týsdagur 8. januar 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Sera hugstoytt at hoyra
um hesi vánað
viðurskiftir, ið valda á
okkara stórsta sjúkrahúsi.
Má viðganga, at eg ikki
visti, at støðan var so út
av lagi, men at alt ikki
hevur rugga rætt á
Landssjúkrahúsinum í
longri tíð, er onki nýtt.
Landsins hægsti leiðari
- okkara háttvirdi
løgmaður, hevur í fleiri
umførum víst okkum
borgarum á, hvussu nógv
hevur verið lagt í heilsu-
verkið av sitandi landstýri.
Hann bedýraði so seint
sum leygarkvøldið, hvussu
ótroyttiliga arbeiðssamur
sitandi landsstýrismaður
var.
Einar 400 mió.kr eru
kanaliseraðar til heilsu-
verkið seinastu 4 árini,
men hvat er allur hesin
peningur nýttur til, má
man spyrja.
Sjúklingar eiga at kenna
seg tryggar, tá teir verða
innlagdir til viðgerðar, tað
er alfa og omega fyri
viðkomandi.
Nú er tíð uppá, at onkur
slar nevan í borðið.
Eg haldi, at løgmaður
ella avvarandi landsstýris-
maður skildar øllum føroy-
ingum eina frágreiðing
um hví arbeiðsklimaði á
Landssjúkrahúsinum, er
so vánaligt.
Almanna- og heilsumál
kosta landskassanum
yvir 2 milliardir kr. í
2008, og tað er ein helvt
av fíggjarlógini.
Landssjúkrahúsið - Óhugnin breiðir seg
Tjóðveldi
Niklái
PeterseN
Val
Løgtingsvalið 19. januar 2008
11
Vit kenna trupuleikan, før-
oyska samfelagi manglar
kvinnur, arbeiðsmegi og at
útbúgvin fólk koma heim-
aftur at gagna føroyska
samfelagnum. Spurning-
urin er so hvussu vit loysa
henda trupuleikan og um
tað eru politikarar, ið
verðuliga vilja leggja orku
í at venda hesi skeivu
gongd.
Tað skulu fleiri ymiskar
broytingar til fyri at venda
gongdini. Ein avgerðandi
táttur er ein miðvísur
javnstøðupolitikkur, ið
umfatar alt samfelagi frá
“toppi til botn”.
Miðvísan
javnstøðupolitikk
Javnstøða millum kyn skal
innan 2015 verða ein sjálv-
sagdur tættur í føroyska
samfelagnum. Hetta
krevur, at ovasti politiski
myndugleikin slóðar fyri
at fremja javnstøðu.
Tí hevur Javnaðarflokk-
urin samtykt, at vit vilja
krevja at ásetingin um
javnstøðu eisini skal vera
galdandi tá ið komandi
landstýri verður skipað.
Hetta kann gerast við at
flokkarnir, ið skipa sam-
gongu, skulu skjóta upp
ein persón av hvørjum kyni
til hvønn landsstýrissess,
og verður tað uppgáva
løgmans at tryggja
javnstøðu, tá ið landsstýri
endaliga verður skipað.
Tað almenna
Vit vilja arbeiða fyri einum
samlaðum javnstøðu-
politikki har Javnstøðu-
lógin frá 1994 skal endur-
skoðast. Øll lógaruppskot
ið verða løgd fram skulu
greina ávirkanina á javn-
støðu. Ein amboðskassi
skal gerast ið inniheldur
javnstøðutiltøk og komm-
ununar skulu eisini við í
arbeiði.
Tað almenna skal í
sínum vali av nevndum og
ráðum ganga á odda í at
halda kynjaásetingar
Privati
arbeiðsmarknaðurin
Privatar fyritøkur og nevnd-
ir skulu eggjast at fremja
javnstøðu
Arbeiðsmarknaðarlóg
skal gerast, sum tekur
fyrilit fyri og eggjar
javnstøðu
Ein samtáttanarætlan
gerast fyri arbeiðsmarkn-
aðin í samráði við partarnar
á arbeiðsmarknaðinum
Familjupolitikkur
Foreldramyndugleiki skal
vera felags og hædd skal
takast fyri, at tað er barnið,
sum hevur rætt til bæði
foreldrini
Skipanin um barnsburðar-
farloyvi skal broytast, so at
bæði foreldur við lóg eru
tryggjað barnsburðarfarloyvi
Útbúgving og gransking
Kannast skal, hví so
nógvar ungar kvinnur flyta
av landinum ella hví so
nógvar kvinnur ikki vilja
flyta aftur til Føroyar eftir
at hava verið uttanlands í
útbúgvingar- ella arbeiðs-
ørindum. Hetta arbeiði skal
gerast í samráð við javn-
støðunevndina og KSF
Kynja hagtøl skulu
gerast.Granskingarráðið
skal fíggjað eina phd
verkætlan um lønir í
Føroyum. Undirvísing-
artilfar á øllum stigum skal
taka hædd fyri javnstøðu.
Fjølmiðlar skulu í sínum
dagliga arbeiði leggja dent
á at fremja javnstøðu.
Javnstøða er meir enn at
fáa somu løn fyri sama
arbeiði ella at eins nógvir
menn og kvinnur eru
umboðað í løgtingi, lands-
stýri og aðrastaðni við.
Javnstøða snýr seg m.a. um
at fáa møguleikar t.d. til
eina yrkisleið, at nema sær
eina útbúgving, í politiska
lívinum, í almenna
rúminum, í frítíðini og í
privata lívinum.
