Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-08, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 5 - 8. januar 2008 007 Tað er sostatt lætt at velja íløgur, tá vit hyggja aftur­ eftir. Nógv torførari er at spáa um framtíðina. Tíverri er tað ein sannroynd, at tær íløgur, ið stóðu seg best tað eina árið, ofta standa seg illa eitt annað ár. Topp 10 íløgurnar 1996-1999 fóru til botns 1999- 2002 Ein stór, men einfald kann­ ing av 851 íløgufeløgum í USA vísir, at tey bestu íløgufeløgini í tíðarskeið­ num 1996­1999 endaðu millum tey heilt vánaligu, tað næsta 3 ára skeiðið, frá 1999­2002. Talvan niðanfyri vísir gongdina hjá 10 av bestu íløgufeløgum í USA 1996­ 1999 og gondina hjá hesum somu feløgum frá 1999­ 2002. Sí talvu Sum tað framgongur av talvuni, er talan um eitt tíðarskeið, har virðisbræva­ marknaðurin hevur verið sera óstøðugur. Sami ótrygg­ leiki er altíð galdandi, tá vit tosa um íløgur í virðisbrøv. Varni og skynsemi Atlantic Petroleum parta­ brævið hevur verið ein ser­ stakliga góð íløga í 2007 við eini úrtøku til sínar íleggjarar uppá 249%. Henda staðseting er so mik­ ið góð, at hon hevði ligið á 2. plássi, um hon varð við á styrkislistanum yvir parta­ brøv hjá Forbes Magazine í USA. Bara partaeigarar í stóru kemikaliafyritøkuni The Mosaic Company, í Minnisota, USA, kunnu, orsaka av óvanliga stórum eftirspurningi frá landbún­ aðinum, breggja sær av størri úrtøku enn AP, og fingu 342% í úrtøku í 2007. Hóast hesi avbera góðu úrslitini fyri 2007 fyriliggur als ongin trygd fyri, at úrtøkan verður eins góð í 2008. Úrtøkan kann gerast eins góð, ella enntá betri í 2008, men í løtuni ikki eru nógv tekin, ið benda á hetta. Tað, sum er umráðandi, er, at íleggjarar duga at vísa varni og skynsemi og spjaða íløgurnar meira enn nakran­ tíð, nú ið ótryggleikin á virðsbrævamarknaðunum sum heild tykist at verða størri enn hann hevur verið tey seinastu 3­4 árini. Tað skuldi vísa seg at gerast ein gylt íløga at keypa partabrøv í norska farmaflutningsfelagnum Golden Ocean í 2007, har úrtøkan til partaeigarnar var omanfyri 200%. Myndin: Eitt av mongu farmaskipunum hjá Golden Ocean, Channel Navigator Atlantic Petroleum var besta partabrævið á danska partabrævamarknaðinum í 2007. Úrtøkan til partaeigararnar var 249% Bláoygd sama forfaðir Ein danskur gengranskari hevur funnið prógv fyri, at øll menniskju við bláðum eygum hava sama forfaðir. Brún eygu er annars upprunaligi eygnaliturin hjá menniskjum, og fólk flest kring knøttin hava eisini brún eygu. Men Hans Eigberg á Panum Instituttet í Keypmannahavn hevur funnið út av, at eitt útbregði (mutation) í DNA’num hjá bláoygdum forðar fyri framleiðsluni av brúna litevninum melanin, sum er orsøk til tey brúnu eyguni. Hesi tíðindi ber Jyllands­Postem og í vikuni verður uppdagingin kunngjørd í vísindaliga tíðarritinum Human Genetics. Fólk arbeiða best heima Nýggj kanning sigur, at tað er best fyri bæði teg sjálvan og starvsplássið, um tú arbeiðir heima. Kanningin frá Pennsylvania State University er almenna kunngjørd í Journal of Applied Psychology tekur saman um 46 kanningar, um úrslitið av at arbeiða heima við hús. Og úrslitið er betur enn væntað, skrivar Politiken. Fólk flest eru soleiðis innrættað, at tey fáa mest burtur úr, tá tey ikki sita á skrivstovuni. Tá sleppa tey undan telefonum, sum ringja í tíð og ótíð, og øðrum sum annars órógvar eitt arbeiðspláss. Ágóðarnir av at arbeiða heima eru fleiri. Økt framleiðsla er eitt, men eisini eru fólk betur nøgd við arbeiðsplássið, og samstundis verða tey ikki eins strongd av stríðnum í at fáa familju­ og arbeiðslív at hanga saman. vinnan 29