Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 8. januar 2008 17 ”Marknagil eigur eisini at umfata Studentaskúlan,” skrivar Sosialurin í odda­ greinini 3. januar og tekur til orðanna fyri, at hesin spurningurin verður ein týðandi partur av komandi valstríðnum. Ongin kann vera ósamdur í, at spurn­ ingurin um nýggjan stu­ dentaskúla verður settur frammarliga í valstríðnum. Men tað er hugstoytandi at staðfesta, hvussu smáligt og lítið víðskygt, ið blað­ leiðslan grundgevur fyri sínum sjónarmiðum. Oddagreinarskrivarin spælir gomlu plátuna um, at Føroya Studentaskúli hevur forðað deplinum í Marknagili í at gerast veruleiki, tí lærarnir her halda, at Hoydalar eru ov góðir at flyta frá, og at skúlin heldur seg vera so øðrvísi, at hann ikki kann vera saman við Tekniska Skúla og Handilsskúlanum. Hetta er áður afturvíst av lærararáðnum á skúlanum – lærararnir hava eina ferð verið eftirspurdir um mein­ ing sína og góvu ta ferðina til kennar, at teir vóru misnøgdir við tað uppskot til bygging og bygnaðar­ broytingar, sum fyrilá júst tá. At málið síðani ikki hevur flutt seg í 3 ár, skyldast ikki ”seráhugamál í Hoydølum”, men vant­ andi vilja hjá verandi sam­ gongu at taka eina avgerð í málinum. Eingin skal vera í iva um, at leiðsla og starvsfólk á Føroya Studentaskúla eru sinnaði at luttaka í einum konstruk­ tivum dialogi við politiska myndugleikan um fram­ tíðarloysnir á karmum skúlans. Hin grundgevingin hjá Sosialinum er sparingar. Tað er langt síðani vit hava sæð og merkt til annað enn sparingar á Studentaskúla­ num. Av játtan okkara eru 91 % bundin í lønum, meðan 9 % eru eftir til rakstur av bygningum, til undirvísingaramboð, útgerð og menning av undirvísing og starvs­ fólkum skúlans. Hetta er sama lutfall, sum tá skorið var inn á bein undir krepp­ uni fyri 15 árum síðani (undan kreppuni var lut­ fallið 80/20 %). Og sam­ stundis er skúlin undir hóttan at verða stongdur orsakað av soppavøkstri, sum er avleiddur av vant­ andi viðlíkahaldi í mong, mong ár. Tað kunnu vera skilagóð­ ar námsfrøðiligar orsøkir at leggja Studentaskúlan í Marknagili: eitt størri og sterkari fakligt umhvørvi, betri møguleikar fyri tvør­ fakligum samstarvi og samlestur av fakum tvørtur um breytir og harvið fjøl­ broyttari læragreinaútboð. Tað eru eisini vansar: trupulleikar við trivnaði tá næmingatalið fer upp um 1200, tyngri umsiting og ópersónligari arbeiðsum­ hvørvi, umframt at nógv orka skal nýtast í byrjanini at samansjóða ymiskar virkismentanir hjá verandi skúlum. Tað kunnu somuleiðis førast fram góðar náms­ frøðiligar grundgevingar fyri at hava bæði ein vinnu­ rættaðan og ein almenn­ andi miðnámsskúla í Havn: teir koma báðir at liggja innan fyri eina stødd upp á 500­800 næmingar, sum altjóða gransking hevur víst er optimal fyri trivn­ aðin og fakligu úrtøkuna hjá næmingunum, vit fáa tveir skúlar, sum kunnu menna hvør sín fakliga profil, og harvið verður lættari og greiðari hjá ungdóminum at velja sær eina miðnámsútbúgving. Vansarnir kunnu vera, at samlestur og tvørfakligt samstarv tvørtur um mið­ námsbreytir verður tor­ førari, men tað verður ikki ógjørligt, eftirsum skúlar­ nir undir øllum umstøðum – saman við Fiskivinnu­ skúlanum í Vestmanna – verða skipaðir undir einum umsitingarligan miðnáms­ skúladepli fyri alla Streym­ oynna í teirri nýggju mið­ námsskúlaskipanini. Grundgevingin hjá Sosialinum fyri at leggja Studentaskúlan úti í Marknagili er tann sama – og higartil einasta ­, ið hevur verið at hoyrt í politiskum høpi: við at savna allar miðnámsskúl­ arnar í Havn í einum depli fáa vit rationaliseringar og harvið sparingar. Sparingar­ fyrimunirnir eru eftir mín­ um tykki rættiliga yvirmett­ ir. Sparingin í rakstrinum er neyvan meira enn 1­2% og í byggingini kanska eini 5­8%. (Verður