Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-08, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2008síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 tíðindi Nr. 5 - 8. januar 2008 Valfundur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í gjárkvøldið var almennur politiskur fundur í Ítróttar­ høllini í Runavík. Tað vóru Tjóðveldi og Miðflokkurin, sum tóku stig til fundin. Tórbjørn Jacobsen, løg­ tingsmaður, beyð vælkom­ in, og tað var Bill Justinus­ sen, sum takkaði fyri. Annars var væl møtti fund­ urin ikki merktur av, at tað vóru ávísir flokkar, sum vóru stigtakarar. Tórbjørn vísti á, at soleið­ is, sum valstríðið verður skipað í dag, eru fáir fundir av slíkum slagi longur, og tí høvdu flokkarnir tikið hetta stigið. Evnið á valfundinum í gjárkvøldið var “Skálafjarð­ artunnilin – fyrimunir og vansar”, og løgtingsmaður Tjóðveldisins helt fyri, at henda stóra verkætlan ikki hevur verið so nógv frammi í seinastuni. ­ Vit hava nú gjørt av at varpa ljós á Skálafjarðar­ tunnilin, segði hann. Valfundurin varð skipaður á tann hátt, at tveir fyri­ lestrar fyrst vórðu hildnir. Dávur Reinert Hansen, tekniskur stjóri í P/F Skála­ fjarðartunlinum, greiddi fyrst frá verkætlanini við orðum og myndum og gjørdi status í málinum, og síðan helt Gilli Trónd, býar­ frøðingur og geografur, fyri­ lestur um fyrimunir og vansar við tunlinum. Eftir fyrilestrarnar var pallborðsorðaskifti við um­ boðum úr øllum flokkum. Við pallborðið sótu soleiðis Bjarni Djurholm (Fólka­ flokkurin), Heðin Morten­ sen (Javnaðarflokkurin), Kári P. Højgaard (Sjálv­ stýrisflokkurin), Alfred Olsen (Sambandsflokkur­ in), Bill Justinussen (Mið­ flokkurin) og Torbjørn Jacobsen (Tjóðveldi). Skipað varð fyri einum spurnarpaneli við Regini Jacobsen, stjóra á Bakka­ frost og Meinhardi Jacob­ sen, stjóra á Faroe Seafood. Orðstýrari var Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún. Lítið umrøtt Tað var í februar mánaða í 2006, at partafelagið Skála­ fjarðartunnilin varð stovn­ að. Kaupthing og Lív stovn­ aðu felagið, og beinanvegin varð farið undir at fyrireika eina umsókn til Føroya landsstýri. Endamálið við umsóknini var at fáa loyvi til at byggja, eiga og reka eitt fast samband millum Skálafjørðin og Suður­ streymoy. Felagið læt landsstýrinum umsóknina 18. januar í 2007, og 30. apríl samtykti løgtingið eitt uppskot til samtyktar frá Vinnumála­ ráðnum. Við hesi samtyktini kundi landsstýrismaðurin, Bjarni Djurholm, nú fara undir samráðingar við P/F Skálafjarðartunnilin um verkætlanina. Í seinastuni hevur málið verið lítið umrøtt, og lands­ stýrismaðurin hevur sagt, at hann bíðar eftir eini eyka­ játtan til keyp av serfrøði­ hjálp úr útlandinum, tí hann metir ikki, at landsstýrið hevur neyðuga førleikan her heima. Henda játtan kom ikki upp á pláss, áðrenn løgmaður útskrivaði val, og málið fall burtur saman við øðrum málum. Allir positivir Í blaðnum í morgin fara vit at endurgeva partar av tí, sum ávikavist Dávur Rein­ ert Hansen og Gilli Trónd førdu fram. Báðir fyrilestrar­ nir vóru áhugaverdir – á hvør sín hátt, og kanska ser­ liga heftu fólk seg við ymiskt av tí, sum Gilli førdi fram um, hvat tað kostar at bíða við hesi verkætlan. Ein partur av framløguni hjá Dáva hevur náttúrliga verið frammi áður – og er kend millum manna, tí mál­ ið um undirsjóvartunnil millum Skálafjørðin og Suð­ urstreym hevur eina tíð á baki. Hinvegin var áhugavert at hoyra Dáva umrøða stat­ us, nú felagið hevur bíðað í einar 10 mánaðir eftir polit­ iska myndugleikanum. Skulu vit taka fundin fyri góða “vøru”, nú hetta var ein valfundur, er alt, sum bendir á, at málið um nýggja sambandið millum Eysturoy og Streymoy verð­ ur eitt tað fremsta hjá øllum flokkum eftir løgtingsvalið komandi. Øll umboðini søgdu seg taka undir við hesi ætlan, og flestu lótu veljararnar vita, at hetta mál kemur at hava fyrsta prioritet eftir løgtingsvalið. Summi valevni tengdu eisini ein altjóða flogvøll uppí hetta málið – ella sum eitt mál, ið liggur næst Skálafjarðartunlinum at loysa. Gerast ordiligt Við pallborðið reistu fleiri spurningin, hví tað hevur tikið so langa tíð hjá Bjarna Djurholm, landsstýris­ manni, at fáa neyðugu játt­ anina til serfrøðihjálpina úr útlandinum. Landsstýrismaðurin greiddi frá, at málið ikki er so einfalt, sum nógv vilja gera tað til, tí talan er um at samráðast við eitt ávíst felag um størstu verkætlan í Føroya søgu. Í fyrsta lagi er neyðugt, at tann peningur, sum verður játtaður til serfrøðihjálpina, kemur upp á pláss, so eingin – ei heldur landsgrann­ skoðarin – kann seta fingur­ in á hetta. Í øðrum lagi skal sáttmálin, sum landsstýrið væntandi fer at gera við P/F Skálafjarðartunnilin, leggj­ ast fyri løgtingið, sum eigur endaligu avgerðina. Vit fara í blaðnum í morg­ in at vísa meira ítøkiliga á fleiri sjónarmið, sum val­ evnini førdu fram, men verður tað Bjarni Djurholm, sum verður tungan á váð­ skálini eftir komandi løg­ tingsval, hoyrdi øll fundar­ fjøldin mannin siga, at hann brennur fyri hesi stóru verkætlan, sum Skála­ fjarðartunnilin er. ­ Eftir at nýggj samgonga er skipað, vænti eg, at tað fer at taka einar tríggjar mánaðir at semjast við felagið um ein sáttmála, og síðan kann málið leggjast fyri løgtingið til endaliga støðutakan, segði lands­ stýrismaðurin, sum av mongum verður lagdur undir at hava ligið oman á hesum máli. Mong høgg Við pallborðið fekk Bjarni Skálafjarðartunnilin lig Teir hildu fyrilestrar á valfundinum í Ítróttarhøllini í Runavík í gjárkvøldið, Gilli Trónd og Dávur Reinert Hansen. Báðir fyrilestrarnir vóru áhugaverdir, og vit fara at venda aftur til teirra í blaðnum í morgin Mynd: Vilmund Jacobsen Skulu vit taka valfundin í Runavík í gjárkvøldið fyri góða “vøru”, er alt, sum bendir á, at málið um nýggja sambandið millum Eysturoy og Streymoy verður eitt tað fremsta hjá øllum flokkum eftir løgtingsvalið komandi. Øll umboðini søgdu seg taka fult undir við hesi ætlan, og flestu lótu veljararnar vita, at hetta mál kemur at hava fyrsta prioritet eftir løgtingsvalið komandi