týsdagur 8. januar 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 8. januar 2008
39
Løgtingsvalið 19. januar 2008
11
Tjóðarfrælsi
Tann dagurin er komin, har
vit í Føroyum skulu gera
upp við okkum sjálvi um
vit vilja nýta tann lykil til
framtíðina vit standa við í
hondini. Tora vit at seta
hann í lyklarholið, snara
honum á og opna dyrnar til
heimin.
Tjóðveldi vísir vegin til
hetta frælsi við at biðja
Føroya fólk koma á fólka
atkvøðu um eina
Føroyska grundlóg longu
í 2008/2009.
Vit vilja skipa Búskap
argrunn Føroya beinan
vegin og umvegis grunn
in minka heildarveitingin
úr Danmark við í minsta
lagi 80 mió. kr. um árið,
til hon er burtur.
Áðrenn valskeiði er
runnið, verða samráðing
ar við donsku stjórnina
um framtíðar samstarv og
felags fráboðan til altjóða
samfelagið um føroyska
sjálvstøðu. Fólkaatkvøða
um Føroyska sjálvstøðu
verður skipað.
X við E Heidi P
Les meira á
www.tjodveldi.fo/heidi
Tjóðveldisflokkurin
Heidi
Petersen
Val
Frælsi – lykilin
til framtíðina
Javnaðarflokkurin og sjálv
stýrisflokkurin eru samdir
um at seta fiskidagabanka
á stovn. Men motivini hjá
flokkunum eru ymisk.
Sjálvstýrisfl. vil kráma
inntøkur til landskassan,
meðan javnaðarfl. vil
lætta um raksturin hjá
skipum, tí flotin ikki
longur klárar hesi dýru
fiskiloyvir, sum bert
gagna fyrrverandi
reiðarum.
Verða loyvini loyst frá
skipum við sølu ella
fallittum, sum heilt givið
fara at koma., fáa skipini
aftur sítt sanna virði.
Reiðarin fær ein lættari
rakstur, hýrurnar kunnu
fara upp, og sjómenn fáa
eina sømiliga pensjón.
Tað er hendan
politikkin undirritaði
vil virka fyri.
Fiskidagabanki
javnaðarmaður
www.danrpetersen.com
dan r.
Petersen
Val
"kvæðini eru ein megin
kelda í arbeiðinum at
menna føroyskt skrift
mál."So stendur at lesa í
álitinum um almennan
málpolitikk "Málmørk"
Her sæst týdningurin, sum
kvæðini hava fyri mál og
samleika okkara. Alt ov
lítið hevur verið gjørt fyri
at bjarga kvæðaskaldskapi
num sum eina livandi
mentan. Hetta vil Javnaðar
flokkurin bøta um.
Mentamálaráðið
Mentamálaráðið eigur í
størri mun at taka ábyrd av
økinum og skapa rammur,
so at meginkeldan at
mennna føroyskt skriftmál
ikki tornar. Her hugsi eg
eina mest um skúlaøkið og
dansifeløgini. Mentamála
ráðið eigur at bera so í
bandi, at allir næmingar
fólkaskúlans koma at hava
eina góða kvæðauppliving.
Á henda hátt kunnu teir
seinni í lívinum velja at
verða virkin í føroyskum
dansi ella ikki. Vit skulu
ikki øll verða kvæðakemp
ur, men vit eiga øll at hava
henda møguleikan. Hesin
møguleiki er í dansifeløg
unum. Dansifeløgini eiga tí
at fáa betri kor enn tey
hava í dag.
Í skúlanum
Síðst í hálfemsinum eydn
aðist tað at fáa føroyskan
dans og kvæðir inn um
skúlagátt. Hetta var eitt
munandi framstig, men
hyggja vit at støðuni í dag,
er hon ikki so bjørt. Tað er
ov lítið av undirvísingtil
farið um evnið. Javnaðar
flokkurin vil arbeiða
soleiðis, at vit fáa gott
undirvísingartilfar um
kvæðir og føroyskan dans.
Allir næmingar fólka
skúlans skulu fáa eina
góða kvæðaundirvísing.
Dansifeløgini
Tey síðstu hálvthundra
árini hava dansifeløgini
kring landi hildið lív í
dansinum. Hesi feløg eiga
at fáa nógv størri stuðul
enn í verandi løtu. Feløgini
eiga at verða stuðla soleið
is, at tey megna at styrkja
kvæðini og dansin, at geva
út fløgur, hjálpa skúlunum,
hjálpa ferðavinnuni, knýta
menturnarbond kring
heimin og so víðari.
Javnaðarflokkurin vil
arbeiða fyri at kvæða
mentan okkara, sum er so
týdningarmikil fyri
samleika og mál føroyinga,
fær nógv betri umstøður at
yvirliva sum ein livandi og
gevandi mentan.
