týsdagur 8. januar 2008síða 43
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 8. januar 2008
43
Løgtingsvalið 19. januar 2008
11
Framhaldandi vælferð í
Føroyum, í morgin og um
tjúgu ár, er tengd at hvørji
val vit tora at gera í dag.
Tora vit at satsa uppá
útbúgving og gransking?
Tora vit at gera eina íløgu í
framtíðina, við at skipa eitt
høgt útbúgvingarstøði í
Føroyum? Tora vit at skapa
støðugar og greiðar karmar
um vinnulívið, so tað fær
møguleika at kappast og
mennast á jøvnum føti við
vinnulív í øllum heimi
num? Tora vit at satsa
fíggjarorku í ein grunn til
íverksetan og marknaðar
føring av eitt nú føroyskum
tónleiki, sjónleiki, dansi,
myndlist o.ø.? Tora vit at
satsa uppá KT, bæði við
útbúgving og gransking á
hægsta støði? Tora vit at
taka ábyrgd á
umhvørvisøkinum?
Hetta eru í mínari verð
nakrir av teimum mest
átrokandi spurningunum,
vit sum politikarar skulu
taka støðu til, eftir
komandi val.
JA, eg tori at satsa uppá
alt hetta. Síggi Føroyar og
føroyingar sum eitt enda
leyst hav av møguleikum.
Møguleikum fyri menning
og vælferð, møguleikum at
vera slóðarar, eisini á
altjóða pallinum. Møgu
leikum at taka altjóða
ábyrgd á umhvørvis
økinum. Møguleikum at
vísa verðini veg, tá tað
ræður um virðing fyri
einstaka menniskjanum í tí
sterka felagsskapinum.
Her skal eg koma inn á
trý ítøkilig mál eg vil
arbeiða við á Føroya
Løgtingi í eini røð av
øðrum týdningarmiklum
málum.
AT skipa Fróðskapar
setrið sum eitt altjóða
UNIVERSITET við
útbúgving og gransking
innan m.a. matvøru
menning og framleiðslu,
gengransking og biotøkni,
KT og løgfrøði.
AT seta á stovn ein
altjóða HAVGRANSK
INGARDEPIL, sum kann
slóða fyri Føroysku
ábyrgdini av umhvørvinum
í altjóða samfelagnum.
AT skipa ein ÍVERK
SETARAGRUNN sum
skal stuðla íverksetarum og
marknaðarføring úti í
heimi av føroyskari fram
leiðslu. Føroysk framleið
sla her fatað í breiðari
merking: sum mentan og
list, KT og tøkni og allar
hugsandi vørur og tænastur
sum kunnu vera við til at
skapa eitt meiri fjølbroytt
vinnulív, enn vit kenna í
dag.
Fyri meg hevur hetta tað
felags endamálið, at tað
stuðlar uppundir at vit
kunnu skipa einar
FRÆLSAR FØROYAR.
X við E
Les meira á www.
tjodveldi.fo/heidi
Eitt endaleyst hav av møguleikum
Tjóðveldi
Heidi
Petersen
Val
Ivast tú í, hvønn, tú skalt
velja, so fari eg at heita á
teg um at velja onkran á A
liðnum.
Og tað er so upplagt.
Fólkaflokkurin er einasti
borgarligi tjóðskapar
flokkur – ja, eg vil siga,
einasti borgarligi flokkur
yvirhøvur í Føroyum.
Vit vilja, at vinnan skal
hava tað gott, at skatta
trýstið skal ikki økjast, at
ognarskattur ikki skal
koma upp á tal, vit vilja
varðveita sjómannafrá
dráttin, vit vilja fjálga um
familjuna og hjúnalagið,
vit vilja stramma upp í
fólkaskúlanum o.s.fr.
Fólkaflokkurin er ein
tjóðskaparflokkur, og tað
hava vit sanniliga prógvað.
Vit samtyktu yvirtøku
lógina, sum staðfestir
okkara sjálvsagda rætt at
taka fulla ábyrgd av
øllum málsøkjum, og vit
settu okkum fyri at
yvirtaka nøkur mál. Tað
gjørdu vit eisini. Sjálvur
hevði eg ta gleði sum
landsstýrismaður at
standa fyri yvirtøkuni av
Fólkakirkjuni – hetta mál,
sum hevur verið kjakevni
í áratíggjur! Hjá okkum
er tað ikki bara snakk.
