týsdagur 8. januar 2008síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 8. januar 2008
41
Fólkaskúlin skal mennast
við at styrkja førleikar
nar, betra arbeiðsum
støðurnar og stilla krøv
til lærarar og leiðslur.
Samstarv millum barna
ansing, foreldur og skúla
skal skipast frá byrjan.
Skúlin, sum er arbeiðs
plássið hjá næmingunum,
skal hava øll amboð tøk,
har tíðarhóskandi tilfar á
móðurmálinum er
grundarsteinurin
Størri virðing
Taki fult undir við for
manninum í Føroya Lærara
felag, sum mælir til at lyfta
læraraútbúgvingina á eitt
hægri støði, samstundis
sum møguleikarnir hjá
lærarum at nema sær
viðkomandi eftirútbúgv
ingar skulu betrast.
Krøvini til skúlaleiðslur
og lærarar eiga at verða
herd, samstundis sum
arbeiðsumstøðurnar hjá
teimum mugu betrast. Fyri
at hetta skal lata seg gera
er neyðugt við greiðum
ábyrgdarbýti millum land
og kommunur. Lands
myndugleikin skal hava
eftirlit við, at allir
næmingar fáa mennandi
møguleikar.
Størri virðing skal
skapast um føroyska
fólkaskúlan.
Samstarv
Innskúlingin skal mennast
við at betra um samstarvið
millum barnaansingar
stovnar og skúla. Foreldur
skulu miðvíst takast við í
eitt mennandi og varandi
samstarv frá byrjan.
Góð skúlabyrjan,
minkar um vandan hjá
næmingum at detta
niður ímillum.
Innihaldið avgerandi
Tað er ikki rætt at økja
um tímatalið og koyra
børnini fyrr í skúla,
uttan at væl umhugsaðar
og neyvt gjøgnum
arbeiddar ætlanir um
endamál og innihald
fylgja við.
Føroyska málið eigur at
vera keldan til innihaldið
og skal tí raðfestast høgt.
Vit eiga at miða ímóti, at
alt undirvísingartilfar skal
vera føroyskt og kennast
viðkomandi.
Fólkaskúlin, sum eisini
er arbeiðsplássið hjá næm
ingunum, má gerast til eitt
trygt lærandi umhvørvi,
har øll amboð eru tøk.
Eg fari at virka fyri at
menna útbúgvingarmøgu
leikarnar hjá føroyingum.
Skúlin, sum er arbeiðsplássið hjá
næmingunum, skal styrkjast
landsstýrismaður
Sambandsflokkurin
Bjørn
Kalsø
Val
Altjóða kanningar vísa, at
tey lond, ið hava ta hægst
útbúnu arbeiðsmegina,
teljast millum heimsins
ríkastu lond. Skulu
Føroyar gerast ein av
heimsins ríkastu tjóðum,
er neyðugt at raðfesta
útbúgving.
Onki hús er sterkari enn
grundin. Tí vil Javnaðar
flokkurin raðfesta fólka
skúlan, og lagt verður upp
til, at játtanin til fólkaskúl
an verður hækkað í kom
andi valskeiði. Javnaðar
floksins tilmæli er ein
fleirstreingjaður eyka
innsatsur, sum skal lyfta
føroyska fólkaskúlan upp
á eitt hægri støði. Javn
aðarflokkurin hevur m.a.
hesar ætlanir:
Læraraútbúgvingina
skal umskipast soleiðis,
at talan gerst um eina
kanditatútbúgving á
universitetsstøði. Verandi
lærarar skulu regluliga á
skeið/ endurútbúgving
fyri at dagføra yrkisførið,
og tað skal vera ein
beinleiðis skylda hjá
skúlaleiðslunum at senda
lærarar á skeið, um
tørvur er á hesum.
Soleiðis fáa vit betri
lærarar, lærarin fær betri
møguleikar, og harvið
kunnu vit eisini seta
størri krøv til
fólkaskúlan.
Neyðugt er at økja um
føroyska tilfarið í skúla
num, soleiðis at næming
arnir altíð hava dagført
føroyskt tilfar.
Lærarar tykjast vera
samdir um, at stóri trupul
leikin er, at lærarin hevur
ov lítla tíð til hvønn
einstakan næming. Ein
loysn kundi verið at býtt
skúlaflokkarnar í smærri
eindir, men royndir og
gransking vísa, at størri
flokkar í veruleikanum
virka betur enn smærri
flokkar. Tí vil Javnaðar
flokkurin loysa henda
trupulleikan við at seta á
stovn eina
tvílæraraskipan fyri 1.
flokk. Í 1. flokki læra
næmingarnir m.a.
grundleggjandi amboðið,
at lesa, sum er ein fyri
treyt fyri nærum øllum
øðrum lærdómi, og tí er
tað av serliga stórum
týdningi í byrjunar
undirvísingini, at lærar
arnir hava stundir til allar
næmingar. Málsetn
ingurin skal vera, at allir
næmingar duga at lesa
lættar tekstir, tá teir eru
lidnir við 1. flokk.
Um undirvísingin ikki
er nøktandi, nyttar hvørki
at senda børnini í skúla
eitt ár fyrr ella at økja um
tímatalið. Nú mugu vit
fyrst raðfesta kvalitetin
og síðani kvantitetin!
Vit skulu hava ein
góðan fólkaskúla.
Børnini eru okkara
framtíð. Fáa tey góðan
førleika í skúlanum, er
tað við til at tryggja
framtíðina. Foreldrini
skulu kenna seg trygg
við, at teirra børn ganga í
einum fólkaskúla, har tey
læra tað, tey skulu.
Spurningurin er tí ikki,
um vit hava ráð, spurn
ingurin er heldur, um vit
hava ráð at lata vera.
Gott val!