Come on, virðið dansin
Valevni hjá
Javnaðarflokkinum
Jónleif
JoHannesen
Val
Fyrst vil eg ynskja eitt gott
nýggjár og takka fyri ein
góðan fund í læraraskúla
auluni leygarkvøldið.
Eg vil tó viðmerkja, at
eg bleiv sera hørm um at
vera vitni til, at Hans
Birgir Hansen bleiv igno
reraður av fyriskiparnum.
Hann bað um at sleppa at
seta ein spurning til ein av
formonnunum og greiddi
frá, hvat hann vildi spyrja
um. Spurningurin var
rættaður til Høgna
Hoydal og snúði seg um
rættartrygd.
Hans Birgir er borgari
eins og tú og eg, og hann
hevur sama rætt sum tú
og eg at virka í fólka
ræðisliga rúminum.
Fjølmiðlafólk eiga at
duga at taka betri støðu
til, hvat tey gera í einari
beinleiðis sending.
Eg sat unidr liðuni á
Hans Birgir og sá tí, hvat
fór fram, og eg vil enn
einaferð viðmerkja, at eg
haldi tað var skeivt at
ignorera hann, og at hetta
ikki eigur at koma fyri
aftur. Hann átti at fingið
eina umbering.
Tjóðveldi
Maud Wang
Hansen
Val
Til kringvarpsstjóran,
ella rætta viðkomandi
Umhvørvið veðurlags
broytingar, at avmarka
CO2útlát og leggja um til
varandi orku er heitasta
politiska sak kring heimin
í løtuni. Men hóast heims
pressan viðgerð tað
dagliga og bæði Bill
Clinton og Hans Blix hava
verið her við júst hesum
sama boðskapi, so er
umhvørvið als ikki tema í
føroyska valstríðnum. Tað
kennist sum at sláa í eina
dýnu at fáa reist hetta kjak.
Hetta hóast veðurlags
broytingar sanniliga eisini
ávirka okkum, og hóast
høgir oljuprísir fara at gera
tað sera trupult fyri bæði
vinnuna og húsarhaldini í
allar nærmastu framtíð. Vit
mugu taka ábyrgd og
kjakast um, hvussu vit:
Leggja um til reina orku
í vinnuni og húsarhaldum.
Seta krøv um, at allir
nýbygningar fylgja byggi
samstyktum um orkunýtslu.
Seta mál fyri umlegging
frá dálkandi til varandi
orku.
Gerast partar av tilbúgv
ing í Norðuratlantshavi.
Hvussu vit flyta Føroyar
yvir í lágorkubúskap.
Harumframt mugu vit
binda okkum til altjóða
sáttmálar og ikki minst
vísa á Føroyar sum
royndar og granskingarøki
fyri grønari tøkni og
varandi orkukeldum.
Hetta snýr seg um kapp
ingarførið hjá okkara vinnu.
Hetta snýr seg um búskapin
hjá landi okkara. Hetta snýr
seg um vælferðina hjá tær,
mær og børnum okkara!
Halló – er onkur inni??
Tjóðveldi
BJørt
saMuelsen
Val
Ætlaði mær ikki í
blaðkjak, men kann
snøgt sagt ikki lata
vera við at koma við
eini viðmerking til
valgreinina hjá John
Johannesen, sum hann
kallar ”Endurnýggja
sjúkrakassan.”
Eg vóni ikki, at
føroyingar eru so
pillbýttir, sum Jógvan
Ósá vil vera við, at teir
nú enn einaferð hoppa
upp í vognin hjá John
Johannesen, nú hann
aftur lovar broyting í
sjúkrakassaviður
skiftunum. Sama valagn
brúkti hann eisini til
seinasta val. John, gott
nokk eru vit tilkomin fólk,
men enn ikki so gloymsk,
at vit ikki minnast, at tú
engdi við sama
sjúkrakassaagni fyri fýra
árum síðani.
Tit hava í farna valskeiði
havt tey bestu kortini á
hondini til at gera broyt
ingina, men eisini har
bangaði Fólkaflokkurin
tykkum upp á pláss.
Øll onnur lond kring
okkum hava aðrar sjúkra
tryggingar, hvørja vit skulu
velja, havi eg ikki nakað
endaligt boð upp á, tí tað
má kannast.
At enda, tað er at frøast
yvir, at Kári Petersen eisini
hevur sæð ljósið viðvíkj
andi veiðiloyvunum.
Hendan skeivleika hevur
Tjóðveldi átalað óteljandi
ferðir.
Gott nýggjár góðu
føroyingar
John Johannesen brúkar gamalt,
óloyst valagn umaftur
Tjóðveldi
ingeBorg
godtfred
Val