týsdagur 8. januar 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 8. januar 2008
37
tíðindi
Djurholm mong høggini
fyri ikki at hava syrgt fyri,
at samráðingarnar við P/F
Skálafjarðartunnilin
vóru
komnar longri, nú løgtings
val varð útskrivað.
Bill Justinussen helt fyri,
at fløkja var komin í tíðar
perspektivið hjá landsstýris
manninum og harmaðist
um, at málið var komið í
dra.
Eg vóni, at vit nú fáa
eitt politiskt skifti í Føroy
um, og málið um Skála
fjarðartunnilin verður tað
fyrsta, sum Miðflokkurin
fer at senda av bakkastokki,
segði løgtingsmaðurin.
Alfred Olsen segði, at
hann altíð hevur tikið undir
við hesi verkætlan, bæði tí,
at hon byggir á tað privata
grundarlagið og tí, at tað
eru fólk úr økinum hjá hon
um, sum stóðu – og standa
– aftanfyri hesa ætlan.
Eftir 2025 árum verður
tunnilin givin sum gáva til
almennu Føroyar.
Hann vísti á fyrimunir,
sum tunnilin hevur við sær
– við størri trygd á vegnum,
minni vegasliti, minkandi
oljunýtslu, minni útláti og
tíðarsparing hjá tí einstaka.
Tórbjørn Jacobsen helt,
at
ein
undirsjóvartunnil
millum Eysturoy og Suður
streym er skilabesta íløgan
í undirstøðukervið í Føroy
um.
Hann vísti á ta veldugu
synergi, sum henda íløga
fer at skapa, bæði vinnuliga,
handilsliga
og
í
aðrar
mátar.
Vit mælti til, at arbeiðið
varð boðið út, so markn
aðarkreftirnar kundu ráða
fyri, hvør fær til uppgávu at
fremja hesa ætlan. Eg ivist
tó onga løtu í, at P/F
Skálafjarðartunnilin hevði
havt góðar møguleikar at
fingið hesa verkætlan, segði
Tórbjørn Jacobsen.
Nógvir spurningar
Bjarni Djurholm vísti á, at
hann í hesum máli hevur
verið noyddur at halda seg
til ”jarðiska veruleikan”,
sum hann tók til.
Hann greiddi frá gongdini
í málinum og segði, at
landsstýrismaðurin
hevur
havt nógvar spurningar at
taka hædd fyri og taka støðu
til.
Vit hava havt einar tríggj
ar fundir við P/F Skála
fjarðartunnilin, men náddu
tíverri ikki at koma á mál í
hesum umfari.
Landsstýrismaðurin vísti
á, at kanska verður neyðugt
hjá landsstýrinum at útvega
sær
serfrøðihjálpina
úr
Sveits ella London, tí hend
an helst ikki finst í Dan
mark.
Vit høvdu vónað at fáa
peningin til serfrøðihjálpina
í oktober, men hetta eydn
aðist tíverri ikki, segði
Bjarni Djurholm, sum ann
ars dugdi rímiliga væl at
grundgeva fyri, hví málið
ikki var komið longri.
Hann vissaði tó um, at
hann í allar mátar brennur
fyri Skálafjarðartunlinum.
Kári P. Højgaard vísti á,
at summi mál ganga skjótt,
meðan onnur ganga seint.
Tað veldst eisini um
viljan, og eg haldi ikki, at
landsstýrismaðurin
hevur
gjørt nóg mikið fyri at fáa
hesar pengarnar til serfrøði
hjálpina.
Sjálvur er Kári í fíggjar
nevnd løgtingsins, og hann
vísti á fundinum á, at hon
um kunnugt var einki til
hindurs fyri hjá lands
stýrismanninum
at
fáa
umbida peningin.
Eg skilji ikki, at hetta
mál skal vera so kom
pliserað, sum Bjarni Djur
holm hevur gjørt tað til,
segði løgtingsmaðurin.
Tekur avgerðir
Heðin Mortensen helt fyri,
at verkætlanin við undir
sjóvartunli millum Eysturoy
og Suðurstreymoy er heilt
einastandandi, sum hann
tók til.
Hetta samband kemur
at hava nógvar fyrimunir
við sær, bæði vinnuliga,
handilsliga, á tænastuøki
num og við arbeiðsmegi
millum økini.
Heðin legði annars dent
á, at nógv skal gerast í
Havnini fyri at kunna taka
ímóti allari ferðsluni, sum
nýggja
meginæðrin
úr
Suðurstreymoy og norður
til Klaksvíkar kemur at
merkja.
Eg taki fult undir við
hesi verkætlan, segði hann
og helt fyri, at her er ov
nógv tosað, men ov lítið
gjørt.
Bill Justinussen helt fyri,
at tað er slíkum monnum,
sum Heðini Mortensen, ið
føroyskur politikkur hevur
brúk fyri, tí borgarstjórin í
Havn tekur avgerðir.
Kanska eru ikki allar
avgerðirnar rættar, men so
rættar hann tær bara, legði
løgtingsmaðurin
hjá
Miðflokkinum aftrat.
ggur fremstur í røðini
Stórur áhugi var fyri valfundinum í Runavík í gjárkvøldið. Nógv fólk lýddu á, hvat valevnini halda um verkætlanina við tunli millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy
Mynd: Vilmund Jacobsen