Løgtingsvalið 19. januar 2008
11
valevni hjá Javnaðarflokkinum
aKsel V.
johannesen
Val
Kvalitet fram um kvantitet
í Fólkaskúlanum
Landsstýrið við Jóannes
Eidesgaard á odda hevur
givið milliardir burt skatta
frítt til einstakar persónar.
Fiskiloyviseigararnir
(seinni seljararnir) eru so
ríkir, at teir kunnu keypa
alt føroyska vinnulívið. Nú
formanar Jóannes Eides
gaard í nýggjársrøðuni um,
at vit ikki aftur mugu fáa
stættarmun í Føroyum.
Jóannes hevur sjálvur
skapt nýggja stættarbýti
Tað er nú undarligt.
Jóannes Eidesgaard, sum
formanar Føroya fólk um
ikki at gera nýtt stættar
býti, hevur sjálvur verið
hin fremsti undangongu
maðurin fyri nýggja
stættarbýtinum. Fyrst
gevur Jóannes Eidesgaard
saman við samgongu
flokkunum fólkaflokki
num og sambandsflokki
num reiðarum veiði
rættindi, fyri einki. Reiðar
arnir kunnu nú selja hesi
loyvi – nógv eru longu seld
fyri hundraðtals milliónir.
Einstaklingar fáa skattafrítt
100tals milliónir í lumman,
meðan fiskimenn og fólk á
landi einki fáa fyri
fiskiríkidømi við Føroyar.
Nýggja stættin eitur
fískiloyvisbarónar
Í Íslandi hava tey fingið
eina nýggja yvirstætt:
Kvotabarónarnar. Hesir
eiga nú alt vinnulív av
týdningi í Íslandi. Jóannes
Eidesgaard hevur saman
við sambandsmonnum og
fólkafloksmonnum skapt
eina nýggja yvirstætt í
Føroyum: Fiskiloyvis
barónar. Um landsstýrið
ikki verður koyrt frá, so
kemur henda stætt at eiga
alt vinnulív av týdningi í
Føroyum.
Privata sølan av
loyvunum er til skaða
fyri fiskivinnuna og
fiskimenn
Jørgen Niclasen loyvir sær
at pástanda, at skipanin er
góð fyri fiskivinnuna og
fiskimenn. Hetta er bein
leiðis ósatt. Tey, sum koma
inn í fiskivinnuna mugu
átaka sær stóra skuld fyri
at keypa fiskiloyviniog
fiskivinnan gerst meir og
meir skuldarbundin og
gevur minni og minni
avkast. Av tí at fiskivinnan
gevur støðugt minni avkast
so verður minni og minni í
fiskimansins part.
Privata sølan ger tað
eisini ómøguligt hjá ung
um røskum monnum at inn
í fiskivinnunar. Teir noyð
ast saman við skipinum at
keypa fiskiloyvi í 10 ár
fram í tíðina. Hetta er so
dýrt, at bert teir allarstørstu
reiðararnir hava ráð til tað.
Ungir raskir og dugnaligir
menn hava ongan møgu
leika at sleppa framat í
fiskivinnuni.
Somuleiðis hava vit sæð,
at støðugt fleiri føroysk
fiskiskip koma undir
útlendskt ræði, hóast
føroyskir strámenn standa
sum formligir eigarar. Ofta
er tað er gott at fáa útlend
skar íløgur, tí tær geva
nýggja vitan til til landið.
Men ikki í hesum føri.
Landsstýrið, sum stuðlar
undir gongdina við sølu av
loyvum til útlendingar,
kann ikki vænta, at Føroya
fólk trýr uppá, at tað er
neyðugt at fáa útlendsk
reiðarí hendavegin at læra
okkum at fiska.
Tað er tí púra burturúr
vón og viti at pástanda, at
privat søla av loyvum er
góð fyri fiskivinnu og
fiskimenn.
Privata sølan er bert til
gagns fyri reiðarar, sum
fara úr fiskivinnuni
Privata sølan er tí bert til
gagns fyri nakrar fáar
einstaklingar í Føroyum.
Teir reiðarar, sum fara úr
fiskivinnuni, kunnu fáa
hundraðtals milliónir fyri
at selja fiskiloyvir, sum
landsstýrið gevur teimum
fyri einki.
Allir hinir føroyingarnir
– bæði landkrabbar og
fiskimenn – eru fyri
stórum vanbýti. Tey fáa
einki av hesum søluinntøk
um. Tvørtur ímóti fáa tey
verri almennar tænastur og
hægri skatt, tí landskassin
ikki fær hesar søluinntøkur.
Hetta landsstýrið má
koyrast frá
Framsøgumenninir hjá
landsstýrisflokkunum hava
róst verandi skipan alt
hetta valskeiðið.
Landsstýrið hevur heldur
eingi stig tikið til at fáa
nakrar inntøkur av fiski
loyvunum. Um Føroya fólk
ynskir nakra broyting, so
er bert ein møguleiki: Koyr
hetta landsstýrið frá, og vel
sjálvstýrisflokkin hesaferð.
Javnaðarflokkurin, sambandið
og fólkaflokkurin hava
skapt nýtt stættarbýti
Sjálvstýrisflokkurin
Kári
Petersen
Val
Soleiðis froysti ein lærari eftir mær á gongini. Rætt
hevði hann.
Tíðin er ikki búgvin at taka nultaflokk inn í skúlan
tí: Vit mangla lærarar, vit mangla pláss í skúlunum
og vit mangla vitan um, nær føroysk børn eru
skúlabúgvin til føroyska skúlan.
Javnaðarflokkurin vil leggja dygd, trivna og
menning í núverandi skúlaflokkar.
lærari og valevni hjá
Javnaðarflokkinum
jónleif
johannesen
Val
"Nokk av snorungum"