týsdagur 8. januar 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 5 - 8. januar 2008
Í gjár undirskrivaði meiri
lutin í Sands Kommunu,
við Páll á Reynatúgvu á
odda, sáttmála við fyritøku
norðanfjørs um bygging av
nýggjum barnaskúla á
Sandi.
Tað løgna við hesum
sáttmála uppá umleið 9
mió. krónur er, at stórsta
privata fyritøkan á Sandi,
Sp/f Settlers, sum fæst við
at smíðja hús, als ikki fekk
møguleikan at bjóða upp á
arbeiðið, hóast fyritøkan
hevur 14 mans í arbeiði,
herav 4 lærningar av
Sandoynni.
Henda løgna framferð av
meilutanum, ikki at bjóða
arbeiðini út, er ikki ókend.
Tí mæli eg til at stig vera
tikin beinanvegin til at
støðga hesi niðurbrótandi
handfaring av fyritøkunum
á Sandi. Tað eru fleiri aðrar
fyritøkur á Sandoynni sum
eisini eru vónbrotnar av
hesi handfaringini av
skattaborgarans pengum,
sum møguliga kundi
komið borgarnum á Sandi
til góðar.
Hóast stórsta fyritøka á
Sandi, so er Sp/f Settlers
ongantíð biðin um at gera
nakað arbeiði fyri komm
ununa.
Tað er sera hugstoytt, at
ein meiriluti í kommununi
ger sáttmálar við fyritøkur
aðrastaðni, uttan at vit fáa
møguleikan at bjóða. Hetta
ger, at útlitini til fleiri
arbeiðspláss í oynni ikki
eru góð. Hervið eru eisini
útlitini til trivna og mening
sera lítil. Her hjálpir ongin
tunnil.
Sum fyritøka mótmælir
Settlers harðliga hesi
vanvirðisligu framferð hjá
meirilutanum, sum er við
til at vit sum fyritøka
sjálvandi mugu umhugsa
møguleikarnar at flyta av
Sandi, sum aðrar fyritøkur
eisini longu hava gjørt.
Flakavirkð á Sandi er nú
mest sum afturlatið og
seinast skipið og fiskiloyvi
stendur nú til søli, so tá ið
kommunan á slíkan hátt
vanvirðir lokalu arbeiðs
gevarnar er lítil vón um
vaksandi virksemi. Tí eru
framtíðarvónirnar fyri
arbeiðsplássum og trivnað í
hjá borgarnum á Sandi ikki
góðar við verandi meiri
luta.
Sandur 7. januar 2008
Meirilutin á Sandi fremur
“útdoyggjapolitikk”
stjóri í SETTLERS
Hans Mein
Hard Midjord
Fyri umleið 60 árum síðani
umsótu kommunurnar alt
fólkaskúlaøki, men tað var
so lágt raðfest av komm
unustýrunum tá, at fólk,
sum sóu, hvussu fólka
skúlin varð misrøktur,
heittu á myndugleikarnar
um at taka undirvísingar
partin og læraralønirnar og
viðurskifti læraranna frá
kommununum og flyta tað
til landsmundugleikarnar.
Tað varð so gjørt.
Tær føroysku kommun
urnar hava síðani havt
ábyrgd av bygningum,
flokshølum, fakhølum og
undirvísingartilfar o.ø.
karmum.
Tær føroysku kommunur
nar hava nú sum fyrr
skyldu til at røkja hetta
øki.
Men tað verður í flestu
kommunum í Føroyum
raðfest lágt.
Tó, nakrar av teimum
størstu kommununum eru
tvey tey seinastu árini
farnar at hyggja til fólka
skúlarnar, nú rammurnar
eru farnar at detta niður
um oyrini á næmingum og
lærarum í so stóran mun,
at tað er skomm.
Men hesi nógvu seinastu
árini hevur tað, sum hevur
itið fólkskúlin, also bygn
ingar og tilfar, ligið sum
ein ruin, í so gott sum
øllum kommunum í landi
num.
Onkrar eldsálir hava tó
av og á sett fólkaskúlan á
dagsskrá. Tað sæst í ein
støkum bygdum í Føroy
um. Men tá tær eru burtur,
verður alt tað sama aftur.
Hví hava kommunurnar
ikki passað tað, sum teirra
skylda hevur verið?
Hví hava kommunurnar
ikki tikið ávaringarnar frá
teimum, sum hava sæð
hetta forfallið og hava
ávarað um hetta, í álvara?