spart meira í byggingini við at minka um felagsøki, næminga­ arbeiðsøki o.a., so avmark­ ar hetta beinanvegin fak­ ligu og námsfrøðiligu nyttuna, sum fæst burtur úr at savna skúlarnar á einum stað.) Hvussu tungt skal ein so avmarkað sparing viga, tá havt verður í huga, at vit tosa um skúlabyggingar, sum skulu halda 30­50 ár fram í tíðina og um skúla­ loysnir, sum skulu verða grundarlagið undir visión­ ini um ”heimsins besta samfelag” og einar fram­ tíðar Føroyar, sum í nógv størri mun skulu byggja vælferð sína á vitanar­ búskap? Tað mugu vera visiónir um framtíðar innihaldið í ungdómsút­ búgvingum okkara og ikki stuttskygdar sparingar, ið avgera hvørjar loysnir, ið verða valdar. Nú er tað so komið hartil, at umstøðurnar – og Arbeiðseftirlitið – krevja, at ein avgerð um bygging av nýggjum Studentaskúla skal takast beint eftir kom­ andi valið. Eg haldi eins og odda­ greinaskrivarin hjá Sosiali­ num, at hesin spurningurin eigur at vera frammarliga í valstríðnum. Men latið væl signaði kjakið og avgerðina um miðnáms­ skúlarnar í Havn byggja á atlitið til námsfrøðiliga innihaldið og fakligu dygdina. Skal tað vera ein mið­ námsskúladepil fyri alla Havnina í Marknagili, lat tað so vera eitt val, ið snýr seg um at menna tvør­ fakligar førleikar, tvørfak­ liga synergi, samlestrar­ møguleikar og fjølbroytt fakútboð. Slettið síðani ”sparing” úr endamáls­ orðingini fyri verkætlanina og byggið depilin so rúm­ ligan, at hann er egnaður til námsfrøðiligu málini og er framtíðartryggjaður at rúma teirri øktu tilgongdini til miðnámsskúlaútbúgv­ ingarnar, sum stungin er út í kortið í nýggju miðnáms­ skúlaskipanini, sum Løg­ tingið í heyst tók undir við at seta í verk. Og um vit skulu hava tveir miðnámsskúlar í Havn, so lat hetta snúgva seg um fakligt fjølbroytni, uppbygging av ymsum fakligum profilum og greið­ um valmøguleikum hjá teimum ungu og ikki smá­ ligt brigsl um ”seráhuga­ mál í Hoydølum”. Hoydalar, tann 4. januar 2008. Skúlabygging má snúgva seg um námsfrøðiligt innihald rektari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði Mikkjal HelMsdal Eg MÁ lætta mítt hjarta eftir at hava lisið úttalilsið frá Jákup á Dul Jacobsen um, hvussu forferdiligt tað er, at fólkatalið í Føroyum minkar. Eg eri lesandi í Keyp­ mannahavn, har eg búgvi saman við manni og soni ­ og vænti mær næsta barnið í mai 2008. Vit ætla okkum fleiri børn, og kundu eisini hugsað okkum at flutt til Føroya aftur. Men sum støðan er nú, kundi eg ikki droymt um at flutt higar. Haldi, at føroyskir politikk­ arir og onnur pengafólk eru alt ov pengafokuseraði. Tað einasta sum ræður um er at skaffa sær so nógvan pening í egnan lumma sum gjørligt!!!!! Skít verið við, um peningurin kundi verð­ ið brúktur meira fornuftigt, og um náturan verður oyði­ løgd.... Og skít verið við trivnaðinum hjá teimum sum búgva her!! Soleiðis upplivi eg hug­ burðin hjá tykkum... Tíverri. Góðu kunnu tit ikki heldur brúka eitt sindur av peninginum til at byggja nakrar feitar skúlar? Við lekrum skúlagarði og spæliplássi. Nýggjasti skúlin í Havn, Hoyvíkar Skúli, er 30 ára gamal!!! Og mær vitandi er fólkatalið í Havn økt ein heilan deil í tí tíðarskeiðinum. Um tit ætla tykkum at fólkatalið skal økjast her heima, so mugu tit raðfesta trivnaðin hægri!! Og lat vera við at síggja so nógv upp til íslendingar. Tað kann væl vera, at íslend­ ingar eru raskir reint økono­ miskt. Men tað at arbeiða 10­12 tímar um døgnið gongur út yvir familjulívið – hví reypa tey ikki um familjulívið? Eg ætli mær ikki at flyta aftur hertil fyri at lata míni børn ganga í skúla í einum containara!!!! Góðu politikarar Ábyrgdarøkini og viður­ skifti, ið ávirka lívið hjá føroyskum konufólkum, eru raðfest ov niðarliga í Løgtinginum. Hetta kemst av, at ov fá konufólk