týsdagur 8. januar 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 5 - 8. januar 2008
Í seks ár hevur VK-
stjórnin sett dagsskránna
í danska virðiskjakinum.
Samstundis eru
danir vorðnir ríkari
og ríkari. Men hvat
hevur Fogh stjórnin
flutt? Materialisman
– og bilseljarar og
køkssølumenn – síggja
út til at vera stóru
vinnarnir í borgarliga
virðisbardaganum
Carsten Andersen
Tekning: Roald Als
Virðiskjak snýr seg ikki bara um
virðir og hugburð, men eisini um
pengar. Og flestu viðmerkjarar
eru samdir um, at materialisman
er vinnarin í tí virðiskjaki, sum
VK stjórnin fleiri ferðir hevur
sett á dagsskránna.
Sambært Frederik Preisler frá
lýsingarfyritøkuni Propaganda er
tosið um virðiskjak ongantíð
vorðið til meira enn eitt frívirðis
kjak.
Henda stjórnin roknar virðir
sum nakað, sum fíggjarmála
ráðharrin kann rokna seg fram
til. Tað snýr seg altíð um pengar,
sigur hann.
Okkara hugburður hevur
broytt seg. Vit hava ongantíð
verið materielt so væl fyri og
ongantíð mentalt so avmergjaði
sum nú. Grundliggjandi haldi eg,
at hendan stjórnin tey seinastu
seks árini hevur mutrað okkum
øll við skattastegði og frívirðum.
Í Borgargøtu í Keypmannahavn
lá í mong ár ein stórur, vakur
handil, har mann kundi keypa
sær klaver. Í dag kanst tú keypa
tær køk í hesum handli. Hetta
lýsir væl tíðarandan, haldi eg.
Tað hevur størri virði at koma frá
einum heimi við einum lekrum
køki enn tað er at koma frá
einum heimi við klaver, sigur
Frederik Preisler.
Smáborgarlig handilsvirðir
Claus Kastholm Hansen, við
merkjari í Berlingske Tidende,
heldur eisini, at búskaparliga
framgongdin hevur sett týðulig
spor eftir seg í danska samfelag
num og í danskari virðismeting.
Øll hugsa um, hvussu tey
sjálvi hava tað, og hvat tey sjálvi
eiga og hava. Økta materialisman
og eyðmerkta moralisman og
trongskygni eru eitt týðuligt
virðisskifti, har tey smáborgar
ligu virðini hava sigrað, stað
festir hann.
Jørgen Carlsen, forstandari á
Testrup háskúlanum, býtur
serliga merki í, at virðispolitikk
urin ikki býtir politisku flokkar
nir upp í vinstra og høgra, tí
materialistisku virðini røkka
langt inn í javnaðarflokkin.
Ikki tí eg eri ímóti, at vit
hugsa um búskapin, men tað er
nú hugstoytt, at eitt av heimsins
ríkastu londum hava sum yvir
skipað mál at gerast enn ríkari.
Kjakið um altjóðagerð hevur
bara snúð seg um búskap, búskap
og búskap. Vit eru einans
upptikin av, hvat vit skulu liva av,
og ikki hvat vit liva fyri. Men
neoliberalisman sleppur jú lætt
um tann spurningin við at siga,
at tað mugu vit sjálvi um, sigur
Jørgen Carlsen.
Horvni felagshuðurin
Hanne Reintoft, rithøvundur og
samfelagskjakari, heldur, at
borgarliga virðisstríðið hevur
eydnast. Tað er ikki longur
nakað, sum eitur “fælleskab,
kollektivitet og solidaritet.”
Vit dyrka øll okkara egna
lívsprojekt. Tú skalt vera tín egna
succes.
At perspektivið í virðiskjaki
num er smalkað, er hon ikki
einsamøll um at halda. Frederik
Preisler tosar um trý løg, sum
fyrr vóru í kjakinum. Tað tætt
við: Virum Torv. Tað regionala:
Danmark og Europa, og síðani
eisini tað globala. Nú er bara
Virum Torv eftir, sigur hann.
Samskiftissráðgevin, Henrik
Byager, er samdur.
Tað snýr seg um míni børn,
mína sjúku og mína gamlu
mammu. Vit tosa ikki um kríggið
í Irak ella ES.
Spurningurin er, um virðis
kjakið er broytt so nógv, at tað
ikki vendist aftur. Sambært
Frederik Preisler hevur
materialisman sigrað seg í hel.
Vit eru í ferð við at fáa
materielt forstoppilsi, sum
vónandi endar við einari frí
gevandi diarré, har alt kemur út,
sigur hann.
Týtt: Dorit Hansen
… Javni ella framburður? Rættvísi ella effektivitetur?
Samstarv við POLITIKEN
Sosialurin samstarvar við danska blaðið, Politiken. Niðanfyri er brot úr grein,
sum stóð í blaðnum í samband við danska valið. Kanska viðkomandi nú
løgtingsvalið nærkast
Materialisman hevur sigrað
beinleiðis ein vælferðarøking
hjá suðuroyingum, tí at fleiri
stabilir arbeiðsmøguleikar
verða í tænastugeiranum –
bæði tí almenna og privata.
