Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 5 - 8. januar 2008 Skjøtil er settur á 2. byggistig av Eiði 2 ætlan­in­i. Tá øll ætlan­­ in­ er liðugt fer hetta at merkja ein­a olju­ sparin­g fyri SEV upp á 3.600 ton­s árliga VATNORKA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo SEV arbeiðir støðugt við at útbyggja vatnorkuna á Eiði. Nú er felagið farið í holt við 2. byggistig av Eiði 2 ætlanini, sum umfatar ein sonevnd­an samlitunnil, sum skal flyta vatn úr d­alinum omanfyri Norðskála norður í Eiðisvatn. Talan er í fyrsta umfari um ein góðan tveir kilomet­ ra langan tunnil frá Norð­ skála norður í íbind­ingina við Svínáir. ­ Hetta er tað, vit hava fingið loyvi til frá Yvirfrið­ ingarnevnd­ini. Restin av Eiði 2 ætlanini er til við­ gerðar hjá friðingarmynd­ug­ leikunum í løtuni, sigur Hákun Djurhuus, nýggi stjórin í SEV. Restin av Eiði 2 ætlanini røkkur um ein samlitunnil suður móti Selatrað, sum verður 11 kilometrar lang­ ur. Friðingarmynd­ugleikar­ nir eru í løtuni í holt við at gera árinskanningar og støðulýsingar av økinum, og leiðslan í SEV roknar við, at eitt úrslit fyriliggur einaferð seinni í vár. Hákun Djurhuus boðaði frá beinanvegin sum tað varð greitt, at hann gjørd­ist nýggi stjórin í elfelagnum, at hann fór at leggja stóran d­ent á umhvørvið. Og í so máta er Eiði 2 ætlanin eitt risastig á røttu leiðini. ­ Hetta byggistigið fer at økja um vatnorkuframleiðsl­ una við fýra milliónum kilo­ watt tímum um árið, og tá øll Eiði 2 ætlanin er liðug, verður orkan økt við tilsam­ ans 17 milliónum kilowatt tímum, sigur Hákun Djur­ huus. Spara CO2 útlát Økta framleiðslan í vatnor­ ku merkir samstund­is, at SEV sparir 3.600 tons av olju, og tað merkir við ver­ and­i oljuprísum eina spar­ ing upp á áleið 10 milliónir krónur um árið. Men eisini á umhvørvis­ liga økinum merkir hetta nakað fyri Føroyar, tí minni forbrenning av olju merkir eisini minni CO2 útlát. Tá samlaða oljunýtslan fyri Føroyar er áleið 230.000 tons um árið, merkir 3.600 tons eina sparing upp á 1,6%, og harvið verður CO2 útlátið eisini minkað við somu 1,6%. Hetta verður so sparingin, tá øll Eiði 2 ætlanin er førd­ út í lívið. Og sum nevnt er størri parturin eftir, tá hetta byggistigið er framt. Hesin tunnilin verður gjørd­ur eftir vanligum leisti við at spreingja og grava. Seinni, tá eftirverand­i 11 kilometrarnir verða boraðir, verður hetta gjørt við serli­ ga borivogninum hjá SEV, sum nýttur var til fyrsta byggistig av Eiði 2 ætlan­ ini. Upprunaliga kostnaðar­ metingin segði, at samlaði kostnaðurin fór at liggja um 150 millónir, men tað var fyri fimm árum síðani. Nú verður mett, at prísurin fer at liggja nærri teimum 200 milliónunum. Arbeiðið, sum J & K Pet­ ersen gera saman við MT Højgaard­, fer væntand­i at liggja um 60 milliónir krón­ ur við øllum. Eiði 2 minkar um CO2 John Danielsen, fíggjarleiðari, og Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, tosa um Eiði 2 ætlanina Mynd: Jens Kristian Vang Í fyrstu atløgu umfatar Eiði 2 strekkið frá Norðskála norður til Svínáir