Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-08, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 vinnan Nr. 5 - 8. januar 2008 Økt vælferð í altsamt fleiri londum økir eftirspurningin eftir olju og trýstir prísin upp Oljuprísur Árni Joensen arni@sosialurin.fo Altjóða samfelagið heldur ondini, nú oljuprísurin tog­ ar í 100 dollarar fyri tunn­ una, men vit kunnu eins væl venja okkum við, at hetta verður príslegan í komandi tíðum. Tann høgi oljuprísurin er við øðrum orðum komin fyri at verða. Tann dýra oljan hevur kortini ikki somu ógvus­ ligu ávirkanina á heims­ búskapin nú sum í kreppu­ árunum 1979­80. Men vit eiga at venja okkum við, at tann tíðin er farin, tá oljan ella rættari sagt ork­ an var bílig. Tað heldur í hvussu er danski búskap­ arfrøðingurin og ráevna­ serfrøðingurin hjá Jyske Bank, Jacob Vinding Jen­ sen, við Ritzau. Hann vísir á, at økt væl­ ferð í stórum londum sum Kina, India og Russlandi og í teimum oljuframleið­ andi londunum økir eftir­ spurningin eftir ráolju. Tí væntar hann, at prísurin á ráolju verður nakað oman fyri 80 dollarar í meðal fyri tunnuna í ár. Tað er 11 prosent oman fyri meðal­ prísin í 2007. Verið dýrari Hóast øll hvussu við, tá oljan herfyri fór upp um 100 dollarar, so vísa út­ rokningar, at í veruleikan­ um hevur hon verið dýrari fyrr. Tá prísurin var upp á tað hægsta undir oljukrepp­ uni í 1979­80, var hann 102 dollarar fyri tunnuna, um vit rokna eftir nútíðar­ krónuni. ­ Við tátíðar dollarakursi kostaði ein tunna av ráolju tá 632,40 krónur. Við dag­ sins dollarakursi kostar hon 493,13 krónur, og tí kendist oljuprísurin mein­ ari tá enn nú, sigur Jacob Vinding Jensen. Hann leggur afturat, at vit njóta gott av, at dollarin er vikn­ aður, men harafturat duga fólk betur at brúka orku nú enn fyri 25 árum síð­ ani. Búskaparfrøðingar vænta, at um fá ár fær námsvinnan í Grønlandi størri týdning enn fiski­ vinnan Grønland Árni Joensen arni@sosialurin.fo Tað er ikki bara onkur hiss­ ini búskaparfrøðingur, sum væntar, at námsvinnan fer at fáa størri týdning fyri grønlendska samfelagið enn fiskivinnan. Metingin er úr teirri seinastu frágreið­ ingini, sum tann ráðgevandi nevndin viðvíkjandi Grøn­ landi skrivaði. Har komu búskaparfrøðingarnir til ta niðurstøðu, at olja, gull, diamantar og aluminium fara at avloysa rækjur, svart­ kalva og krabba sum tey berandi ráevnini í grøn­ lendska búskapinum. Búskaparfrøðingar vísa á, at eftirspurningurin eftir ymsum metallum er vaksin sera nógv tey seinastu árini og veksur framvegis, og tað hevur skrúvað prísirnar upp ígjøgnum. Hetta hevur so aftur havt við sær, at náms­ vinna í teimum arktisku økjunum er eisini áhuga­ verd, tí tann góði prísurin ger, at framleiðslan kann løna seg hóast truplar um­ støður. Molybdæn fyri 50 mia. Hesin veksandi áhugin fyri teimum arktisku økjunum kom týðiliga til sjóndar í Grønlandi í fjør. Eitt av feløgunum, sum hevur fingið áhuga fyri Grønlandi, er kanadiska felagið Quadra Mining, sum eigur fleiri nám í Kanada og í USA. Felagið hevur boðað frá, at tað arbeiðir við