M
en eisini ein undirsjóvar
tunnil til Sandoyar er ein
vælferðarøking. Um ikki fjallið
kann koma til Mohammed, so
má Mohammed koma til
fjallið. Í staðin fyri at flyta
arbeiðspláss til Sandoyar,
verður Sandoyggin í staðin
knýtt at føroyska “meginlands
býnum”, soleiðis at
sandoyingar í størri mun kunnu
taka arbeiði og eftirspyrja
tænastur í (serliga) Tórshavn.
Ein tunnil til Sandoyar er ein
risastór vælferðarøking, ið
kompenserar fyri vantandi
almennu arbeiðsplássini í
oynni.
Tað almenna
skapar ójavnað
Mesta almenna arbeiðsmegin
eru í dag miðsavnað í Streym
oynni (2006). Her búgva
umleið 11.900 arbeiðandi fólk,
og av hesum arbeiða umleið
4.600 (38,5 %) innanfyri
almenna fyrisiting og tænastur.
Í restini av landinum eru
umleið 13.400 arbeiðandi fólk,
og her arbeiða umleið 3.700
fólk (28 %) innanfyri almenna
fyrisiting og tænastur.
Millum annað í Suðuroy og
Sandoy eru fá fólk innanfyri
tað almenna. Í Suðuroynni
arbeiða 670 (28,5 %) av
teimum knapt 2400 arbeiðandi
fólkunum innanfyri tað
almenna, og í Sandoynni
arbeiða 190 (27 %) av teimum
800 arbeiðandi fólkunum
innanfyri tað almenna. Harvið
er tað almenna beinleiðis við
til at økja um ójavnvágina
millum økini. Streymoyggin
fær meiri, meðan veik øki fáa
minni.
Um Sandoy hevði líka nógv
fólk í almennum starvi sum
Streymoy, so hevði Sandoy
fingið 21 miljónir meiri í
skjáttuna av stabilum, skatta
fíggjaðum lønarkrónum – 70
miljónir heldur enn 49 miljónir.
Um hinvegin Streymoy skuldi
havt líka fá fólk í almennum
starvi sum Sandoy, skuldi
føroya størsta oyggj av við
umleið 360 miljónir – 830
miljónir heldur enn 1,19
miljardir! Hetta út frá tí fyri
treyt, at alment sett í meðal
vinna umleið 258.000, árliga
(2006).
Staðfestast má sostatt, at í
dag er tað almenna ikki nakað
kupp fyri veiku økini í landi
num, heldur tvørturímóti. Tí
má tað síggjast sum rættvíst, tá
íløgur sum Sandoyartunnilin og
nýggi Smyril verða framdar.
Hesar íløgur eru við til at
minka um tann ójavna, ið tað
almenna annars fremur.
Tað almenna og
tað modernaða
Trupulleikin er bara, at tað
almenna ikki einans hevur eina
uppgávu at tryggja javnvág í
samfelagnum – ella við øðrum
orðum orðum at tryggja sam
felagið út frá verandi bygnað
um. Tað almenna hevur eisini
sum uppgávu at skapa ein
framburð í samfelagnum. Ofta
vilja javnahugsjónin og fram
burðshugsjónin hanga saman,
men aðrar tíðir vilja tær koma í
andstøðu hvør við aðra. Hetta
síðsta er galdandi í Føroyum í
dag, tí í dag eru Føroyar sum
heild vorðnar ein útjaðari, ið
krevur framburð fyri ikki at
gerast eftirbátur. Og hvussu
skal evropeiski útjaðarin
Føroyar hava ráð til eisini at
hjúkla um sín egna ytra
útjaðara, tá tað illa megnar at
fylgja við sum heild? Skulu
Føroyum vera lív lagað sum
globalt og modernað samfelag,
so er neyðugt at nýggjastu
samferðslu og samskiftis
hentleikarnir úteftir verða
útbygdir, soleiðis at skaðiligir
fløskuhálsar ikki íkoma.
T
í er tað millum annað sera
relevant at spyrja seg
sjálvan: Er tað rættari at gera
íløgur í innlendis infrakervið,
ella er tað rættari fyrst at hugsa
um infrakervið út í heim, ið er
ein beinleiðis fyritreyt fyri at
Føroyar kunnu vera ein saman
sjóðaður partur av alheims
samfelagnum? Her verður
serliga hugsað um íløgur sum
fjarskiftiskaðalar og altjóða
flogvallir.
Kanska áttu føroyingar at
tikið eina avgerð um, at einans
tey økini, ið longu nú hava fast
samband við hvørt annað, eiga
framhaldandi at verða moderni
serað, meðan øll onnur øki eiga
at sleppast upp á fjall. Tað er
sjálvandi himmalrópandi
órættvíst, men ótespiligi
spurningurin er hvat “útjaðarin
Føroyar” hevur ráð til í hørðu
kappingini við útheimin.
Onkursvegna er neyðugt at
skapa eina javnvág millum
javnað og framburð – millum
rættvísi og effektivitet.
Tíðargreinin