Javnaðarflokkurin vil
tryggja, at javnstøða verður
framd í verki.
Einar Føroyar uttan braindrain
valevni hjá Javnaðarflokkinum
eyðguNN
samuelseN
Val
Ongantíð hava so mong
havt tað so gott
Tað gongur ómetaliga væl.
Politkkurin hevur hepnast.
Virksemið er stórt, arbeiðs-
loysið er metlágt. Fyritøk-
urnar hava sunnan rakstur.
Og landskassin er skulda-
rfríur.
4500 løntakara rinda ikki
longur rinda toppskatt
(57%). Hesir løntakarar
eru øll, sum tjena minni
enn 270,000 kr árliga. Tað
eru tímaløntir løntakarar,
handverkarar, starvssett
o.o.. Hetta eru lág- og
miðalinntøkurnar. Úrslitið
av politikki, ið vil nakað.
Býtið millum skattgjald-
ararnar er eisini javnað
rætta vegin – yvir á breiðu
herðarnar.
Í Føroyum eru 40,000
skattgjaldarar. Helvtin
forvinnur minni enn
150,000 kr árliga og rinda
hesi 5% av landsskattinum,
sum er um 70 mio kr
árliga, meðan hin helvtin,
sum tjenar meira enn
150,000 kr árliga, rindar
95% av landsskattinum,
sum er um 1360 mio kr!
Politiska avbjóðingin er
at halda fast við førda
politikkin og harvið vøkstr-
inum. Smidlig vinnulóg-
gáva, kappingarførur
skattapolitikkur og opnar
millumtjóða avtalur er
politiska avbjóðingin.
Tað grør um
gangandi fót
fólkafloksvalevni
BjarNi
Djurholm
Val
Trætan millum fiskimanna-
felagið og reiðarafelagið er
farin í baklás, tí partarnir
áður hava undirskrivað
sokallað protokolat um, at
tingast skal seinni um møgu-
ligt øðrvísi býti av olju-
útreiðslunum millum skip
og fiskimenn, nú oljuprís-
irnir hækka støðugt.
Havi partvíst roynt
umstøðurnar við at vera
fiskimaður, og hesar vísa,
at so hvørt sum útreiðslur-
nar av rakstrinum hjá skip-
unum veksa, so hækka
útreiðslurnar hjá fiski-
manninum tilsvarandi.
Tá tosað verður um eyka
rakstrarútreiðslur hjá skipu-
num til olju, ið tyngja rakst-
urin, og at reiðarin einsa-
mallur rindar fyri hesa hækk-
ing, at hesin má partvís
verða goldin av fiskimonn-
unum, so má tilsvarandi
svarið hjá fiskimanninum
vera, at hýruprosentið má
hækka í sama mun, fyri at
viga upp ímóti meiruútreið-
slunum í dagligu útreiðsl-
unum í húsarhaldinum.
Sjálvur haldi eg, at ein
skal vera varin við at undir-
skriva nakra avtalu um
møguligar seinni broyt-
ingar í sáttmála, ið viðvíkja
møguligum broytingum í
rakstrargrundarlagnum.
Tann tíð, tann sorg!
Hvør skal gjalda stóru
oljurokningina?
Valevni Fólkafloksins
eyðuN mohr
ViDerø
Val
Tað er gjøgnum málið,
gjøgnum orðini og við
okkara málburði, at vit
skapa tann heim og tað
samfelag, sum vit liva í,
eins og vit skapa okkara
egna samleika. So stóran
týdning hevur tann
málsligi førleikin. Tað er
tann málsligi førleikin,
sum ger allan munin, um
vit hava eitt ríkt og fjøll-
táttað samfelag og ríkar og
fjølltáttaðar samfelags-
borgarar – ella um vit hava
eitt fátækt og einstáttað
samfelag.
Nýggj málvísind og
samfelagsvísind hevur
varpað ljós á tann risastóra
týdningin, sum fjøllbroytt-
ur málsligur førleiki hevur
– fyri skapan og endur-
skapan av tí samfelagi,
sum tú ert ein partur av. Og
at tú dugir at siga ta góðu
søguna um títt samfelag
og tann heim, tú livir í.
Samfelagið er ikki bara
nakað sum er til, og ein
meldur har tú mást finna
tær eitt hóskandi pláss. Tað
eru tú og eg sum skapa
samfelagið, og tað er
okkara málsligi førleiki,
fram um allar møguligar
aðrar førleikar, sum er tað
skapandi amboðið. Og
tann sum dugir best at
handfara amboðið – hevur
eisini valdið, setur dags-
skránna og ger av, hvat
hevur týdning, og hvat
ongan týdning hevur.
Tí er tað av so
risastórum týdningi, at vit
áhaldandi bera klípi og við
hvørt eisini stórar steinar
til tann málsliga varða,
sum skal gera okkum før
fyri at seta dagsskránna.
Og tí er tað so alt
avgerðandi at vit satsa upp
á at geva okkara ungdómi
eitt so fjølbroytt og
dygdargott málsligt og
fakligt grundarlag í skúla, í
heimi og í øllum
samfelagsligum høpum.
Tí skal skúla- og ment-
unarpolitikkur raðfestast
høgt - ongantíð ov høgt.
Soleiðis setur tú dagsskránna
Javnaðarflokkurin
heleNa Dam á
NeystaBø
Val
Nr. 5 - 8. januar 2008