týsdagur 8. januar 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 5 - 8. januar 2008
Jørgen Niclasen
lovaði ein harðan
pakka við bleytum
innihaldi, tá hann
legði valskrá Fólka
floksins fram á tíð
indafundi týsmorg
unin. Mál floksins
er m.a. at yvirtaka
øll málsøki áðrenn
2015, at seta á stovn
føroyskt uttanríkisráð
og at lækka vinnu
skattin niður í 10
prosent
Valskrá
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
myndir: Jens Kristian Vang
Fólkaflokkinum dámar væl
at sita í Tinganesi, og hann
hevur nú sitið í samgongu
seinastu 12 árini uttan
steðg. Flokkurin hevur lut
tikið í fýra ymsum sam
gongum saman við borgar
ligum og vinstravendum,
fullveldis og sambands
fólki, religiøsum og sekuler
um. Lykilin til komandi
samgongu skal eftir øllum
sólarmerkjum
at
døma
finnast í Fólkaflokkinum.
Elddópur formansins
Nýggi formaðurin fær nú
sín elddóp, tá hann skal
leiða flokkin í einum løg
tingsvali og undir komandi
samgongusamráðingum.
Anfinn Kallsberg var ikki
at síggja, tá Jørgin legði
fram skránna hjá teimum
grønu.
Eitt av trimum hjarta
málum floksins er sjálv
bjargni, og konkreta ætlanin
er at hava yvirtikið øll máls
økir í seinasta lagi 2015. 21
málsøkir eru eftir at yvir
taka, og tey skulu yvirtakast
sambært yvirtøkulógini. Tá
hesi málsøki eru yvirtikin
skal Føroya fólk til eina
fólkaatkvøðu
um
ríkis
rættarligu støðuna.
Jørgen Niclasen sigur víð
ari, at flokkurin fer at
arbeiða fyri einari breiðari
búskaparligari semju, sum
skal slóða fyri, at Føroyar
gerast
fíggjarliga
sjálv
bjargnar í 2015. Hetta bend
ir á, at Fólkaflokkurin aftur
fer at leggja størri dent á
kósina, sum skal gera Før
oyar minni heftar at pengum
úr danska ríkiskassanum.
Spurningurin er, hvat sam
gongupartnarin á lista B fer
at siga til hesa kósina, men
Jørgen Niclasen vísti í hesum
sambandi á, at løgmaður
hevur róð framundir, at Før
oyar skulu blíva fíggjarliga
sjálvbjargnar í longdini, og
Magni
Laksáfoss
hevur
enntá sagt, at blokkurin kann
undir
ávísum
umstøðum
hava eina negativa ávirkan á
føroyska búskapin.
Eitt annað mál hjá flokk
inum á hesum økinum er at
seta á stovn eitt uttanríkisráð
við landsstýrismanni.
Skattapolitikkur
Eingin ivi er um, at Fólka
flokkurin er fegin um teir
skattalættar, sum verandi
samgonga
hevur
framt.
Sambært teimum garvaðu
fólkafloksmonnunum
er
hetta grundarlagið undir tí
búskaparvøkstri, sum vit
hava havt í Føroyum sein
astu árini.
At føra ein borgarligan
skattapolitikk er eisini eitt av
teimum primeru málunum,
sum Fólkaflokkurin fer at
royna at fremja í komandi
valskeiði, og vinnuskatturin
skal lækkast niður í 10
prosent.
Partafelagsskattin
hevur
Fólkaflokkurin lagt stóran
dent á at lækka seinastu
mongu árini saman við
ymsum samstarsvfeløgum í
tinginum. Hetta er eftir øllum
at døma eitt mál, sum
flokkurin fer at leggja stóran
dent á í komandi sam
gongusamráðingum.
Vit fara framhaldandi at
arbeiða fyri, at skattatrýstið
støðugt linkar, soleiðis at
tann einstaki fær meira rása
rúm at stýra egnum viður
skiftum,
segði
Jørgen
Niclasen.
Uppskriftin hjá Fólka
flokkinum at tryggja fram
haldandi
búskaparvøkstur
er skattalættar og at tryggja
føroyska vinnulívinum at
gongd til útlendska arbeiðs
megi.
