týsdagur 8. januar 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 5 - 8. januar 2008
nøvn
”Gründlich, sachlich, kritisch”
Hetta er tað motto, sum tað
nógv umhildna týska blaðið Der
Tagesspiegel brúkar, men tað
kann sanniliga eisini brúkast um
ein av okkara mætastu týsktkønu
málmonnum, fv. studentaskúla-
læraran André Niclasen, sum tann
4. januar fylti hálvfjerðs ár.
André kom til Kjøpinhavnar at
lesa í 1961, og tað gjørdi avgjørd-
an og tiltrongdan vørr í ”studenta
hylinum”. Við honum fekk okk-
ara nalvaskoðandi og heldur
tornurósu-líki føroyski studenta-
kulturur eina kærkomna avbjóð-
ing, tí André forvæntaði og vildi
hava púra fordómsfría debatt um
stórt sæð alt!
Hann góðkendi ongan censur;
hann vanvirdi dogmatiskan heim-
føðisskap; hann vrakaði sekterisk-
og seinni eisini øll national
tabu. Sum kritiskur debattørur
avdúkaði hann seg harafturat sum
víðskygdur intellektuellur par
exellence!
Nógvum dámdu væl at fáa ein
so skeptiskan og grundigan ana-
lytikara inn í tað treka felagslívið
hjá útisetum, men tað vardi ikki
leingi, so bleiv beinleiðis gapandi
glopp millum tey ráðandi sjónar-
miðini í teimum heldur borgarligu
afturhaldsfeløgunum og teir heter-
odoksu tankarnar, sum André og
aðrir settu fram.
Hetta førdi m.a. við sær, at
André og nakrir politiskir viðhalds-
menn fingu sær sítt egna felag og
eisini egið blað – tað var Framin!
Hetta var í 1962.
Sjálvur var André avgjørt eitt
journalistiskt natúrtalent, men
hann var lagaligur og harafturat
so demokratiskur, at tann ”klassa
leysi” Framin tíverri gjørdist eitt
rættiliga studentikost blað, har
alskyns amatørar sluppu at plága
lesararnar við naivum banalitetum.
Hesin hjálparleysi debattkultur-
urin hóvaði avgjørt ikki tí mál-
køna og substans-kritiska André,
- tí hann hevði altíð heilan fingur
um at binda, og tær greinir, sum
hann skrivaði, vóru málslig,
stílistisk og intellektuel meistara-
verk! Har var beinleiðis klassa-
munur!
Eldhugaður
samfelagsdebattørur
Vit vóru ikki politiskir partamenn
tá í tíðini, og vit vóru sjálvandi
ofta ósamdir um metodu og prin-
cipiellar áskoðanir, men André
var sakligur debattørur, og hann
virdi javnaðarmenn sum politiskar
skyldmenn! Harumframt hevði
hann so markanta ”sociala indig
natión”,
at
tann
ideologiska
gjógvin millum hansara marxist-
isku sovjet-linju og okkum soci-
aldemokratar minkaði í tí prag-
matisku gerandisdebattini. Hann
plagdi at taka til, at norðurlendskir
javnaðarmenn høvdu klárað at
samansjóða flestu lønmóttakarar
til eina skilagóða eindarrørslu.
André dámdi ikki lunkaðar
menn. Hann vildi hava, at menn
tóku støðu til allar átrokandi sam-
felagsspurningar. Tessvegna tók
hann ofta til citatið eftir Nordahl
Grieg: ”Gå inn i din tid”, og tað
gjørdi hann sjálvur við lít. Tann
trongskygda breyðstrembaran,
sum bara hugsaði um sína egnu
karrieru, helt André lítið um.
Hann var permanent engageraður,
ekstremt samfelagshugaður og
altíð debattfúsur! Hann vildi
broyta samfelagið og serliga vil-
korini hjá teimum ringast støddu.
Hann var trúgvur felagsmaður
og luttók næstan á hvørjum fundi,
sum útisetar skipaðu fyri. Men
hann luttók sanniliga eisini í
donskum felagsskapum, har hann
hevði nógvar landskendar polit-
iskar vinmenn.
Bæði í almennum orðaskifti og
í óformellum dialogi dugir André
sjáldsama væl at skera inn til sjálv-
an mergin og vísa á kvintessensin
í einum máli. Hann hevur næstan
seismiskar gávur til at finna tey
røttu og ótraditionellu argumentini
frá heilt óvæntaðum vinkli. Hetta
hendir ikki sjáldan, tá ið aðrir
billa sær inn, at málið longu er
útdebatterað!
Filosofiskur munur var
á Kurfürstendamm og
Unter den Linden
Í 60´unum og 70´unum fóru fólk
aftur at ferðast av álvara, bæði í
lestrarørindum og av berum
forvitni. - André, sum las týskt
og russiskt, var sjálvandi, bæði í
Týsklandi og Sovjet-Russlandi,
men serliga væl dámdi honum
eins og nógvum øðrum studentum
at ferðast til Berlin. Hann kom
hagar bæði sum lesandi og sum
vanligur turistur.
Tann stórpolitiskt kyniskt sund-
urbýtti býurin Berlin var um hetta
mundið tað heilt stóra ferðamálið
hjá norðureuropearum; tey flestu
fóru til VesturBerlin, sum Vestur-
heimurin leingi hevði brúkt sum
eitt gigantiskt sjóndarvindeyga,
- verðsins størstu lokkudorg, sum
skuldi freista og arga eysturtýsk-
ararnar.
