týsdagur 8. januar 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Løgtingsvalið 19. januar 2008
11
Av øllum málum er mítt
fremsta hjartamál, at
okkara eldru skulu fáa
betri umstøður. Av roynd
um veit eg, at nógv restar í,
og tí er tað upp á tíðina, at
vit seta fokus á tey, sum
hava bygt upp hetta
samfelag, vit onnur bjóða
okkum fram til at reka.
Vit, sum hava tørvin hjá
okkara borgarum inn at
okkum hvønn einasta dag,
síggja og merkja, hvussu
stórur tørvur er á eldra
økinum. Tørvur er á bæði
ellisheimum, røktar
heimum og røkt hjá
teimum, sum búgva heima
og kunnu búgva heima.
Tá tosað verður við eldri
fólk, eru mong av teimum
sera tolin og enntá takksom
fyri tað, sum er gjørt. Men
í veruleikanum eiga tey
hvørki at vera tolin ella
takksom, tí tað skuldi bara
mangla, nú tað eru tey,
sum gjøgnum eitt langt
arbeiðslív hava bygt hetta
samfelagið upp.
Ikki minst tey, sum eru
knýtt at teimum eldru
gjøgnum røkt og annað,
síggja dagliga ovurstóra
tørvin, ið má og skal
nøktast nú. Tey eldru gera
lítið burturúr at gera vart
við seg, so tí liggur ein
stór ábyrgd á øllum
politikarum at taka teirra
tørv í fullum álvara. Nú!
Veruleikin er, at støðan
hjá teimum eldru nógva
staðni kring landið, og
kanska serliga í Suður
streymoy, er einki minni
enn katastrofal! Hóast
kommunan við millum
annað Tjarnargarði hevur
roynt at gjørt sítt, so eiga
landsmyndugleikarnir at
vera virknir viðspælarar,
so røkkast kann á mál.
Umráðandi er, at vit fáa
sett meira ferð á eldraøki
num, so tað ikki skal vera
neyðugt at bíða eftir
teimum loysnunum, ið eru
neyðugar. Her krevst
handling, og við eldraøki
num sum mínum fremsta
hjartamáli vil eg gera mítt
til, at trupulleikarnir á
eldraøkinum verður
loystir til fulnar – og tað
skjótt eisini!
Eingin umbering er fyri,
at so nógv hevur ligið og
liggur á láni, tí hetta er
bara ein spurningur um
vilja og áræði til at fremja
málini í verki. At eg eri til
reiðar til tað, havi eg víst
fyrr, og tað vil eg gera
aftur!
Eldraøkið er mítt
fremsta hjartamál
valevni Javnaðarfloksins
www.hedinmortensen.com
Heðin
Mortensen
Val
Eingin hevur hug til, at
livifóturin skal lækka, tá
pensjónstilveran byrjar.
Tí skulu allir føroyingar
spara upp til sína egnu
pensjón, og vit skulu
byrja nú
Hvussu fer tín tilvera sum
pensjónistur at síggja út
fíggjarliga?
Stóri spurningurin,
fleiri seta sær, er, um
livifóturin fer at lækka, tá
tíðin á arbeiðsmarkn
aðinum heldur uppat. Tey
flestu fara sum kunnugt
niður í inntøku, tá tey
gerast pensjónistar, men fá
munnu hava hug til, at
livifóturin lækkar.
Hvat er til ráða at taka?
Jú, lykilin til ein fíggjarliga
tryggan og virðiligan
aldurdóm liggur m.a. í
einari pensjónsskipan, har
hin einstaki sjálvur hevur
høvuðsábyrgdina av at
spara upp.
Í dag er fólkapensjónin –
hóast hon er hækkað nakað
– langt frá nettolønarinn
tøkuni hjá teimum flestu.
Samhaldsfasti er eitt
ískoyti, men neyvan nóg
mikið. Tí er neyðugt at
spara upp sjálv/ur eisini,
og vit eiga at byrja nú.
Framtíðarmyndin er, at
vit í Føroyum verða fleiri
eldri, meðan talið av
arbeiðsaktivum fer at
standa í stað. Tað merkir,
at færri verða at gjalda
fólkapensjónina til tey
nógvu. Tað er ein onnur
orsøk til, at hin einstaki
eigur at hugsa um, at
leggja til síðis til egna
pensjón.
