týsdagur 8. januar 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
[ Nr. 5 - 8. januar 2008 ]
Heini Hanusarsson
er ein av absoluttu
lyklaleikarunum
á føroyska lands
liðnum, og hann
heldur at hetta er
rætti pallurin, vit eiga
at spæla á
HONDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Heini var sjálvur ikki við í
fyrsta dystinum hjá føroy
ingum móti Serbia, men
hann er av teirru áskoðan,
at
føroysku
leikararnar
kempaðu sum úlvur á skóg,
og stóðu lítið aftanfyri stóru
hondbóltstjóðina
av
Balkan.
Vit høvdu dirvi og áræði
til at spæla okkara kjans, og
tóku av, tá høvið var til tess,
sigur Heini Hanusarsson, ið
er vælnøgdur við at tað
royndist føroyska liðnum
so væl móti serbisku yvir
maktini.
Nú hava vit ikki spælt
nakran veruligan landsdyst
í nærum 10 ár, og tað er
sera óheppið. So tað skal
vera mín vón, at Hondbólt
Samband Føroya (HSF)
leggur sær fyri at tað javnan
vera altjóða skrásettir dystir
á skránni hjá bæði monnum
og kvinnum. Hetta er veg
urin, heldur enn at senda lið
til tílíkar kappingar, sum
Challenge Trophy, har vit
fáa eittans góðan dyst. Vit
hava funnið rætta pallin,
sigur Heini.
Gamaní kann man
vænta at fáa ein lúsing við
hvørt, tá spælt verður móti
mætum hondbóltstjóðum,
men halda vit áfram, og vit
javnan fáa stórar avbjóð
ingar, so skal okkurt stigið
ivaleyst koma í skjáttuna.
Menningin verður munandi
størri, og stuttligari verður
at spæla hondbólt.
Heini Hanusarsson heldur
eisini, at vit eiga at byggja
víðari uppá hetta úrslitið,
og so metir at hann at ungu
kreftirnar á liðnum stóðust
serstakliga væl.
Sjálst um støddin ikki
er við okkara ungu leikar
um, spældu teir við dirvi og
áræði. Teir vóru ikki bang
nir fyri at taka avbjóðing
arnar á herðarnar og leypa
á stóra serbiska múrin.
Heini vónar at HSF fer at
halda áfram við landsliðs
arbeiðinum, so at vit javnan
kunnu síggja slíkir innsatsir
frá einum føroyskum hond
bóltslandsliði.
Drívmegin handan
Kyndlamaskinuna,
gjøgnum seinastu
mongu árini, og
eisini á landsliðnum
vísur hann ein
øðiligan stríðsvilja.
Talan er sjálvsagt
um Hans Áka Dahl
Christiansen, ið
stendur eftur við
einari løgnari kenslu.
Tí hann kundi hugsað
sær meira burturúr
dystinum
HONDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Eg standi eftir við einari
løgnari kenslu. Eg eri sera
væl nøgdur við avrikið,
móti hesari mætu hond
bóltstjóð, men samstundis
eitt sindur skuffaður, sigur
Hans Áki.
Hvat gjørdu tit ørðvísi
leygardagin?
Vit avtalaðu áðrenn
dystin, at verjuparturin ikki
skuldi liggja eftir, og at allir
sum ein skuldu taka tøk í
felag. Hetta meti eg, riggaði
stak væl og var høvuðs
orsøkin til góða úrslitið, vit
fingu, sigur Hans Áki, ið
følir seg noyddan at siga at
um eitt sindur av hepni var
við okkara, so var úrslitið
kanska eitt annað. Men sum
heild er hann væl nøgdur
við føroyska avrikið og
úrslitið.
Hvørjar vónir hevur tú til
dystin móti Ísrael, miku
kvøldið?
Vónirnar eru góðar, og
megna vit at koma við
einum líka góðum innsatsi
tá, so skuldi sæð gott út.
Men tá tað er sagt, so veit
eg ikki serliga nógv um
Ísraelska liðið, annað enn
at tað neyvan er líka sterkt,
og Serbia er, sigur Hans
Áki.
Eg gleði meg til slíkar
dystir og vit fara at royna at
gera okkara besta, so má
man síggja, hvussu langt
tað røkkur sigur Hans Áki
endaliga.
Fyrsta venjingin hjá Rógva
Nýggja norska felagið hjá Rógva Jacobsen, Hødd, vandi fyri
fystu ferð í gjár. Hetta var eisini fyrsta venjingin hjá Rógva í
Noreg, og hon gekk væl. Sambært heimasíðuni hjá Hødd vísti
Rógva góðar taktir til venjingina. Tað sama gjørdi hin nýggi
leikarin, ið eitur Vemund Brekke Skard. Vant var á
graslíkisvølli, sum ikki er heilt ókent fyri Rógva. Ferðin var
høg og menn vóru svangir eftir at sleppa í gongd, skrivar
heimasíðani hjá Hødd.
Upphiting til landsdystin
Finnur Hansson hevur tikið stig til at skipa fyri upphiting í samband
við hondbóltslandsdystin millum Føroyar og Ísrael í annaðkvøld.
Finnur fylgdi sjálvur dystinum móti Serbia og fegnaðist um, at so
nógvir áskoðarar vóru til staðar. Hann eftirlýsir tó eitt sindur meiri
róp, geyl og villskap frá áskoðarunum, og tí skipar hann fyri
upphiting kl. 18.00 í Gundadalshøllini. Har kunnu fólk fáa
andlitsmáling, og annars bara koma í gott lag áðrenn dysturin byrjar.
Finnur Hansson hevur tosað við tey ymsu hondbóltsfeløgini í
landinum, sum síðani hava boðað limum sínum frá tiltakinum. Tískil
kann roknast við, at fitt av fólki savnast har kl. 18 í í annaðkvøld.
Dirvi og áræði
er vegurin
Ein góð og løgin kensla
Heini Hanusarsson kempar fyrimyndarliga í verjuni
Hans Áki Dahl Christiansen enn einaferð í hornatøkum á strikuni