týsdagur 8. januar 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 5 - 8. januar 2008 ]
Serbisk stjørnuleikari er imponeraður
Serbiski Petar Nenadic, ið hevur spælt við so mætum felagi sum Barcelona úr Spania,
men seinastu seks mánaðirnar hevur spælt við spanska felagnum Algeciras, heldur at
Serbia ikki spældu sín besta dyst leygardagin í Havn, men hann heldur at føroyska liðið
spældi væl, og at serliga málmenninar hjá føroyingum vóru ein kleppur um hálsin á
serbisku stórskjúttunum.
á Hálsi
at halda áfram við at senda
landslið út til slíkar kapp
ingar.
Vit eiga heilt víst, at sen
da landslið okkara út til
tílíkar kappingar í framtíð
ini. Og eisini tey yngru lið
ini og kvinnulandsliðið.
Ungdómsliðini mugu ikki
verða eftirbátar í stóra spæl
inum, tí har verða lunnar
lagdar fyri framtíðini. Man
má fyri alt í verðini ikki
gloyma tey ungu, sigur ein
rættuliga avgjørdur Kári
Mortensen, ið eisini hevur
verið virkin í landsliðshond
bólti, uttanfyri vøllin.
Tíðin í Hondbólt
sambandinum
Kári Mortensen kom inn í
nevndina í Hondbóltsam
bandinum í 1994, tá hann
vildi vera við til at byggja
upp ein leist, har møguligt
var hjá øllum landsliðum at
vera við í altjóða kapping
um, eisini unglinga og
kvinnulandsliðunum.
Longu árið eftir í 1995
var byrjað uppá miðvíst
ungdóms landsliðsarbeiði,
og tá veddingarpengar, av
fyrsta sinni komu í 1996
(uml 700 túsund krónur
blaðm.), var gamaní hjá
nevndini at arbeiða, og í ár
2000 vóru Føroyar umboð
aðar á øllum pallum í
altjóða høpi. Nevndin vísti,
at varð rætt farið um, og
rætt og raskt fólk var til
knýtt arbeiðinum, kundi
væl bera til at reka lands
liðshondbólt, á væl breidri
palli, enn í dag. Áhugavert
var at síggja, at hetta maldi
runt, og ikki gav stórt hall.
Tí er tað so ómetaliga týdn
ingarmikið, at hetta arbeiði
kemur í gongd aftur, ongan
tíð ov skjótt, sigur Kári
Mortensen, ið saman við
kendum nøvnum, sum Eyð
finn Egholm og Hanus Joen
sen (pápa Heina Hanusars
son blaðm.) og mongum
øðrum, vóru profilarnar á
liðunum í 1976 og 1980, ið
spældu CHM í ávíkavist
Portugal og heima í Føroy
um.
Heini í hornatøkum við Stojkovic, ið fekk burturvísing, fyri harligt spæl
Mynd: Álvur Haraldsen
Kári Mortensen, ein av stóru
profilunum á liðnum, ið
spældi í '76 og '80
Mynd: Álvur Haraldsen