Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 8. januar 2008 15 F ólkaræðið byggir á skatta­ pening. Uttan inntøku frá ymisku skattum er eingin kassi, ið fólkið í felag kann stýra við atliti til tað felags besta. Kalla tað inntøku­skatt, toll, meir­ virðis­gjald ella okkurt annað gjald: Talan er í øllum føri um at “tað almenna” – heimastýrið – fer avstað við einum stórum parti av inntøkuni hjá hvørjum einstøkum borgara. Sjálvandi vil altíð vera eitt áhaldandi kjak um hvussu stórur partur av samfelags­køkuni skal vera felags og hvussu stórur partur skal vera privatur. Hetta er klassiska høgra/vinstra kjakið um hvussu nógv skal vera alment og hvussu nógv skal vera privat. Trupulleikin er bara – líkamikið hvat skattatrýstið er – at øll fáa ikki tað sama afturfyri sín goldna skatt. Barna­familjur fáa meiri enn familjur uttan børn. Pensjónistar fáa meiri enn fólk í arbeiðs­førum aldri. Brekað fáa meiri enn fullfør fólk. Miðstaðurin fær meiri enn útjaðarin. Tað er hetta vit kalla fyri solidaritet: Breiðu herðarnir bera meiri enn smalu herðarnir. Vælferðar­samfelagið byggir á at taka frá teimum ríku og geva teimum fátøku. Men, men... har er vist okkurt galið í omanfyri­standandi broti. Hatta við barna­familj­ unum, pensjónistunum og teimum brekaðu ljóðar rímiligt. Men hvussu við hasum setninginum: “Miðstaðurin fær meiri enn útjaðarin”? Hatta ljóðar ikki heilt rætt. Tað hongur ikki saman, at takast skal frá útjaðaranum og gevast skal til miðstaðin. Tað er jú at taka frá teimum fátøku og gevast til tey ríku. Tað er jú umvent Robin Hood! Sandoyartunnilin – plástur á sárið Og fólk, sum lesa hesa kronikk­ ina, sita eisini og rysta á høvdinum: Hetta kann jú ikki passa. Útjaðarin hevur jú fingið mangt og mikið gjøgnum tíðirnar. Vegir, tunlar, ferjur, tyrlur, bátahylar og mangt annað, ið gjøgnum tíðirnar hevur tikið fokus frá øðrum neyðugum íløgum. Útjaðarin hevur sanniliga fingið bæði í posa og sekk, og seinasta dømið er Sandoyartunnilin. Soleiðis munnu nógv av teimum hava hugsað, ið hava undirskrivað mótmælið móti “Ørvitistunlum” hendan seinasta mánaðin. M en tað er ikki rætt, at miðstaðurin er fyri vanbýti mótvegis einum snúlt­ andi og alt­uppetandi útjaðara. Heldur tvørtímóti. Taka vit Sandoy sum dømi, so letur oyggin gott og væl 100 miljónir í almennu kassarnar á hvørjum ári. Seinastu tíggju árini hevur oyggin stuðlað felags kassanum við gott og væl einari miljard góðum krónum. Meiri enn sandoyar­tunnilin væntandi fer at kosta. Væl at merkja fær Sandoy eisini nógv aftur gjøgnum pensjóns­skipanir og ymiskar vælferðar­tænastur sum sjúkrarhús og skúlar, men skatt­ gjaldandi sandoyingar fáa tilsamans munandi minni afturfyri sínar skattapengar enn skatt­gjaldarar í meginøkinum. Vælferð – bæði tænastur og arbeiðspláss Tá hugsað verður um “tað almenna”, verður vanliga hugsað um tær tænastur, ið tað almenna stendur fyri innanfyri millum annað útbúgvingar­, almanna­ og heilsu­sektorin. Umframt hetta stendur tað almenna fyri útbygging av sam­ felagnum – sokallaðu “íløgu­ num”. Men fá fólk gáa um, at ein tann týðningarmesta effektin av vælferðar­samfelag­ num eru góðu arbeiðs­møgu­ leikarnir, ið samfelagið skapar. Í dag verða umleið 8.300 løn­ takandi føroyingar beinleiðis løntir av tí almenna (2006). Tað svarar til umleið 33 % av øllum løntakarum. Serliga eru tað kvinnurnar, ið leggja seg eftir almennum størvum, møguliga tí at hesi størvini geva góðar møguleikar fyri einum samanhangandi familjulívi við síðunar av. Løn­ irnar hjá teimum alment settu fara síðani eisini í umfar úti í samfelagnum og skapa harvið uppaftur fleiri arbeiðspláss. Harvið eru almennu størvini vorðin einki minni enn tilveru­ grundarlagið undir sera nógvum føroyskum familjum. Ikki minst tí at tað ofta einans er annar parturin í einum húsarhaldi, ið arbeiðir innanfyri tað almenna. Og ikki fyri at tala um allar privatu tænasturnar, ið tað almenna eftirspyr og øll arbeiðs­ plássini, ið koma í kjalarvørri­ num av eftirspurninginum, ið almennu skattakrónurnar tilsamans skapa. Í síðsta enda eru tað sostatt tey fáu, ið ikki onkursvegna byggja sína vælferð á almenn starvspláss. Størsta vælferðar­effektin av vælferðar­statinum eru als ikki veitingarnar og tænasturnar, ið ymisku stovnarnir umsita. Størsta vælferðar­effektin liggur í møguleikanum fyri tryggum og javnt løntum almennum arbeiðplássum, umframt einum stórum privatum tænastusektori, ið ambætar tað almenna. Infrakervi ella arbeiðspláss? Útbygging av infrakervinum hevur verið ein væl dámd menningar­strategi hjá bygdum, oyggjum og økjum í Føroyum. Men tað finst ein onnur strategi, ið er minst líka effektiv: Við at spjaða almenn arbeiðspláss út um í samfelag­ num, verður livi­grundarlagið munandi styrkt í veiku økju­ num. Hetta kann t.d. gerast við at flyta stovnar, soleiðis sum gjørt varð við Strandfaraskipum Landsins í 2007. At flyta stovnar til Suðuroyar er jú Tíðargreinin Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008? Send eina grein til dorit@sosialurin.fo Kravið er, at greinin er millum 8.000 og 10.000 tekn og skrivað í essay stíli Javni ella framburður? Rættvísi ella effektivitetur? Næstu ferð Agga Niclasen, Ayaan Hirsi Ali: Prísurin fyri frælsi tíðargreinin Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur Framhald á næstu síðu