part av deplinum í
Marknagili, sum í dag
umfatar Tekniska Skúla og
Handilsskúlan.
Flokkarnir meta, at hóast
skúlarnir skulu varðveitast
sum sjálvstøðugar eindir,
gevur ein depil møguleikar
fyri tvørfakligum samstarvi
og harvið størri útboði og
tænastum til næmingarnir.
Við øðrum orðum eru
allir flokkar – uttan Javn
aðarflokkurin – samdir um,
at skúladepilin í Marknagili
eisini skal umfata studenta
skúlan, sum í dag liggur í
Hoydølum.
Marknagil er eitt
»fuppnummar«
Men ein maður er ímóti.
Og hann eitur Kristian
Magnussen, formaður í ting
bólki Javnaðarfloksins og
limur í løgtingsins mentan
arnevnd, sum eisini hevur
sitið í fylgibólkinum, sum
hevur viðgjørt málið um
studentaskúlan. Og fram
um
aðrar
tinglimir
í
Javnaðarflokkinum er tað
Kristian Magnussen, sum
av hinum flokkunum ítøki
liga verður nevndur sum
tann, sum hevur ligið í bukt
ini í ABCsamgonguni.
Marknagilsverkætlanin
er eitt »fuppnummar«. Fyri
tað fyrsta hevði uppskotið
hjá undanfarnu samgongu
als ikki sett nóg mikið av
peningi av, og fyri tað næsta
hevur Mentamálaráðið eina
dulda dagsskrá, sum fer at
oyðileggja studentsútbúgv
ingina. Øll eru vit samd
um, at vit skulu hava ein
nýggjan studentaskúla, men
eg beri ótta fyri, at students
útbúgvingin, sum í dag
riggar sera væl, missir sín
»unika« karakter, um hon
gerst
partur
av
einum
skúladepli, sigur Kristian
Magnussen.
Men hvør er so »dulda
dagsskráin í Mentamála
ráðnum«, tá bæði mið
námsálitið, sum varð lagt
fram í heyst, og uppskotið
frá 2003 leggja upp til, at
talan framvegis skal vera
um tríggjar sjálvstøðugar
skúlar, hóast teir liggja á
sama staði?
Nei nei, sanna dags
skráin
er
at
kollvelta
núverandi skipan. Handils
skúlin og Tekniski Skúlin
eru orienteraðir móti vinn
uni, og tað er studentaskúlin
ikki. Lærarar í Hoydølum
bera ótta fyri, at fakliga
støðið lækkar, og at »unika«
umhvørvið í Hoydølum fer
fyri skeytið. Eg havi fram
vegis ikki hoyrt nakra skila
góða pedagogiska grund
geving
fyri
at
flyta
studentaskúlan úr Hoydøl
um, sigur Kristian Magnuss
en at enda.
Javnaðarflokkurin forðar
studentaskúla í Marknagili
11
Studentaskúlanæmingar í Hoydølum frammanfyri skúlabygninginum, sum sambært professionellum metingum er beinleiðis
hættisligur at hýsa umleið 600 fólkum. Allir flokkar á tingi uttan Javnaðarflokkurin eru samdir um at byggja nýggjan
studentaskúla sum part av skúladeplinum í Marknagili, meðan Javnaðarflokkurin metir, at loysnin liggur í Hoydølum. -
Uppskotið um marknagilsdepilin er eitt stórt »fuppnummar«, sigur Kristian Magnussen úr Javnaðarflokkinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Lítið til íløgur í Vági
Raksturin fer við nógv tí størsta partinum av útreiðslunum
hjá Vágs kommunu í ár. Sambært fíggjarætlanini fer tað
at kosta knappar 33 mió. krónur at reka kommununa í ár,
og tað er næstan øll skattainntøkan, sum er mett til 36
mió. krónur. Fíggjarætlanin javnvigar við góðum 43 mió.
krónum, og til íløgur hevur býráðið játtað knappar
tríggjar mió. krónur. Skattaprosentið í Vági er 23,25 og
barnafrádrátturin 4.000 krónur eins og í fjør.
Ger íløgur í Danmark
Herfyri boðaði grønlendska Royal Greenland frá, at
fyritøkan hevði gjørt av at flyta sína flakaframleiðslu úr
Glyngøre í Danmark til eitt nýtt virki, sum felagið hevur
bygt í Póllandi, tí tað lønar seg betur fíggjarliga. Nú sigur
felagið, at tað samstundis fer at gera stórar íløgur í
virksemið, sum framvegis er í Glyngøre. Kortini væntar
Royal Greenland, at umleið 100 fólk, sum nú arbeiða hjá
felagnum í Glyngøre, fara at missa arbeiðið.