Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-08, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 5 - 8. januar 2008 ] Drogba fær nýggjan venjara Fílabeinsstrondin skal venjast av Gerard Gili undir African Nations Cup-kappingini Tað verður Gerard Gili, ið skal royna at føra Didier Drogba og hinar spælararnar frá Fílabeinsstrondini til oddin í African Nations Cup, ið fer av bakkastokki í hesum mánaðinum. Tann fyrrverandi venjarin hjá Bordeaux og Marseille, og núverandi U/21- venjarin, verður fyribils avloysari hjá Uli Stielike, tí sonur týskaran, í løtuni liggur í koma. -Sonurin liggur á intensivu deild, og eg eri vekk, inntil heilsustøðan batnar, sigur Stielike. Tessvegna stendur Gill á odda fyri Fílabeinsstrondini móti Nigeria tann 21. januar og Benin tannn 25. januar. Stielike almannakunngjørdi hóp sín leygardagin, men sama kvøld hendi vanlukkan. Nummar 20 á heimsstyrkislistanum í hondbólti og fimm spælarar, ið dagliga spæla í heimsins sterkastu og bestu kapping – Týsku Bundesliguni, hetta eru sannroyndir, ið ikki eru at vika, og seta tær samstundis úrslitið í eitt bjartari ljós. Hvat kann man vænta sær av dystunum HONDBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Á leið 600 áskoðarar vóru uppmøttir til dystin í Ítrótt- arhøllini á Hálsi, har Føroy- ingar skuldu spæla fyrsta landsdystin í langa tíð, móti einari stórari hondbólts- tjóð. Áskoðararnir mundu tó ikki vænta at tað fór at ger- ast eins spennandi, og tað gjørdi, tí føroysku spælarar- nir vóru uppsettir…Sera uppsettir, at vaska lemjandi ósigurin yviri í Serbia av sær. Frá byrjan var tað verjan, ið vísti vegin við einum, til tíðir, óhugnaliga góðum stríðsvilja, og tað speglaðist so eisini aftur í spæligleði og dirvi. Føroyar fingu eina nærum perfekta byrjan, og løgdu seg á odda 3-0, áðr- enn Serbar komu í gongd, og føroysku leikararnar fin- gu eisini alt fyri eitt at vita av áskoðaraplássunum, at hetta var nakað, tey hildu vera stuttligt, og viðhalds- rópini floymdu yvir føroys- ku stríðsmennirnar. Stórur styrkur í Heina Heini Hanusarsson, ið dag- liga spælur í Elite 3000 Helsingør, saman við Róki A. Nielsen, var ikki við í Serbia, og tá hann so kom við aftur á heimavølli, var munurin sjónligur. Klárt var at síggja at hesin er van- ur við at spæla á høgum støði, og hann tók mangan nærdystin móti kempunum av Balkan. So nógvar, at hann fekk øst ein av serbun- um somikið, at hesin leyp á Heina, tá hann var á veg undir brúsuna, eftir at vera burturvístur fyri tríggjar ferðir at hava fingið 2 minuttirs útvísing. Serbin hevði stutt frammanundan fingið beinleiðis burturvís- ing fyri harligt spæl, tá hann slóg eftir andlitinum á júst sama Heina. So Heini hevur volt serbunum trupu- leikar og øst teir upp eitt sindur – Tað skal ikki so nógv til, tí blóðið rennur heitt á Balkan. Lítlir men knáir Hóast okkara vóru bæði minni og hava minni royndir enn mótstøðuliðið, smædd- ust okkara ikki, og tóku av møguleikanum, tá høvið var til tess. Serliga imponeraðu hoy- víkingarnar Janus Sørensen og Dánjal Tórgarð, ið vístu stórt dirvi og áræði móti størri hondbóltsmaktini. Stuttligt at síggja spælarar við neyðuga frekleikanum til at útfordra og loypa á. Fríski Sveinur í essinum Sveinur Justinussen hevur verið so óheppin at hann hevur drigist við skaða, men hann tykist Sveinur at vera blivin frískur av, og við einum megnar innsatsi og heili seks málum, gjørd- ist hann besti føroyski mál- skjúttin hesaferð. Hetta man óivað vera nak- að, teir í StÍF fegnast um, tí lið teirra liggur á odda í Atlantic Airways-kapping- ini, og fara óivað at hava brúk fyri Sveini, skulu teir halda fast um leiðsluna. Næstan sum í ’76 og ’80 Kári Mortensen, ið er kans- ka kendasta navnið í før- oyskum hondbólti gjøgnum tíðirnar metir at hetta er eitt megnarúrslit, og at vit eiga Føroyar-Serbia 28-33 (14-15) Serbar høvdu truplan dyst Heini Hanusarsson roynir at steðga einum serbiskum stórskjútta Mynd: Álvur Haraldsen