Vit vildu fegin havt eina
undirbygda frágreiðing frá
t.d. Rósu Samuelsen,
bygdaráðsformanni, Heðin
Zachariassen, bygdaráðs
formanni og landsstýris
manni og øllum teimum,
sum kropp á kroppi hesa
seinastu tíðina hava kravt,
at fólkaskúlin skal leggjast
út til kommunurnar, tí:
,sitat, ”so verður hann
nógv betur”.
Vit spyrja: “Hví hevði alt
blivið so nógv betri? Og
hvat hevði verið betri? Og
hvat er tað, sum er atvoldin
til, at tykkara ábyrgdarøki
ikki er blivið røkt, men um
tit bara fáa læraralønirnar
og alt tað, sum fylgir við
teimum yvirum borðið, ”so
verður alt betri”?
Hetta er støðan í
føroysku kommununum:
Gamlir og ótíðarhóskandi
skúlar.
Ótíðarhóskandi floks og
fakhølir.
Alt ov lítið
undirvísingartilfar, og
nógv av tí, sum er, er alt ov
gamalt, slitið, ja, og
ónýtiligt. Brúkt av fleiri
ættarliðum av næmingum.
Bøkur, kort, teldur, alis/
evnafrøðihølir, náttúru og
tøkni hølir, skúlakøkar,
evnisstovur og smíðhølir,
bókasøvn alt gamalt og
ótíðarhóskandi.
Ongi arbeiðsrúm til
næmingar og lærarar,
Ongi matarhølir og
ítróttarumstøðurnar
vánaligar,
Skúlagarðar og spælipláss
eru tómar fløtur.
Ja, vit kundu nevnt nógv
meira.
Alt hetta er misrøkt av
kommununum í Føroyum.
Hví verður tað ikki gjørt,
áðrenn man vil hava
ábyrgdina av størri øki, at
misrøkja, kanska??
Hóast seinastu 10 árini
hava verið sera góð fíggjar
liga hjá kommununum, er
støðan tó vánalig hjá
skúlunum. Hvussu verður
hon so, tá tað fer at ganga
skeiva vegin?
Vónandi fáa vit svar upp
á henda spurning.
Men vit mæla føroysku
kommununum fyrst at bøta
um tað, sum longu nú er
tykkara øki og hevur verið
tykkara ábyrgd alla hesa og
seinastu øld.
Hvalba 6. januar 2008
Rættleiðing og við
merkingar til blaðgrein í
Dimmalætting 27.
desember 2007 um, at
Miðvágs Badmintonfelag
misnýtir navnið MBF og
ger sær dælt av teimum
brekaðu í Føroyum!
Miðvágs Badmintonfelag
(MBF)
Miðvágs Badmintonfelag –
stytt MBF varð stovnað
tann 10. oktober 1963 og
hevur frá byrjan av bæði
sjálvt brúkt hesa stytting
ina, og eisini alment verið
kent sum MBF. Hetta kann
váttast av stovnarunum av
felagnum, nevndunum og
limunum upp ígjøgnum
tíðirnar, ja, av øllum
badmintonspælarum og
áhugaðum í Føroyum.
Felagið er harumframt
eisini skrásett og alment
viðurkent hjá bæði ÍSF
(Ítróttarsambandi Føroya)
og BSF (Badmintonsam
bandi Føroya) við heitinum
MBF. Fjølmiðlarnir, og
herundir eisini Dimma
lætting, hava somuleiðis
altíð nýtt hesa stytting um
felag okkara, tá teir hava
borið tíðindir um
badminton.
Miðvágs Badmintonfelag
hevur støðugt verið – og er
framvegis – eitt aktivt
ítróttarfelag við fleiri enn
100 limum, harav 95% eru
børn í aldrinum 517 ár.
Felagið hevur upp ígjøg
num tíðina átt fleiri før
oyameistarar, og allir
leikarar felagsins vita ikki
um annað, enn at teir hava
spælt badminton fyri
MBF!
Meginfelag teirra
Brekaðu í Føroyum
Meginfelag teirra Brekaðu
í Føroyum varð stovnað
tann 24. oktober 1981, t.v.s
18 ár seinni enn MBF. Tá
táverandi nevndin í MBF
frætti, at nýstovnaða
felagið eisini ætlaði sær at
brúka styttingina MBF,
varð beinanvegin gjørt vart
við, at Miðvágs
Badmintonfelag brúkti
hesa styttingina og hevði
gjørt tað líka síðani
stovnanina í 1963.
Skrásetingin av
navninum MBF
Við skrivi, dagfest tann 26.
november 2007, fekk
Miðvágs Badmintonfelag
boð frá Meginfelag teirra
Brekaðu í Føroyum um, at
meginfelagið er skrásett
undir styttingini MBF í
Felagsskránni, sum fútin
umsitur. Heitt varð í skrivi
num á Miðvágs Badminton
felag um at finna sær eina
aðra stytting enn MBF.