Og vit ætla at halda
fram á somu leið, til øll
málsøki eru yvirtikin!
Fólkaflokkurin vil, at
tann einstaki borgarin
skal hava frælsi til sjálvur
at leggja egin viðurskifti
til rættis. Men samstundis
er so týðandi, at vit ikki
gloyma tey, sum ikki eru
ment at klára seg sjálv í
samfelagnum. Her hava
vit sum politikarar eina
av okkara størstu skyld
um: at taka okkum av
okkara veikastu
borgarum.
landsstýrismaður og valevni
Fólkafloksins
Jógvan á
LakJun
Val
Borgarligur
tjóðskaparflokkur
Vitan er styrki. Vitan er
lykilin til menning av
samfelagnum og til fram
burð. Og Føroyar eru á
veg móti at gerast eitt
vitanarsamfelag, siga vit
sjálvi
Vitanarsamfelagið byggir
sjálvsagt á vitan. Men vit
eiga at hyggja nærri at,
hvat tað er fyri vitan, ið
vit áleggja okkara ung
dómi at ogna sær í fólka
skúlanum, framhalds
deildunum og á miðnáms
skúlunum. Við alheims
gerðini er kunningar
tøknin eisini komin til
Føroya. Miðlarnir eru
broyttir frá bert at vera
bløð og skrivaður tekstur
annars, til at vera marg
miðlar, ið sameina myndir,
ljóð og tekst. Og eins týð
andi partur av tí modern
aða vitanarsamfelagnum
sum vitan er, er eisini
samskifti umvegis og brúk
av ymsum broytiligum
miðlum. Og tað er her, at
skúlaverkið í Føroyum
haltar alvorliga aftanfyri
onnur skúlaverk í teimum
londum, vit gjarna vilja
samanbera okkum við.
Tann klassiski skúlin
Føroyski skúlin byggir enn
á tann klassiska skúlaform
in. T.e. at “verulig” vitan er
bóklig vitan, og at “veru
lig” mentan eru bókmentir
og skulptur og málninga
list. Vit áleggja okkara
ungdómi at læra hesi ting,
tí tey eru tey “røttu” tingini
at vita, og alt annað s.s.
teldur, internet, fartelefonir
osf., er bert tvætl. Men
veruleikin er tann, at við
bert at læra ungdómin hesi
tingini, so læra vit tey at
gerast borgarar í einum
samfelag, sum var til fyri
nógvum árum síðani. Vit
læra tey ikki at gerast virkn
ir borgarar í samfelagnum,
sum tey koma út í aftaná
loknan lesnað. Orsøkin er
sera einfald. Generella
hugsanin er, at margmiðlar
eru nakað tvætl, og teir
skulu beinast burtur, so
skjótt komið er innum
skúladyrnar. Sløkk fartele
fonina, lat fartelduna aftur
og fylg við osf..
KT ein fortreyt
Um vit skulu geva okkara
ungu ta neyðugu vitanina
til at gerast virkir borgarar
í heimssamfelagnum, er
neyðugt at vit taka marg
miðlarnar við í innlæring
ina. Tað sum tey ungu í
dag læra av KT, læra tey í
stóran mun uttanfyri
skúlan. Ókritiskt ogna tey
sær hesa vitan, sum tey fáa
brúk fyri úti í tí veruliga
lívinum og í arbeiðinum.
Og hetta kann gerast ein
katastrofa fyri Føroyar. KT
er í dag ein fortreyt fyri, at
vit kunnu gerast partur av
tí modernaða alheiminum.
Og um vit skulu vera eitt
veruligt vitanarsamfelag,
er neyðugt at vit læra at
samskifta gjøgnum teir
nýggju og broytiligu miðl
arnar. Vit eiga at læra tey
ungu at nýta teldur o.a.
sum amboð, heldur enn
bert til undirhald. Tað, ið
vit læra í dag um miðlar,
læra vit í frítíðini, og eftir
tørvi. Vit læra ikki um allar
teir møguleikar, ið miðl
arnir geva okkum í dag.