eru í tinginum, og at tær fáu – hóast tær gera sítt besta ­ illa megna einsamallar at fáa nevndu mál á dagskrá. Fáa tær kortini málini á dagskrá, verða tey ov sjálvdan viðgjørd sum góðkend politisk mál, og tí verða varandi loysnir ikki funnar: Nøktandi peningur verður ikki settur av og lógarverk verða ikki gjørd. Eitt dømi: Bæði í heiminum og á arbeiðsmarknaðinum hava konufólk ábyrgd av trivnaði og umsorgan. Øki, ið verða raðfest niðarliga á fíggjarlógini. Orsøkirnar til hetta eru helst fleiri: Møguliga verður ov lítið av peningi settur av til at skapa trivnað og vísa øðrum umsorgan, tí tað illa ber til at seta ’tvær strikur undir’ og siga, hvat fæst burturúr at seta pening av til økið. Og møguliga er hugurin at gjalda fyri trivnaði og umsorgan lítil, tí hetta ábyrgdarøki hjá konufólkum av fyrstuni tíð var ólønt. Hvussu er og ikki, hevur tað stórar og álvarsligar fylgjur fyri familjur og einstaklingar – arbeiðstakarar og kundar – at økini ikki verða raðfest hægri. Vit vita jú øll, at júst trivnaður og umsorgan gera lívið vert at liva. At kenna, at onkur sær, at vit eru til, og virðismeta okkara arbeiði ella gerðir. At onkur hjálpur, tá á stendur, er góður við okkum og vísur empati, hevur alt at siga. Tá sjúkur t.d. raka familjuna, leggja vit lítið í pening og materiel virðir, og eitt skiljandi orð ella ein stuðlandi hond ger allan munin. Men ferð eftir ferð fáa vit frá politikkarunum at vita, at hetta hava vit ikki ráð til. Vit hava ikki ráð til at veita óhjálpnum virðiligar umstøður, sjúkum nøktandi røkt og viðgerð, og børn­ um nøktandi ansing og læru. Vit hava ikki ráð til at veita einligum mamm­ um og børnum teirra virði­ ligar umstøður (bústað, ískoyti, útbúgving o.a.). Ei heldur hava vit ráð til, at pápar kunnu ansa sínum egnu børnum og harvið saman við mammuni taka fulla ábyrgd av teimum. Vit hava hvørki dirvi ella ráð til at verja sakleys børn og mammur teirra ímóti misbrúki og harðskapi í heiminum. Ei heldur at lofta teimum, tá skaðin er hendur. Vit kunnu ikki vænta, at løgtingsmenn smíða hald­ góð lógarverk og seta pening av til økir, sum teir lítið og onki kenna til ella verða ávirkaðir av. Velja vit konufólk á ting, fara tær at sjónliggera hesi og seta tey á dagskrá. Nústani tá er møguligt at raðfesta tey eins ovarliga sum ábyrgd­ ar­ og áhugamálini hjá monnum. Kappingin um atkvøð­ urnar til løgtingsvalið er byrjað, og aftur hesa ferð bjóða flokkar og valevnir seg fram at tryggja vælferð­ ina. Hygg aftur um føgru orðini og lyftini og vita, um ikki eitt av mongu vælkvalificeraðu kvinnu­ ligu valevnunum, er júst tann rætta, ið kann verða við til at skapa vælferð fyri øll í Føroyum. Og atkvøð so fyri henni. Tað er einasti máti at koma á ting. Konufólk tryggja vælferð fyri øll annika W. joensen Til tykkum fiskilimir í Føroyum Standi nú saman, sum skulu føða okkara lítla land. Vit eru 2000 fiskarar, sum skulu føða okkara lítla land. Eg sjálvur keypti Dragan úr Klaksvík frá Kjølbro í 1962. Eg fiskaði uppi við Steinin í Íslandi 1962 ­ saltfisk. Vit vóru 3 skip, Dragin, Kúrberg Tórshavn, Maltilda Leirvík, Dragin Fuglafjørður. Vit fylgdust til Íslands, upp til Steinin har eg sum reiðari ikki tók fyri olju ella priviant. Hesin maðurin, ið tit hava fingið í Fiskimannafelagið er ein góður maður fyri tykkum. Heilsan Tórhallur Andreasen, Bygmarken 109, Hanstholm Hanstholm TórHallur andreasen Avsanning um álopsmann Við hesum skal vera sagt frá, at slatursøg­ urnar um, at ein suður­ oyingur skal hava sligið undirritaða herfyri, eru ósannar. Eg harmist staðiliga um, at púra óskyldugt fólk, sum hvørki var á staðnum ella eigur nakran lut í hesi hend­ ing, skal hava fingið hesa søgu omanyvir seg, til ampa og bága fyri seg og síni. Høgni Hoydal viðmerkingar gunvør Hofgaard