Miðvágs Badmintonfelag
hevur fingið upplýst frá
fútanum, at henda skráset
ing ikki er framd fyrr enn
tann 18. juni 2007.
Løgfrøðiliga er rættar
støðan tó tann, at Megin
felag teirra Brekaðu í
Føroyum ikki við hesi
skráseting vinnur sær rætt
til at brúka styttingina
MBF, tá eitt annað felag
støðugt og alment hevur
brúkt hesa stytting í 18 ár,
áðrenn meginfelagið yvir
høvur varð stovnað, og
heili 44 ár, áðrenn megin
felagið av órøttum ger krav
uppá styttingina!
At skráseting í felags
skránni ikki hevur avger
andi týdning sæst eisini av,
at bara 5 av yvir 100
ítróttarfeløgunum í landi
num hava valt at skráseta
navn sítt har.
Kalendarin hjá Miðvágs
Badmintonfelag
Sambært Meginfelag teirra
Brekaðu í Føroyum, argast
fólk inn á, at Miðvágs
Badmintonfelag selir ein
kalendara undir navninum
MBF. Vit í MBF hava
síðani 2003 selt ein
fittligan og hentan borð
kalendara fyri at fíggja
virksemi felagsins (hallar
leigu, venjarar, bóltar v.
m.). Sølan av kalendar
unum er høvuðsinntøku
keldan hjá felagnum, sum
– eins og onnur ítróttar
feløg – ikki fáa nakra játt
an á Løgtingsins fíggjar
lóg. Á kalendaranum
standa orðini “MBF” (sum
vit hava itið nú í 44 ár)
saman við búmerki okkara
(Vágoynni, einum bad
mintonketsjara og einum
badmintonbólti). Hvussu
kann hetta misskiljast við
Meginfelag teirra Brekaðu
og sigast at vera misbrúk
av teimum brekaðu í Føroy
um? At summi fólk kanska
ikki hava vitað av, at MBF
altíð hevur staðið fyri
Miðvágs Badmintonfelag,
og hesi tí av misgáum ella
óansni hava hildið seg
stuðla Meginfelag teirra
Brekaðu í Føroyum við at
keypa ein MBFkalendara,
kann á ongan hátt rættvís
gera ta sera ljótu og
órættvísu viðferð, sum
Meginfelag teirra Brekaðu
og Dimmalætting bóru
øllum Føroya fólki sum
høvuðstíðindi millum jól
og nýggjár.
Blaðgreinin í
Dimmalætting
Miðvágs Badmintonfelag
skilir væl, um tey, sum
lósu greinina – ella bara
yvirskriftina í Dimmu
hava fingið ta fatan, at
Miðvágs Badmintonfelag
misnýtir navnið hjá øðrum
og ger sær dælt av teimum
brekaðu í Føroyum. Men
tey mongu, sum altíð hava
kent sonnu søguna aftan
fyri navnið MBF, og tey,
sum nú kenna rætta saman
hangin, mugu ásanna, at
forkvinnan í Meginfelag
teirra Brekaðu gjørdi eina
sera ljóta gerð ímóti
okkum í MBF, eins og
Dimmalætting vísti
óvanliga vánaligan blaðsið
við at loyva einari tílíkari
grein at koma í blaðið,
uttan yvirhøvur at hava lýst
málið á ein nøktandi hátt.
Og um tað ikki longu er
eyðsýnt fyri øllum, so skal
her verða sligið rimmar
fast, at Miðvágs Bad
mintonfelag hvørki hevur
vilja, orsøk ella tørv á at
misnýta ella gera sær dælt
av teimum brekaðu, sum
frammanundan hava nóg
trupul kor at virka undir í
Føroyum. Tvørturímóti
munnu flestu limirnir í
okkara felag – íroknað
nevndin – hava keypt sær
ein Javnakalendara einans
fyri at stuðla arbeiðnum
hjá Meginfelag teirra
Brekaðu í Føroyum.
Umframt at grovu og
órættvísu skuldsetingarnar
harma og særa okkum í
MBF almikið, so kann
hesin órættur eisini í ring
asta føri forkoma inntøku
grundarlagnum og harvið
eksistensinum hjá felag
num, um vit nú skulu
fordømast og fíggjarliga
revsast fyri at hava selt
kalendarar undir tí
navninum, sum vit av
røttum hava virkað undir
nú í 44 ár.
Hví skal fólkaskúlin allur, sum hann
er, leggjast út til kommunurnar?
elsa Birgitta P. Petersen
og esMar Berg
Grovar ákærur móti MBF
Nevndin í Miðvágs
Badmintonfelag – MBF
viðmerkingar