Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-08, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2008síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Løgtingsvalið 19. januar 2008 Eftir nógva umrøðu hesa seinastu tíðina kann stað­ festast, at læknaskipanin og heilsuverkið als ikki virka. Hesar skipanir mugu broyt­ ast skjótast gjørligt, áðrenn tað fær ov nógvar fylgir. Herfyri upplivdi eg sjálv­ ur at koma suður á Lands­ sjúkrahúsið, og verða vend­ ur í hurðini. Læknin kundi ikki hjálpa okkum sjálvt um dótturin, sum er gott 10 mánaðar gomul, hevði 40,4 í febri. Tey flestu hava hoyrt um hendan tilburð í Útvarp Føroya. Støðan var als ikki góð, men tíbetur gekk tað væl, hóast alt, og dótturin er nú komin heim og hevur tað gott. Um jóltíðir hava vit eis­ ini hoyrt, um hvussu av­ arandi hava verið noydd at tikið sær av sjúkum fólki, tí heilsuverkið ikki kundi nøkta tann tørvin ið var. Hetta kunnu vit ikki liva við í einum framkomnum samfelagi. Her eigur okk­ urt at verða gjørt skjótast gjørligt. Tað er sera um­ ráðandi at vit hava eitt heilsuverk ið virkar. Okkara heilsuverk er skipað í tvær skipanir, læknaskipanin og heilsu­ verkið, men best hevði verið at tað var ein og sama skipan, alt undir heilsu­ verkinum. Eg fari at arbeiða fyri at fáa hetta at virka, um eg komi inn á løgting eftir valið 19. januar. Set X vid lista H Javnaðarflokkurin fer á val upp á at fáa meira dygd, trivna og víðskygni inn í fólkaskúla okkara. Sum lærari í fólkaskúla­ num veit eg, hvussu týdn­ ingarmikið tað er, at fram­ tíðar skúlaverk okkara fær tær sømdir og ta virðing, sum hetta so týdningar­ mikla arbeiðspláss hevur uppiborið. Tað krevur, at politiska skipanin tekur fólkaskúlan í álvara, tá tað um skúla­ politikk ræður. At politiska skipanin vísir álit og samstarv, somuleiðis at eftirútbúgvin g og peningur fylgir við, tá øktar og nýggjar arbeiðs­ byrðar verða lagdar út á fólkaskúlan. Vit varða øll onkurs­ vegna av fólkaskúlanum. Vit hava øll einaferð gingið har, okkara børn, ommu­ børn ganga ella koma at ganga í fólkaskúlanum. Vit siga í válskrá okkara at: ­ Lærarar skulu hava kandidatútbúgving ­ Verandi lærarar skulu eftirútbúgvast ­ Økistilboðið til børn við serligum tørvi verður útbygt ­ Tvílæraraskipan í fyrsta flokki ­ Liðiligar loysnir við tímapuljum í skúlanum ­ Meira føroyskt tilfar út til børnini Verið eg ein av framtíðar løgtingskvinnunum, vil eg fáa politikarar at skilja, hvussu týdningarmikil tann góði barnaskúlin er. Føroyski fólkaskúlin er tíbetur meira og annað enn, hvat ein Pisakanning kann vísa, máta og viga. Í føroyska fólkaskúla­ num eru tað mangar týdningarmiklar uppgávur, sum vit skulu læra næming­ ar okkara. Her læra næm­ ingar m.a. týdningin av einum góðum og tryggum felagsskapi. Eg haldi, at ein hin týdningarmesta uppgávan er, at skúlin mennir og stuðlar næminginum í at varðveita íborna forvitnið, so næmingurin víðari í lívinum sum vaksi menn­ iskja ­ hevur hug at lyfta høvdið, siga sína meining, seta spurningar, gera sínar skildur og seta síni krøv til samfelagið. Eg vil arbeiða fyri, at politikarar koma at skilja, hvussu stórt arbeiði og hvussu nógva orku lærarar kring landið leggja í føroyska fólkaskúlan. Ein komandi politikari skal minnast til, at vit einans fáa dygd inn í fólkaskúlan við at vísa álit og hava gott samstarv við allar partar, sum vara av fólkaskúlanum. Álit og samstarv skapar menning! Fólkaskúlin og íborna forvitnið Javnaðarflokkurin Nita Næs Val Valevni Miðfloksins ViNjard johaNseN Val Heilsuverkið og læknaskipanin skulu endurskoðast Politisk fosturtøka ­ iva­ leyst er hetta eitt fornt politiskt fyribrigdi, men neyvan hevur hendan politiska mentanin nakran­ tíð verið so umfatandi, sum hesi seinastu 4 árini. Gitin hugskot hava verið tongforloyst og kvald, alternativt goymd úti undir ministeriellum væðingum ella huld í mjørka og ekstremt kondenseraðari guvu. Spurningurin um spælistøð til føroyskan ungdóm og tónleikarar endaði sum ein politisk fosturtøka, og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, var kirurg­ urin, sum framdi skemdargerðina. Fyri júst einum mánaði síðani hevði Dimmalætting eina samrøðu við multitalentið Heiðrik av Heygum. Í henni stendur, orðarætt endurgivið: "Eitt annað, sum hevur verið skuffandi fyri Heiðrik, er at finna út av hvussu tungt tað er at finna eitt