Tey kønu innan økið siga,
at besta undirvísingin tekur
støði í veruleikanum hjá
næminginum. Men hetta er
als ikki støðan í dag. Tí
eigur KT at gerast ein
nátúrligur partur av undir
vísingini hjá næmingunum
í føroyska skúlanum, sol
eiðs at okkara næmingar
læra at gerast virknir borg
arar í heimssamfelagnum.
Øll hesi tingini kann eg
sjálvur staðfesta, eftir
skjótt 13 ár í føroyska
skúlaverkinum.
Ger nakað við støðuna!
Skyldin til verandi støðu
liggur ikki eina hjá lærara
num ella skúlanum. Tað er
skúlaskipanini, tað er galið
við. Og tað eru bert polit
ikararnir, ið hava valdið til
at broyta skúlaskipanina.
Tískil liggur skyldin hjá
politisku skipanini, og
nógvum av teimum stirvnu
politikarum, ið manna
Løgtingið í dag.
Gev tí Løgtinginum eina
innspræning av nýhugsan
og arbeiðsorku, ið tekur
støði í heiminum í dag, og
vel ungdóm á ting!
Føroyska Skúlaverkið og KT
Tjóðveldi
rógvi
nybo
Val
Javnstøða er eitt orð, sum
vit hava hoyrt ofta í hesum
valstríði. Javnstøða millum
kvinnur og menn, og javn
støða millum førleikaskerd
og øll hini. Tað sum
eyðkennir hendan orða
drátt er mangan, at tað eru
bert orð. Orð, orð og aftur
orð.
Í 1999 viðgjørdu vit í
Løgtinginum STfyrimynd
arreglurnar, sum skulu
tryggja rættindi teirra brek
aðu – til javnsstøðu, til
arbeiði, til bústað eins og
høggligar atkomumøgu
leikar á ymsan hátt. Hesar
meginreglur skuldu fáa øll
at skilja tann veruleika, tað
eru avmarkingarnar í
umhvørvinum, sum forða
fólki við førleikatarni at
luttaka á jøvnum føti við
onnur, heldur enn at tað er
sjálvt brekið, sum er
forðingin, og at allur tann
politisku myndugleikin
hevur skyldu til at beina
hesar forðingar burtur.
Enn eru Føroyar ikki
sjálvstøðugur limur í ST.
Kortini eiga vit at fylgja
altjóða leiðreglum STs. Í
2007 samdust tey í ST um
ein nýggjan sáttmála um
rættindi teirra brekaðu, og
eisini hann fara vit helst at
seta í gildi í Føroyum.
Men hvussu gongst so
við at fylgja teimum
sáttmálum, sum vit hava
samtykt? Tað gongur
framá, einki at ivast í tí.
Og eisini í farna valskeiði
eru stór framstig gjørd,
ikki minst Javnaðar
flokkinum fyri at takka.
Men enn er langt á mál.
Enn fáa borgarar og
avvarðandi teirra við hoyri
breki ikki nóg góða frálæru
í teknmáli. Og í dag hoyrd
ist, at Kringvarpið gevst
við teknmálssendingum.
Enn eru tað mong við
skerdum arbeiðsførleika, ið
ikki sleppa at virka á
arbeiðsmarknaðinum, og
tað eru framvegis alt ov
nógvir føroyingar, ið hava
tørv á serligum bústaðar
møguleikum,
viðgerðartilboðum og
uppvenjingartilboðum
sum framvegis bíða.
Í komandi valskeiði
skulu vit seta okkum fyri
at leggja neyðugar
langtíðarætlanir á hesum
øki – og at fremja tær í
verki. Tað skuldi verið líka
so sjálvsagt, sum at leggja
eina langtíðarverkætlan
fyri útbygging av
samferðsluni.
Men so er bara ikki –
enn. Tað er framvegis ov
langt millum orð og gerð.
Tá ið langt er millum orð og gerð
Javnaðarflokkurin
HeLena dam á
neystabø
Val