Í øðrum europeiskum
londum er lógarkrav um, at
hin einstaki skal spara upp
til pensjón, t.d. eini 15
prosent av lønini. Hetta
eiga vit eisini at krevja í
Føroyum, og skattaskip
anin skal framhaldandi
geva teimum fyrimun, ið
spara upp til pensjón sjálvi.
Tá tað er sagt, skal hitt
almenna ikki blanda seg
uppí, hvat slag av pensjón,
hin einstaki velur, ella
hvussu útgjaldið skal
skipast. Heldur ikki skulu
almennir myndugleikar
hava nakra meining um,
hvar uppsparingin stendur í
uppsparingartíðarskeið
num, og um hon t.d. verður
sett í virðisbrøv. Tað er upp
til hansara ella hennara, ið
hevur spart upp og tí eigur
peningin.
Tey, sum av sosialum
orsøkum ikki hava nakran
rímiligan møguleika at
spara upp, skulu hjálpast í
almennu skipanini, so
eisini tey fáa ein virðiligan
aldurdóm.
Hetta er sambands
politikkur, og hann skal
setast í verk eftir valið.
Øll skulu spara upp til pensjón
Sambandsflokkurin
edMund
Joensen
Val
Ferð eftir ferð gera sjúkra
røktarfrøðingar vart við
støðuna á Landssjúkra
húsinum. Men hvar eru
læknarnir?
Felagið føroyskir sjúkra
røktarfrøðingar fer í kom
andi viku á fund um
arbeiðsumstøðurnar á
Landssjúkrahúsinum.
Hetta er hugaligur
lesnaður.
Havi onkuntíð roynt at
tikið málið upp í fjølmiðl
um uttan stórvegis stuðul
frá sjúkrahúslæknunum.
Vælsignaðir læknar,
takið blaðið frá munni
num og gevið okkum eitt
boð uppá, hvussu vit ætla
at fáa umstøðurnar betri á
Landssjúkrahúsinum. Lat
okkum halda uppat við at
fjala okkum attan fyri
leiðsluna. Vit noyðast út á
vøllin og geva sjúkrasystr
unum tann stuðul tær so
ríkiliga hava uppiborið.
Sjúkrarøktarfrøðingar
og Landssjúkrahúsið
valevni hjá Tjóðveldinum
www.jakupp.fo
Jákup
petersen
Val
Sambært veljarakann
ingum er stórur partur av
veljarum Miðfloksins ung
fólk. Tey ungu eru radikal
eins og Miðflokkurin.
Ung vilja hava greið svar
og avgjørdar meiningar
um stóru spurningarnar í
politikki. Tey góðtaka
ikki, at ein tosar í eystur
og annar í vestur í sama
flokki, tí tá er meiningin
við at hava politiskar
flokkar burtur. Aðalmálið
við at hava ein politiskan
FLOKK er júst, at har
savnast fólk, sum hava
somu politisku sjónarmið.
Tað er óskiljandi, at fólk,
sum eitt nú eru ímóti
skrásettum parlagi kunnu
flokkast saman við fólki,
sum taka undir við skrá
settum parlagi. Tí júst tað
málið er ein stórur
politiskur spurningur.
Ungdómsumboðan
Men Miðflokkurin hevur
eisini ungdómspolitikk á
skránni á øðrum økjum
enn teimum etisku. Í hes
um valskeiði hevur Mið
flokkurin lagt fleiri ung
dómspolitisk mál fram.
Fyrsta málið snúði seg um
at áleggja almennum
myndugleikum at velja
ungdómsumboð í almenn
ar nevndir og ráð. Tey
ungu síggja heimin úr tí
nýggjasta sjónarhorninum,
og tí eiga teirra sjónarmið
at takast við í øllum
hugsandi politiskum høpi.
Hetta uppskotið fekk
undirtøku, hóast tað varð
nakað broytt.
Ung og ferðsla
Undirritaði legði uppskot
fram um at hækka ferð
markið á prutlum. Øll ung
skilja hetta sjónarmið, men
tíverri skiltu fleiri av eldri
politikkarunum als ikki
hetta málið. Tí er onki hent
á hesum øki enn, og er tað
bæði synd og skomm at
síggja ungfólk liggja og
"skríða" eftir vegnum,
meðan tey alla tíðina verða
yvirhálað av bilum. Sera
órógvandi fyri øll í ferðsl
uni og helst orsøk til nógv
ar vandastøður og óhapp.
