týsdagur 8. januar 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 8. januar 2008
Stór kanning vísir,
at besta íløgan tað
eina árið, kann gerast
vánaligasta íløgan tað
næsta árið. Tí ræður
um at vera varin við
íløgum í partabrøv og
at vísa skynsemi
ÍLØGUR
Finnur Sivertsen,
búskaparfrøðingur
Business-line.fo
Teir seinastu dagarnar fyri
jól er vanliga rættiligur
gravgangur á bankarnar av
skattaborgarum, ið vilja fáa
gleði av tí skattalætta, sum
stendur teimum í boði, um
teir rinda eftirlønina á konto
í bankanum innan árslok.
Danir hava í 2007 goldið
omanfyri 100 milliardir kr.
í eftirløn. Hetta er peningur,
ið fyri stóran part skal út á
altjóða partabrævamarknað
in at arbeiða.
Bestu partabrøvini
í 2007
Við árslok er vanligt at
kanna, hvørjar íløgur hava
staðið seg best, tær sokall
aðu børsrakettirnar. Her
hevur føroyska oljufelagið
Atlantic Petroleum rættiliga
gjørt vart við seg sum tann
besta
íløgan
á
danska
Virðisbrævamarknaðinum í
2007 við eini úrtøku uppá
249% og 110% frammanfyri
reiðaríið
Norden,
á
2.
plássi. Til lukku við tí!
Sí talvu
Besta norska partabrævið í
2007 gjørdist farmaflutn
ingsfelagið Golden Ocean,
ið hevði eina úrtøku uppá
207%. Besta svenska parta
brævið í fjør gjørdist vedd
ingarfyritøkan Betsson, har
ikki bert spælarar, men eis
ini íleggjarar tordu at vedda
uppá at teir fingu góða
úrtøku og fingu 402%!
Íløgufeløg
Eitt íløgufelag er ein fe
lagsskapur, har eitt tal av
íleggjarum hava tikið seg
saman um at fáa sum mest
burturúr síni uppsparing
við at gera íløgur í virðis
brøv við góðari úrtøku og
minni tapsvanda, uttan at
teir eru serfrøðingar.
Hyggja vit eftir úrslitum
hjá donskum íløgufeløgum
fyri 2007 sæst, at tað eru
tey feløgini, ið hava gjørt
íløgur í nýggjum marknað
um í Asia, Latínamerika og
Eysturevropa, ið hava fing
ið tey bestu úrslitini, við
eini úrtøku uppá 1536% í
2007.
Top-10
Somu 10
1996-1999
1999-2002
Staðseting
Árlig úrtøka
Staðseting
Árlig úrtøka
1
66%
841
-37%
2
63%
832
-31%
3
60%
845
-41%
4
59%
791
-27%
5
55%
801
-29%
6
53%
798
-28%
7
52%
790
-27%
8
52%
843
-39%
9
50%
851
-52%
10
50%
793
-28%
Kelda: Bogle Financial Centre, Lipper Inc.
Felag
Kurshækking 2007
Atlantic Petroleum P/F
249%
D/S Norden
139%
Vestas Wind Systems
125%
Spæncom A
100%
Mols-Linien
98%
Kelda: OMX Den Nordiske Børs A/S
01.01 – 27.12.2007
Atlantic Petroleum:
Ársins Børsrakett 20
Eydna í Hoyvíkar kirkju
Kristina Hestbech, sóknarprestur í Havn, hevur í
annaðkvøld fyrilestur í nýggju Hoyvíkar kirkjuni. Undir
evninum “Det gode liv – jagten på lykke” fer kendi danski
presturin at hugleiða. Kristina Hestbech er kend frá
sjónvarpssendingum í Danmark, umframt at hon hevur verið
við í í arbeiðnum hjá eini serligari arbeiðs og familjunevnd
hjá donsku stjórnini, og har hevur uppgávan verið at gera
tilráðingar um, hvussu arbeiðsmarknaðurin og familjulívið
fáast betur at passa saman. Fyrilesturin byrjar mikukvøldið
kl. 19.30 í Hoyvíkar kirkjuni.
Javnaðar-Café fríggjakvøldið
Fríggjakvøldið 11. januar skipar Javnaðarflokkurin fyri valCafé. Skráin
umfatar røður, felagssang, tónleik og skemt. Jóannes Eidesgaard, Helena
Dam á Neystabø, Heðin Mortensen, Katrin Dahl Jakobsen, John
Johannessen og Kristian Magnussen fara at halda røður. Vilhelm Johannesen
og Henrik Old fara at undirhalda við skemtiligum søgum úr tinginum og av
Gamla Apoteki. Harumframt verður møguleiki fyri at hitta øll tey nýggju
valevnini hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreymi. Tey eru AnnElisabeth
Joensen, Hilmar Augustinussen, Óluva Niclasen, Ingrid Henriksen, Aksel
Johannesen og Maria Hammer Olsen. ValCafé’in verður í hølunum hjá
Javnaðarflokkinum á Áarvegum fríggjadagin kl. 20.
28
vinnan