Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 5 - 8. januar 2008 Gjaldið, sum pensjónistar fáa úr Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum, kundi verið minst 1000 krónur hægri um mánaðin. Men ístaðin fyri at betala pengarnar út í pensjón, verða teir lagdir til viks til verri tíðir, men tá verður yvirhøvur ikki so nógv brúk fyri hesum slagi av pensjón, sigur Hendrik Old, formaður í Vinnunevndini hjá Løgtinginum Pensjónir Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Hetta er fullkomiliga hol í høvdið. Hendrik Old, sum bara hevur eina góða viku eftir sum løgtingsmaður, heldur at Samhaldsfasti Eftirlønar- grunnurin er farin heilt yvir gevind. - Sum støðan er nú, betalir grunnurin ikki meiri enn gott helvtina av pengun- um, hann fær um árið, útaftur til pensjónistar. - Restin verður goymt til framtíðina. Men um nøkur ár hava næstan øll sínar egnu pensjónsskipan og tá verður yvirhøvur ikki brúk fyri Samhaldsfasta í sama mun, sum nú, sigur løg- tingsmaðurin, sum eisini er formaður í vinnunevndini hjá Løgtinginum. Hendrik Old sigur, at tá ið Samhaldsfasti Eftirlønar- grunnurin varð settur á politisku dagsskránna síðst í áttatiárunum, var politisk semja um, at grunnurin skuldi miðja eftir at betala 95% av inngjaldinum út- aftur í pensjón. Men so kom løgtingsval og ætlanin um grunnin datt burtur og tá ið tann nýggja lógin, sum nú er í gildið, varð samtykt, stóð onki um hetta. Pensjónistar fáa alt ov lítið Hendrik Old sigur, at hann hevur leingi havt varhugan av, at tað, sum verður goldið úr Samhaldsfasta til pen- sjónistar, er ógvuliga lítið afturímóti tí, sum verður goldið inn, tí bæði løntakar- ar og arbeiðsgevarar betala inn í grunnin. - Eg havi fingið upplýst, at av tí, sum verður goldið inn í grunnin, verður ein alsamt minni partur goldin út aftur í pensjón. - Og í ár havi eg fingið at vita, at bara 62% av tí, sum verður goldið í grunnin, verður betalt út aftur í pensjón. Í hesum sambandi hevur hann fingið at vita, at í ár verða 225 milliónir betaltar inn í samhaldsfasta, men bara 115 milliónir verða útgoldnar aftur í pensjón. Sostatt goymir grunnurin yvir 100 milliónir, bara í ár. Hendrik Old sigur, at or- søkin til tað er, at Sam- haldsfasti vil styrkja seg og savna pengar saman, so at hann framvegis er mentur at betala pensjón um nøkur ár, tá ið talið av pensjónist- um er nógv størri, enn tað er nú. Lítlan týdning um 30 ár Hann heldur, at tað er heilt burturvið, at Samhaldsfasti skal leggja so nógv til viks, fyri at brynja seg til ein trupulleika, sum vit fáa um 30 ár. Hann heldur, at um 30 ár verður ikki brúk fyri Sam- haldsfasta í sama mun, sum nú. - Allir partar í samfel- agnum eru púra samdir um, at allir løntakarabólkar skulu gera sínar egnu eftir- lønarskipan, har hvør løn- takari skal betala eini 15% av lønini í ein eftirlønar- grunn. -Tað er longu nú soleiðis, at nógvir bólkar hava rætti- liga góðar pensjónsskipanir og um 30 ár eru helst allir bólkar komnir upp á eitt rímiligt støði í eftirløn. - Tá verða tað bara heima- gangandi húsmøður og fólk, sum ikki hava verið á arbeiðsmarknaðinum av ymsum orsøkum, sum ikki hava eina góða pensjóns- skipan. - Tá verður yvirhøvur ikki brúk fyri Samhaldsfasta í sama mun, sum tað er nú. - Sostatt er tað nú, at pensjónistar hava brúk fyri útgjaldið úr Samhaldsfasta ímeðan nógv enn ikki hava so góðar pensjónsskipan, sigur Hendrik Old. Av tí sama heldur hann, at tað er púra burturvið, at útgjaldið úr Samhaldsfasta ikki er væl hægri enn tað er, tí tað er ongin orsøk til at leggja so nógv til viks, leggur hann afturat. - Tað er ongin orsøk til, at fólk nú skulu betala í grunn- in til at betala til pensjónist- ar um 30 ár, sum uttan iva tá hava eina góða pensjóns- skipan frammanundan. - Tað er óskiljandi, at fólk, sum onga pensjón hava nú, skulu betala til fólk, sum hava eina góða pensjón um 30 ár, leggur hann afturat. Hann heldur, at gongdin nú er tekin um, at onkur hevur misskilt ætlanina og endamálið við Samhalds- fasta, tí hann heldur ikki, at tað er nøkur orsøk hjá Sam- haldsfasta at leggja upp fyri einum ovurstórum tali av