Vit vilja fegin geva
arbeiðsmegi úr ESlondum
loyvi at koma til Føroya at
arbeiða, men tað er um
ráðandi,
at
útlendingar
koma til Føroya at taka
arbeiðspláss, sum framman
undan ikki kunnu mannast í
Føroyum. Tá vit so aftur
uppliva niðurgongd, kann
hendan arbeiðsmegin finna
annað arbeiði í ESlondum,
segði Jørgen Niclasen.
Á tí kommunala økinum
fer Fólkaflokkurin at virka
fyri leggja eldraøkið og fólka
skúlan út til kommunurnar
at umsita, og at størri komm
unalar eindir skulu tryggja,
at borgarin framvegis fær
eins góða tænastu. Flokkurin
vil tó ikki leggja kommunur
saman við lóg, men at leggja
hesi øki út skal tvinga komm
unur at leggja saman ella at
samstarva.
Eingin útgreinað
fíggjarætlan
Hóast Fólkaflokkurin legði
fram eina langa valskrá við
nógum vallyftum, sum ikki
verða endurgivin her í full
ari longd, so hevði flokk
urin onga fíggjarætlan, sum
útgreinar, hvussu vallyftini
skulu fíggjast. Hetta hava
hinir flokkarnir heldur ikki
gjørt í serliga stóran mun
og ger tað ómøguligt at
gjøgnumskoða
kostnaðin
av vallyftunum hjá teimum
ymsu flokkunum.
Jørgen Niclasen greiddi
frá, at búskaparvøksturin
fer at gera av, hvussu nógv
vallyftir kunnu gjøgnumfør
ast, men einki verður bein
leiðis upplýst, hvørji val
lyftir skulu prioriterast í
komandi valskeiði.
Nøkur av teimum kostn
aðarmiklu vallyftunum eru
á heilsu og skúlaøkinum
við t.d. fríum sjúkahúsvali
hjá tí einstaka sjúklinginum
og lestrarstuðul til allar
miðnámsnæmingar.
Onga ynskisaman
seting
Jørgen varð eisini spurdur,
hvørjar flokkar hann helst
vil samstarva við, men hann
vildi ikki seta navn á sína
ynskisamanseting.
Fólkaflokkurin hevur víst
seg at vera ein sera fleksibul
flokkur, sum kann sam
starva við allar flokkar, og
tí er torført at koma uttanum
Fólkaflokkin, tá vit tosa um
potentiellar samgongur eftir
valið.
Lykilin til eina komandi
samgongu liggur í Fólka
flokkinum, lat í Poul Michel
sen, sum stóð aftarlaga í
hølinum uppi á Parnassinum
á Hafnia, tá prátið fall inn á
samgongumøguleikar eftir
valið, og okkurt bendir á, at
hann hevur rætt.
Jørgen Niclasen fær nú sín elddóp. Hann skal á fyrsta sinni standa á odda fyri Fólkaflokkinum til eitt løgtingsval
Nakrir garvaðir fólkafloksmenn lýða á unga formannin í
flokkinum. Onkur av teimum verður óivað at síggja í tinginum
eftir valið
Bøtt ferðslutrygd við skúla
Ferðslutrygdin við Hoyvíkar skúla er bøtt munandi, nú nýggja
parkeringsplássið við skúlan og Hoyvíkshøllina er tikið í brúk. Tað
skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari. Nú er ikki neyðugt
at seta fólk av í nógvu ferðsluni á Vegnum Langa, tí til ber at koyra
heilt inn til skúlan at seta av og taka fólk upp í bilarnar. Fólk, sum
koyra børn í Hoyvíkar skúla, eiga nú at koyra av Vegnum Langa
niðan móti Hoyvíkshøllini og runt aftur oman við skúlanum, tá tey
seta børnini av ella koma aftur eftir teimum eftir lokna skúlatíð. Tað
er munin tryggari, enn higartil hevur verið, tá øll er farin av ella í
bilarnar úti á Vegnum Langa.
Býttlingar ganga við knívi
Tað segði Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri í Danmark, á
tíðindafundi sínum í morgun. Leygarmorgunin varð ein 19 ára
gamal maður stungin í hel á Strøgnum í Keypmannahavn, og tað
hevur fingið fólk at rópa varskó. Millum annað hava fólk í
túsundavís skriva undir mótmæli fyri at bannað knívum í almenna
rúminum. Í Danmark er í dag forboð ímóti at ganga við knívi
longri enn sjey sentimetrar.
11
Alt yvirtakast áðrenn 2015