einari ætlan um at leggja millum fýra og seks mia. krónur í eitt molybdæn­nám norðan fyri Ittoqqortoomiit í Landnyrð­ ingsgrønlandi. Molybdæn er eitt evni, sum verður brúkt til at styrkja ymsar stállutir við, eins og tað verður brúkt innan kjarn­ orkuídnað og sum smyrji­ evni til maskinur. Hildið verður, at molyb­ dæn­námið hjá Quadra Mining verður tað størsta námið í Grønlandi um nøk­ ur fá ár. Kanadiska felagið væntar, at tað verður klárt at fara undir framleiðslu á vári í 2012, og at har er nóg mikið av ráevni til millum 15 og 20 ára rakstur. Um­ setningurin hesi árini er mettur til millum 40 og 50 mia. krónur. 1.500 arbeiðspláss Jørn Skov Nielsen, sum er stjóri í grønlendska rávøru­ stýrinum, sigur við Ber­ lingske Tidende, at náms­ vinna verður ein høvuðs­ vinna í Grønlandi. ­ Mítt boð er, at innan fimm ár eru minst sjey nám í drift í Grønlandi. Tey fara at geva millum 1.300 og 1.500 arbeiðspláss, og vinn­ an fer at geva nógvan inn­ tøkuskatt umframt eitt sind­ ur av partafelagsskatti, sig­ ur Jørn Skov Nielsen. Tað er greitt, at tað fer at taka langa tíð, áðrenn Grøn­ land kann sammetast við stór námsvinnulond sum Kanada og Avstralia, men fleiri og fleiri í námsvinnuni vænta eitt námsævintýr í Grønlandi um ikki so mong ár. Í fjør vóru ikki færri enn 30 jarðfrøðingar frá fleiri kanningarfeløgum í Grøn­ landi og leitaðu eftir ymsum evnum í jørðini, og í løtuni hava 30 feløg 78 kanningar­ loyvi. Hildið verður, at feløgini Dýr olja er prísurin fyri vælferð Økt vælferð í stórum londum sum Kina, India og Russlandi økir eftirspurningin eftir olju og trýstir prísin upp Savnsmynd) Um fá ár verður námsvinna størri vinnugrein í Grønlandi enn fiskivinnan (Mynd: KNR) Í framtíðini skulu grøn- lendingar leita eftir gulli og diamantum Urguleikarafelagið fimm ár Urguleikarafelagið bleiv stovnað fyri 5 árum síðani. Í tí sambandi hevur felagið í dag sent út eitt tíðindaskriv, eitt slag av statusrapport, sum tekur saman um. Endamálið við Urguleikarafelagið byrjaði sítt arbeiði við at gera uppskot um gjald til urguleikarar. Hetta uppskot bleiv sent Mentamálaráðnum, men hevur felagið einki frætt síðani. Felagið fer í komandi ári at biðja um ein fund við kirkjuráðini, har hugt verður eftir starvslýsingum fyri urguleikarar. Urguleikarafelagið fer at heita á kirkjuráð við størri kirkjum, um at gera sáttmála við sínar urguleikarar. Arbeiðið, at kanna møguleikarnar fyri at taka urguleikaraprógv í Føroyum á ymiskum stigum, er í gongd. Vit miðja ímóti, at flestu urguleikarar í Føroyum um eini 2­3 ár hava tikið eitt urguleikaraprógv á grundstigi, skrivar Urguleikarafelagið millum annað í tíðindaskrivi. Tjóðsangurin 100 ár Í dag, 8. januar 2008, eru liðin 100 ár, síðani tjóðsangurin varð prentaður á fyrsta sinni. Tað var í Tingakrossi tann 8. januar í 1908. Símun av Skarði yrkti og Petur Alberg gjørdi lagið. Í samband við 100 ára dagin bjóðar Forlagið Fannir bókina ”Streingir, ið tóna I” fyri serprís – kr. 100,­. Bókin fæst í bókhandlunum og frá forlagnum. Tilboðið er galdandi fram til 8. februar 2008.