pensjónistum, har teir allar- flestu hava eina fína pen- sjónsskipan frammanund- an. Hann heldur, at nú nógv verður tosað um pensjónir og nú, vit eru í valstríðið, heldur hann avgjørt, at hetta er ein spurningur, sum tað er vert at leggja upp til kjak um – og tað verður við hes- um gjørt. Soleiðis sum Sam­ haldsfasti Eftirlønar­ grunnurin virkar í løtuni, má grunnurin leggja pengar til síðis, tí um gott 20 ár verður útgjaldið størri enn inngjaldið, sigur Sigurð Poulsen, formaður í stýrinum fyri Samhaldsfasta Pensjónir Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Vit noyðast at byrgja upp fyri einum veksandi tali av pensjónistum. Sigurð Poulsen, formaður í stýrinum fyri Samhalds- fasta Eftirlønargrunnin, staðfestir, at hetta er orsøkin til, at Samhaldsfasti leggur so nógvan pening til viks, sum Hendrik Old fýlist á í greinini omanfyri. Sigurð Poulsen sigur, at leggur grunnurin ikki nógv til síðis, verður grunnurin noyddir at lækka útgjaldið aftur, sum frálíður og so hvørt sum talið á pensjónistum veksur. - Spara vit ikki saman, hava vit ikki nóg mikið av pengum til at gjalda útaftur, leggur hann afturat. Formaðurin í stýrinum sigur, at í 2003 átti grunn- urin 308 milliónir, beint nú eigur grunnurin 528 milli- ónir. Í 2015 hevur grunnur- in lagt 1,4 milliard til viks og í 2030 fer Samhaldsfasti at eiga 3,2 milliardir. - Halda metingarnar, verður hetta fíggjarliga gongdin hjá Samhaldsfasta. Endamálið við Samhalds- fasta er, at allir pensjónistar skulu fáa sama útgjald, sama, hvussu høga ella lága inntøku, teir hava havt ígjøgnum lívið. Og skal endamálið broyt- ast, er tað ein politiskur spurningur. Tað, sum Hendrik Old fýlist á, er, at um nøkur ár hava allir lønarbólkar sínar egnu eftirlønir og tí verður ikki brúk fyri Samhalds- fasta í sama mun, sum tað er nú. - Tað vit so onki um enn. Men sum politiska fráboð- anin hevur verið, skal Sam- haldsfasti verða ein fastur táttur í eini framtíðar pensjónsskipan, sigur Sig- urð Poulsen. Hann sigur, at í løtuni betalir samhaldsfasti um- leið 2/3 av inngjaldinum útaftur í eftirlønum, men hetta talið fer at hækkar so hvørt sum talið á pensjón- istum hækkar. Og halda metingarnar, verður tað í 2030, at út- gjaldið fer uppum inngjald- ið og tá má grunnurin sostatt brúka av tí, hann hevur lagt til viks. Í ár fer hvør pensjónistur at fáa 21.600 krónur tilsam- ans úr Samhaldsfasta ella 1.800 krónur um mánaðin. Hinvegin vísa metingarnar, at í 2030 fer hvør pensjón- istur at fáa 54.000 krónur úr Samhaldsfasta tilsamans, ella 4.500 krónur um mán- aðin. Men útgjaldið í 2030 fer at hava áleið sama virðið, sum tað hevur í dag. Tað merkir, at útgjaldið hækkar við prísvøkstrinum og eitt lítið sindur afturat. Sostatt verður ikki talan um nakra veruliga hækking, soleiðis sum støðan er nú. Púra hol í høvdið hjá pensjónistum Noyðast at byrgja upp fyri eldrabylgjuni Samhaldsfasti Eftirlønargrunnurin skovlar pengar inn undir seg, men verri enn so alt verður betalt útaftur í eftirløn og tað fýlist løgtingsmaður á. Hann sigur, at útgjaldið kundi verið minst 1000 krónur hægri um mánaðin Klandrast um MBF Útvarpið sigur, at tvey feløg eru farin at klandrast um styttingina MBF. M, sum annað felagið hevur brúkt í 44 ár og hitt í 26 ár. Yngra felagið, Meginfelag teirra brekaðu hevur skrásett styttingina og brúkt hana í 26, meðan Miðvágs Badmintonfelag hevur brúkt styttingina í 44 ár. Stríðið um styttigina hevur sín uppruna í søluni av álmanakkanum hjá badmintonfelagnum. Sambært útvarpinum hjá Kringvarpinum heldur Meginfelagið badmintonfelagið snýta fólk, sum keypa álmannakkan, tí fólk halda seg stuðla teimum brekaðu og ikki badminton. Leita eftir lodnu Síðani eitt íslendskt nótaskip fekk nøkur hundrað tons av lodnu fyri nøkrum døgum síðani, hava fleiri skip leitað eftir lodnu út av Langanesi, og í gjár fór rannsóknarskipið Árni Fríðriksson eisini út at leita. Íslendsku bløðini skriva, at skipini hava sæð nakað av lodnu, men at hon er smá og stendur spjødd. Lodnan gongur nú skjótt suður við Eystfirðum. Nøkur íslendsk skip fiska framvegis sild inni á Grundarfirði, men frara skjótt á lodnu.