Sum sagt tey allarflestu ferðað-
ust til tað eleganta VesturBerlin
og dusaðu sær við ta glæsiligu
Kurfürstendamm og tað prýðiliga
Wittenberg platz, har KaDeWe og
aðrar risafyritøkur reypaðu við
øllum tí luksus og kommerciella
stási, sum Vesturheimurin kundi
framleiða. Men hesin gullkálva-
dansurin lokkaði ikki André.
Hann ferðaist trúliga til Eystur
Berlin, har hann stórtreivst á
Alexander Platz og hugnaspákaði
sær á Unter den Linden.
André dugdi nevniliga at síggja
tann kvalitet, sum hóast alt eisini
fanst í lívsstíli og gerandisdegi
hjá eysturberlinarum. André og
nógvir við honum hildu, at DDR-
borgarar høvdu meira filosofiskt
hegni og disciplin til solidariska
og kollektiva lívsførslu enn t.d.
russisku sovjetborgararnir. Tað er
eisini eitt faktum, at eysturtýskarar
høvdu nógv hægri livifót og
fingu munandi fleiri praktisk
úrslit burtur úr marxistisku ideo-
logiini enn øll hini kommunistisku
londini.
Nógvar eru tær skemtiligu og
áhugaverdu frásagnir, sum André
hevur fortalt úr Berlin og øðrum
ýtum í Eysturtýsklandi.
Nuancu-kønur
málhegnismaður
Í árinum 1976 kom André heim-
aftur at virka sum studentaskúla-
lærari í týskum og russiskum í
Hoydølum. Longu árið eftir var
hann við Atla Dam, løgmanni og
Peturi Reinert, fiskaministara á
samráðingarferð í Sovjetsamveld-
inum. André var við í ferðini sum
russisktkønur tolkur, og tá eydn-
aðist tað monnum fyri fyrstu ferð
at fáa ein bilateralan sáttmála
beinleiðis millum Føroya og Sov-
jetsamveldið.
Hetta var eitt satt kvett, og eg
veit frá Atla, at tað var ikki minst tí
køna tolkinum, André Niclasen
fyri at takka, at tað gekst so væl.
Tað var ikki sjáldan, at André, Atli
og russiski fiskaministarin sótu
einsamallir og samráddust til tann
ljósa morgun . Hetta treysti og
treiskni gav positiv úrslit!
Sum týsktlærari er André úr
leikum tikin, og hevur givið fleiri
eminentar læribøkur út. Sum
bæði týskt- og føroysktkønur mál-
maður fær hann frá bæði starvsfel-
øgum og fyrrverandi næmingum
tað allarbesta skoðsmál.
Kortini liggur eitt vælskrivað
manuskript til eina føroyska
týskt-grammatikk á fjúrtanda ári í
súltukrukkuni á Skúlabókagrunn-
inum, bara tí, at teir dogmatisku
puristarnir ikki dáma tað skilagóða
føroyska málið, sum André brúk-
ar. Hetta er ein skendsil og stór
skomm fyri landið!
Í 90´unum royndi André at fáa
eina principiella máldebatt í lag.
Um sama mundið gjørdist hann
týsktlærari á Læraraskúlanum
eisini. Hann setti focus á málslig
kuriosa og málbrúk yvirhøvur í
einum sonevndum Málteigi í
Sosialinum.
Hann hevði eitt hendingagott
hegni til at gera vart við hárfínar
málsligar nuancur, sum tey flestu
ikki gáaðu nóg væl eftir. Hann
gjørdi tað hartil stuttliga og undir-
haldandi.
Hetta dámdi fólki óføra væl, og
nógv hava í áravís fregnast eftir,
nær hesar perlur fóru at koma út í
bók. Tað eydnaðist á Ólavsvøku í
fjør, har tann dynamiski Regin
Eikhólm fekk útgávuna av Føroya
mál á manna munni í lag. Bókin
hevur fingið góða móttøku sum
pedagogiskt íkast til orðaskiftis,
og meginparturin av bókini er tað
tilfarið, sum André skrivaði í
90´unum.
Goethe plagdi at taka til, at
skuldu menn rokna seg sum intel-
lektuellar, var tað alneyðugt við
Bildung, t.e. alment dannilsi og
vitan. Í dag fækkast talið av intel-
lektuellum, og tí er tað umráðandi,
at teir fáu, sum finnast, sleppa
framat, so tad føroyska fólkið
kann fáa holla vitan og andiligt
viðføri frá teimum. Teir eru ein
grunnur av andiligum ríkidømi.
André er ein av okkara allar-
fremstu
intellektuellu.
Men
hvussu ofta hava fjølmiðlarnir
boð eftir honum? Ì øllum øðrum
londum hevði ein slíkur kapaci-
tetur verið brúktur í heilum. Hann
kundi givið kvalificeraða informa-
tión um eystur- og centraleurope-
isk viðurskifti, mál og mentan,
líka frá Rhinen til Ural og frá
Balkan til Hvíta Havið. Í staðin
fyri sleppa grunnir fuskarar við
lítlum horisonti framat og geva
lesarum, lurtarum og hyggjarum
steinar fyri breyð!
Vit eiga øll at fjálga um teir fáu
av okkara landsmonnum, sum
skara framúr, og mest sømuliga
og hábærsliga føðingardagsgávan
til André hevði verið, at bæði tað
sonevnda Kringvarpið og bløðini
fóru at gera javnligt brúk av hans-
ara stóru vitan, tí hann er sum Der
Tagesspiegel: Grundigur, sakligur
og kritiskur!
Vit eru nógv, sum ynskja André
tillukku við merkisárinum!
Virgar T. Dalsgaard
André Niclasen 70 ár