Eisini talaðu vit at, tá
klippikortskipanin varð til
viðgerðar í Løgtinginum.
Eitt megastórt mistak í
skipanini er, at ungir bilfør
arar verða harðari revsaðir
enn teir meira royndu.
Hvør man logiska frágreið
ingin vera? Ein óroyndur
bilførari er í nógv størri
vanda fyri at koma til at
gera eitthvørt mistak í
ferðsluni, og tí eigur hann
sjálvandi at fáa fleiri kjans
ir enn tey eldru at gerast
ein royndur bilførari.
Politiski myndugleikin er
so fokuseraður upp á tey
ungu, sum koyra ov skjótt
og koyra ávirkað av rús
drekka, at øll hini ungu,
sum uppføra seg fyrimynd
arliga í ferðsluni, skulu
revsast kollektivt saman
við fáu lógbrótarunum.
Fyrr plagdi lærarin at hótta
við at fleingja allar
næmingarnar í flokkinum,
um vit ikki avdúkaðu, hvør
hevði brotið rútin, og
soleiðis verður eisini
hugsað um ung í ferðsluni.
Og so eru tað takksomu
hagtølini, sum verða mis
nýtt yvir øll mørk. Sam
bært hagtølunum eru tað
ungir dreingir í aldrinum
1825 ár, sum eru við í
flestu ferðsluóhappunum.
So tí mugu politisku átøk
ini venda sær til hendan
aldursbólkin. Men um eg
nú spyrji, hvussu nógvar
ferðir meira hesi ungu eru
á vegunum í mun til tey
eldru, so fær ongin svarað.
Tað finnast ikki hagtøl,
sum snúgva seg um hetta.
Løgið. Hetta er tann altav
gerandi spurningurin. Tí
um tann ungi bilførarin er
20 ferðir so nógv í bili
num, sum tann vaksni, og
bara ger 10 ferðir so nógv
óhapp, so er tað í veruleik
anum tey vaksnu, sum ikki
klára seg nóg væl í ferðsl
uni. Eg skilji væl, at tey
ungu eru misnøgd við
politikkararnar.
Ungdómsting og
vælrættur
Eg eri sera fegin um, at
ungdómsting varð skipað á
fyrsta sinni fyri 2 árum síð
ani sum eitt ítøkiligt úrslit
av okkara áheitan av Tings
ins røðarapalli. Men hóast
ungdómsting er eitt stig
rætta vegin, so snýr tað seg
tó bara um, at ung sleppa at
"spæla" politikkarar. Og tað
er ikki nóg gott. Nógv hava
í ungum aldri gjørt sær sera
skilagóðar meiningar um
politisk mál, og tær mein
ingarnar eiga at koma til sín
rætt. Tí skutu vit upp at
lækka valrættaraldurin
niður í 16 ár. Vit vistu væl,
at hetta málið ikki fór at
vinna frama, men tað
hugaliga var, at vit høvdu
argumentini, meðan hini
fingu rætt. Tann, sum hevur
hug at hoyra orðaskiftið á
Tingi, kann fara inn á
heimasíðu Løgtingsins
www.Logting.fo og kanna
eftir..
Ítróttarfólk og
tónleikarar
Miðflokkurin hevur ein
framsóknan mentanar
politikk. Ikki minst, tá tað
snýr seg um ítróttarfólk og
tónleikarar. Í løtuni liggur
eitt uppskot á løgtingsskriv
stovuni, sum snýr seg um
at seta eina skipan við
starvslønum í verk fyri
ambitiøs ítróttarfólk og
tónleikarar. Hvussu stolt
eru vit ikki øll, tá vit hoyra
um framúr úrslitini, sum
ungu ítróttarfólkini og
tónleikararnir fáa í millum
tjóða kappingum. Tey eru
okkara stoltleiki og vinna
Føroyum stóra virðing úti í
heimi. Miðflokkurin ynskir
at flyta seg saman við
ungdóminum og vil virka
fyri, at tað almenna tekur
lógvatak saman við hesum
ungu fyri at lyfta tey enn
longur fram á leið.
Alt hetta og nógv afturat
ger, at ung velja Miðflokkin.
Bill Justinussen, eitt gott
umboð fyri unga ættarliðið.
Tí velja ung Miðflokkin
Miðflokkurin
Bill
Justinussen
Val
Nr. 5 - 8. januar 2008