spælistað í Havn. ­ Her er onki veruligt spælistað, tískil má eg leiga høli og anlegg og so framvegis, og tað eru altso ikki smápengar, vit her tosa um. Í veruleikanum skal eg gjalda fyri at spæla ókeypis." Sigur altso eitt av mongum framstorm­ andi listafólkum í hesum landinum. Útsøgnin hjá Heiðriki er bara symp­ tomið fyri ein mentanarl­ igan bruna, sum herjar alt landið. Helst er trupulleik­ in fleiri ferðir størri á bygd og í smærru býunum enn í høvuðsstaðnum, sum hóast alt hevur gjørt nakað við hesi viðurskifti. Hugsi serliga um gigantiska leiklutin, sum Karl Anthon Klein, sáli, átti í hesum umhvørvinum. Losjan í Gøtu og nýggja umhvørvið hjá Beintu Gregersen norðuri í Klaksvík eru undantakið. Sjaldsom dømi um hvussu kulturar av hesum slagi kunnu stórtrívast, og gerast umboðandi fyri eina heila tjóð. Eivør, Gestir, Boys in a Band o. o. eru produktir úr hesi kreativu bráðpannu. Tað er viðurkent á politiska pallinum, at vit hava ein trupulleika á hesum økinum. 4. mars 2004 legði eg fyri Tjóð­ veldi fram uppskot til samtyktar, ið hevði til endamáls at stuðla fram­ tøkuni hjá føroyskum tónleikarum. Orðarætt var uppskotið soljóðandi: "Heitt verður á landsstýrið um at leggja frágreiðing fyri Løgtingið, har landsstýrið í samstarvi við kommunurnar lýsir, hvørjir møguleikar eru fyri framtøkum fyri føroyskar tónleikarar, við serligum atliti til at útvega spælistøð kring landið." Ímeðan Óli Breckmann atkvøddi blankt og Anfinn Kallsberg atkvøddi ímóti, vóru øll hini tingfólkini á tingfundinum fyri uppskotinum, sum harvið varð samtykt við 24 atkvøðum fyri, einari blankari og einari ímóti. Hetta hendi 28. apríl 2004. Fyri sløkum fýra árum síðani. Nú veit eg ikki um útinnandi valdið, í hesum førinum Jógvan á Lakjuni, hevur hildið atkvøðurnar hjá Óla og Anfinni vigað tyngri enn tær 24, sum vóru fyri uppskotinum, í hvussu er valdi hann at ganga ímóti løgtingsins vilja, og eftir øllum at døma heldur at fylgja partamonnunum í Fólkaflokkinum. Snøgt sagt er onki hent í málinum, og táið eg spurdi landsstýrismannin aftur, í einum spurnartíma í tinginum 8. november 2006, mól hann á kúluni, og kundi bara staðfesta, at hann absolut onki hevði gjørt við málið. Síðani er heldur onki hent, og vit kunnu bara staðfesta, at hendan nú møletna samgongan ikki varð samgongan hjá hesum partinum av ungdóminum, sum hevur stórar áneyðir fyri at fremja síni talent undir góðum og skipaðum kørmum. Summa summarum Heiðrikur, tykkara áhuga­ mál gjørdust ein politisk fosturtøka. Kanska fara tey sum taka stjórnar­ valdið eftir 19. januar at hava størri virðing fyri ungdóminum og løgting­ sins samtyktum, enn hesir trællirnir, sum onki annað hava framt í 4 ár, enn at verja donsk og múgvandi áhugamál. Her má saðlast um, vit hava ikki ráð til fleiri politiskar fosturtøkur í ómetaliga stóra føroyska talent­ massanum. Hesin, sum skal flyta okkum út í alheimsgerðina saman við einum frælsum fólki í einum frælsum landi ­ út í heimsmeldurin har kapp­ ingin er jøvn, ­ fyritreyt­ irnar og lunnindini í hvussu er. www.dimma.fo/Bloggan/ torbjorn.jacobsen Politiska fosturtøkan Heiðrikur Tjóðveldi tórbjørN jacobseN Val 11 Tað er av stórum týdningi at uppskotið hjá lands­ stýrismanninum Bjarna Djúrholm um P/F Vága floghavn verður lagt fyri komandi løgting. Vit hava brúk fyri at fáa ein longri flogvøll, bæði fyri at menna trygd og reglusemi, eins og fyri at menna flogferðsluna sum heild. Annars er mín greiða áskoðan, at vit eiga at fara í holt við at gerða ein altjóða flogvøll, sum lýkur øll altjóða krøv. Tað verður tosa nógv um, hvar ein altjóða fløgvøllur skal liggja, møguliga á Glivurs­ nesi, Sandoy, Svínoy, Skorhæddini, Nólsoy, ella har sum verðandi vøllur er. Fyri meg hevur tað stóran týdning, at málið ikki druknar í lokalpolittiskum áhugamálum. Ein altjóða flogvøllur má gerðast, har sum sakkunleikin metur, at tað er skilabest. Vit skulu hava møgu­ leika fyri, at stór frakt­ flogfør kunnu koma henda­ vegin, m.a til okkara útflutning av fiskavørum. Tað er kostnaðarmikið at gerða ein altjóða flogvøll, men vit hava ikki ráð at lata verða. Vit verða noydd at fylgja við innan altjóðagerðina, eisini tá talan er um flogvøll. Gev mær álit, so verður ein loysn funnin! Flogvallarmálið eigur ikki at verða brúkt sum lokalpolitiskt valagn valevni Fólkafloksins bárður PoulseN Val Nr. 5 - 8. januar 2008