týsdagur 8. januar 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 8. januar 2008
21
Stutt Sagt
Neyðtók minst
50 kvinnur
Løgreglan í Japan kunn
gjørdi í gjár, at hon hevur
tikið ein mann, sum er
undir illgruna fyri at hava
neyðtikið í minsta lagið
50 kvinnur og fyri umleið
300 innbrot. Løgreglan
sigur, at tann 34 ára gamli
Yasunori Arikawa breyt
inn í íbúðina hjá einari
ungari kvinnu í býnum
Nagoya fyri seks árum
síðani. Hon lá og svav,
men vaknaði, tá hann kom
innar. Hann hótti við at
gera av við hana, um hon
gav ljóð frá sær, og síðani
neytók hann hana. Japan
ska løgreglan heldur, at
sami maður hevur neyð
tikið minst 50 aðrar kvinn
ur, og at hann hevur brotið
inn í umleið 300 hús og
íbúðir tey seinastu árini.
USA ávarar
Iran
Hvítu Húsini í Washington
ávaraðu í gjár Iran ímóti
at taka nakað stig, sum
kann
økja
spenningin
millum tey bæði londini.
Ávaringin hevði samband
við, at tríggir iranskir
bátar
órógvaðu
nøkur
amerikonsk
herskip
í
Hormuzsundinum
við
Persaflógvan um viku
skiftið.
Amerikanska
verjumálaráðið sigur, at
fimm bátar hjá iransku
tjóðarhirðini sigldu tætt at
teimum amerikonsku her
skipunum. Iranska stjórn
in hevur váttað tilburðin,
men sigur, at hann hevði
einki upp á seg.
Avstralia
flýtur í vatni
Tað hevur regnað av
grimd nógvastaðni har
eysturi í Avstralia, og í
landslutunum New South
Wales og Queensland siga
tey, at har hevur tað ikki
regnað so illa tey seinastu
tjúgu árini sum nú. Tað
nógva regnið hevur elvt
til vatnflóð nógvastaðni. Í
New South Wales standa
stór øki undir í vatni, og
onnur øki eru avbyrgd, og
myndugleikarnir har hava
lýst summi øki í neyð
hjálparstøðu, sigur BBC.
Har eru fleiri hundrað
fólk rýmd, tí húsini standa
undir í vatni. Fleiri áir eru
eisini farnar upp um áar
bakkarnar, og summar áir
eru so stórar, at brýrnar
um
tær
hava
fingið
skaða.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Vit hava fleiri prógv og ætla at útvega fleiri fyri at fáa
staðfest, at Chavez er sinnissjúkur
(Henry Ramos Allup)
útlond
Amerikanski forsetin
vónar framvegis
at fáa ísraelsmenn
og palestinar at
skriva undir eina
friðaravtalu í hesum
árinum
Tá George W. Bush kemur
til Ísraels í dag, er tað
hansara
fyrsta
almenna
vitjan har, og soleiðis er
eisini, tá hann seinni fer at
vitja Vestara Áarbakka.
Í novembur skipaði Bush
fyri ráðstevnu í Annapolis,
og hóast partarnir søgdu
seg vera komnar nærri
einari semju tá, hevur tíðin
síðani víst, at tað er fram
vegis langt á mál, skrivar
AP.
Bush er júst farin undir
sítt seinasta ár í Hvítu
Húsunum, og hann hevur
sagt, at hansara mál er at
fáa frið í Miðeystri, áðrenn
hann leggur frá sær. Men
eygleiðarar
í
Miðeystri
vænta ikki, at hann fer at
røkka hesum málinum.
Ætlandi skal Bush brúka
tríggjar teir næstu dagarnar
upp á støðuna millum
ísraelsmenn og palestinar,
men eygleiðarar vænta ikki
nøkur stórtíðindi haðani,
skrivar Reuters.
Iran er eisini eitt evni á
ferðini hjá Bush í Miðeystri,
og ætlanin hjá forsetanum
er
at
fáa
stuðul
frá
arabiskum
londum
í
stríðnum við Iran.
Bush til Miðeysturs í dag
Á ferðini skal George W.
Bush millum annað tosa við
ísraelska forsætisráðharran,
Ehud Olmert
Í Iran eru tveir menn
dømdir til deyða
fyri neyðtøku, og
revsingin er, at teir
skulu stoytast oman
av einum hamri
Tað er andstyggiligt, at
eitt stýri skal brúka tílíkan
avrættingarhátt
í
2008.
Hetta er spýggiligt, sigur
leiðarin fyri norsku deildini
hjá Amnesty International,
John Peder Egenæs, við
Aftenposten.
Teir báðir menninir kærdu
deyðadómin, men fyrra
dagin
staðfesti
iranski
hægstirrættur dómin, og at
menninir
skulu
stoytast
oman av einum hamri. Teir
eru dømdir fyri at hava
neyðtikið tveir ungar menn,
og vanliga revsingin í Iran
fyri neyðtøku er deyða
revsing.
Amnesty
International
heldur, at teir nógvu deyða
dómarnir í Iran í seinastuni
eru eitt tekin um, at
átrúnaðarligar kreftir hava
fingið størri ávirkan. Hetta
hevur verið serliga sjónligt,
síðani Mahmoud Ahma
dinejad gjørdist forseti.
Í fjør vórðu minst 297
fólk tikin av døgum í Iran,
og tað var tríggjar ferðir
fleiri enn í 2005. Higartil í
ár eru minst 14 fólk avrættað,
teirra millum tann 27 ára
gamla Raheleh Zamani, sum
átti tvey smábørn.
Brotsmenn verða stoyttir oman
Andstøðan í Vene
suela vil hava hægsta
rætt at staðfesta, at
Hugo Chavez, forseti,
er sinnissjúkur
Tað er flokkurin Demo
kratiskt Átak við Henry
Ramos Allup, formanni á
odda, sum vil hava staðfest,
at Hugo Chavez, forseti, er
sinnissjúkur og tískil ikki
egnaður
til
at
sita
í
forsetaembætinum.
Demokratiskt
Átak
royndi hetta sama í januar í
2002,
men
tá
noktaði
hægstirættur at taka støðu
til spurningin.
Enn hevur eingin av
hinum andstøðuflokkunum
tikið undir við áheitanini á
hægstarætt,
men
Henry
Ramos Allup sigur við
Reuters, at ætlanin er at
samskipa andstøðuna fyri
at fáa forsetan frá.
Vit hava enn próvtilfarið
frá 2002, men vit hava
eisini fingið meiri tilfar
afturat, og vit fara at prógva,
at forsetin er óálítandi og
ikki egnaður at vera forseti,
sigur Allup.
Siga
forsetan
vera
sinnis
sjúkan
Hugo Chavez. Er hann
sinnissjúkur?
Hendan myndin er frá
einum mótmælistiltaki ímóti
deyðadómunum í Irak
(Mynd: AP)