týsdagur 8. januar 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 8. januar 2008
19
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Andlát og jarðarferðir
John Carlsson, fyrrverandi løgreglumaður, í
Havn, ættaður av Sandi, andaðist leygardagin 67
ára gamal.
Regin Havn Rasmussuen úr Klaksvík andaðist
sunnudagin í Odense, 75 ára gamal. Jarðarferðin
verður leygardagin klokkan 11 úr Ubberud kirkju.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá ið elskaða
kona, mamma, omma, dóttir og systir okkara
Margrét Halldórsdóttir
frá Hnífsdal
búsett í Fuglafirði
doyði og varð jarðað.
Ein serstøk til Jákup Olsen fyri hjálpina í Danmark,
og tit á Fiskavirking í Gøtu.
Takk fyri blómur og kransar.
fyri tey avvarðandi
Poul Jacob Breiðaskarð
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið kæri
maður mín, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara
Jógvan Sofus Ferjá
Gjógv
doyði og varð jarðaður.
Vit takka Hans Jákupi Joensen, biskupi og
Emil Olsen, presti fyri troystarrík og vøkur orð í
kapellinum og kirkjuni.
Somuleiðis takka vit kirkjutænarum, sangarum,
berarum, gravarum og tykkum, sum hjálptu
til við ervinum.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur
til Gjáar kirkju.
Tøkk øll tit mongu, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Dinnafía
Gerda, Sjúrður, Katrin, Jónhild og Kristina
Dagurin
9. januar. Julianus. Búði í Egyptalandi, og varð umleið ár 300 hálshøgdur, tá ið rómverski keisarin Diokletianus
legði eftir teimum kristnu
Fríggjadagin
11.
januar
letur Petur Prent, listamaður,
upp eina framsýning Smiðj
uni í Lítluvík.
Petur sigur, at tey sum
koma
til
framsýningina
síggja skjótt, at hann er í
ferð við at skifta stíl. Fyri at
menna sín egna persónliga
stíl, sá hann ongan annan
hátt enn at mála út yvir 122
av málningunum, sum hann
hevði málað í 2007, teir
vóru ov døkkir og vóru eftir
hansara meting ein plagier
ing hjá øðrum føroyskum
listamonnum.
Hann hugsaði um at fara
aftur til naturalismuna, men
eftir hugsan og svøvnleysar
nætur, fór hann at granska
onnur listafólk sum t.d. Kar
el Appel (føddur í Amster
dam) (19212006), norð
mannin Edvard Munch
(18631944) og hálendigin
Vicent Van Gogh (1853
1890).
Gult er so pent, segði Van
Gogh, og tað er so satt, sum
tað er sagt, men Petur Prent
heldur at onkur gráur farri
er eftir, av einum ávísum
føroyskum listamálara, so
hann væntar, at málningarnir
myrkna aftur, sum tíðin
líðir, men vónandi í egnum
stíli, hann heldur eisini, at
tað er ein torfør tíð, tá ein
skiftir stíl og ringt hjá
áskoðaranum at gloypa.
Framsýningin
er
frá
fríggjadegnum 11. januar
til týsdagin 15. januar. Opið
er allar dagar frá kl. 1520.
Litføgur
framsýning
Petur Prent, listamaður, letur eina framsýning upp í Smiðjuni í
Lítluvík fríggjadagin
Mynd: Jens Kristian Vang
Í nøkur ár hevur løgmaður
vitjað á Herberginum hjá
Felsunarherinum í Havn á
jólum.
Tað er við at verða sið
venja, at løgmaður vitjar á
Herberginum í sambandi
við eina hugnaløtu á jólum
og hevur onkra gávu við
sær.
Løgmaður vitjaði á Herberginum
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður, og Niels Edvard
Olsen, leiðari á Herberginum
Mynd: Ole Valle
Lesið
- so eru tit við