Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-08, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2008síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Sjálvstýrisflokkurin er ein sosialliberalur flokkur, sum vil varðveita og styrkja vælferðarsamfelagið, sum veitir øllum sosialan og fíggjarligan tryggleika. Serlig átøk mugu frem­ jast, so tey, sum eru ringast fyri, fáa betri livikor. Vit hava sæð, at skattalættin í landsskattinum munar lítið hjá hesum bólki, tí fleiri av teimum gjalda einans kommunuskatt. Ein hækkaður frádráttur í kommunuskattinum hevði sostatt verið nógv betri fyri tey lágløntu. Aðrir munagóðir batar høvdu verið: Um sjúkrakassagjald og kringvarpsgjøld vóru goldin sum partur av skattinum Um barnafrádrátturin og barnapeningurin hækkaðu Um MVG’ið varð broytt, so at lægri MVG var á gerandisvørum Um oljuavgjaldið lækkaði Fleiri bústaðartilboð eiga at vera, so at øll hava møguleika at útvega sær bústað, sum tey hava ráð at gjalda. Vónandi kann luta­ íbúðarlógin, leigulógin og onnur lóggáva økja um íbúðartalið. Vit eiga at stuðla Frels­ unarherinum, Bláakrossi og øðrum felagsskapum, sum hjálpa rúsmisnýtarum og heimleysum, so at hesi fáa innivist og mannsømi­ lig kor. Vit eiga eisini at stuðla, so at rúsmisnýtarar og heimleys fáa møguleika at broyta sína støðu, so at tey aftur kunnu taka ábyrgdina av teirra egna lívi. Teir pensjónistar, sum einans hava almennu pensjónina at liva av, eiga at fáa betri umstøður. Nakrir batar, sum eru nevndir omanfyri, gagna eisini hesum pensjónistum. Aðrir batar høvdu verið: Um pensjónirnar hækkaðu Um útgjaldið úr “sam­ haldsfasta” vaks enn meir Um “brennistuðulin” hækkaði Um lutfallið millum grundupphædd og viðbøtur broyttist Sjálvstýrisflokkurin vil virka fyri, at Føroyar fram­ haldandi eru eitt vælferðar­ samfelag, og at øll fáa góð livikor. Styrkið vælferðarsam­ Sjálvstýrisflokkurin Karl a. Olsen Val Vælferðarsamfelagið Tað er sera óheppið av ein­ ari alment valdari kringvarp­ nevnd bert at síggja tey veikastu í samfelagnum, tá talan eru sparingar hjá Krin­ gvarpi Føroya. Tey deyvu hava frammanundan vána­ lig kor og kunnu ikki tríva á almenna talarastólin at siga sína hugsan. Børnini, sum ikki eru før fyri at siga sína hugsan um jólakalendarann, verða møguliga eisini rakt av spariætlan kringvarpsnevnarinnar. Mín inniliga áheitan til Kringvarpsnevndina er heldur beinanvegin at støðga útvarpan í myndum og talu av valagitatiónini. Tí tað eru politikararnir sum hava forsømt kringvarpið, og tí er tað mest natúrligt, at teir fyrst og fremst svíða fyri sparingum Kringvarpsins. Áheitan á Kringvarpsnevndina Tjóðveldi elis POulsen Val Politikkur og búskapur ganga ikki altíð hond í hond, orsøkin er helst, at tyngini verða ymiskt uppfatað í einum størri samanhangi. Seinasta tíðuna hava vit hoyrt nógv um yvirhitaðan búskap, og hvørji tiltøk eru neyðug fyri at tálma búskapinum. Bæði polittikkarar og búskaparfrøðingar hava víst á neyðug tiltøk, bæði innan íløgur og rakstur. Men eitt er, hvussu politisk intriv kunna ávirka búskaparligu gongdina, annað er hvussu hesi ávirka einstøku familiuna. Eitt av intrivunum, sum hevur verið uppi og vent er rentustuðulin, um vit taka dømi í einari ungari familiu við 3 børnum sær myndin soleiðis út. Eitt er kort at skilja annað er skip at føra Valevni sambandsflokkurin eivin JacObsen Val Inntøka: Ì alt Hjún : 276.000 kr 240.000 kr Skattskyldug inntøka : 516.000 kr Pr.mán 43.000 kr Rentustuðul 38.222 kr 3.185 kr Bruttointøka 554.222 kr Pr.mán 46.185 kr Skattur/ avgjøld 173.899 kr Pr.mán 14.491 kr Avlop áðrenn útreiðslur 380.323 kr Pr.mán 31.693 kr Ùtreiðslur: Fastar útreiðslur 132.250 kr Pr.mán 11.020 kr Matur, klæði og aðrar persónligar útreiðslur ikki íroknað Lániútreiðslur í alt 1,4 mil 114.000 kr Pr.mán 9.500 kr Tøkur peningur vi rentustuðli 134.073 kr Pr.mán 11.172 kr Tøkur peningur uttan rentustuðul 95.851 kr Pr.mán 7.987 kr Familjan er hornasteinurin í samfelagnum verður sagt, eg hevði ikki tikið undir við, at umstøður ella tilvera gerðast trublari hjá teimum sum stríðast fyri at fáa fótin undir egið borð. Løgtingsvalið 19. januar 2008 Nr. 5 - 8. januar 2008 11 Tíverri noyðast vit eisini at sanna, at hesi vísdómsorð gera seg galdandi, tá tað viðvíkur umrøðu av Flog­ vallamálinum. Her draga føroyingar hvør sína línu, men Javnaðarflokkurin vil vísa, at vit halda saman og hava vit tí, fyri at gera okk­ ara ávirkan galdandi, bert uppstillað eitt valevni fyri Vágoynna, sum øll Javn­ aðarfólk standa saman um. Hetta gevur Vágafólki góðar møguleikar at fáa eitt umboð á ting, tí tær persónligur atkvøðurnar, nú Føroyar er eitt valdømi, verða alt avgerandi. Við at upstilla fleiri val­ evni, sum hinir flokkarnir hava gjørt, verða atkvøð­ urnar smábíttar og hava tey ongan møguleika, tí verður Javnaðarumboðið alt avgerandi. Útbyggingin av Vága Floghavn dregur út, og kemur hetta av innanhýsis ósemjum í hinum flokku­ num, ið fyri einhvønn prís vilja niðurleggja flogvøllin í Vágum. Harmiligt at síggja og hoyra hvussu óseriøsa viðgerð hetta mál fær, bæði at persónum, ið kalla seg ”serfrøðingar” í Flogvallamálum og øðrum. Tær upphæddir, ið verða nevndar fyri nýggjum flogvølli, hava als einki við ein nýggjan flogvøll at gera, men allarhelst verður bert hugsa um eina ”lend­ ingarbreyt”. Als ikki verð­ ur hugsa um innflúgv­ ingar útgerð, bygningar o. a. Eitt orð sum ”internatio­ nal” Lufthavn verður nógva brúkt, og trúgva menn, at hetta orðið kann broyta verðurlagið í Føroy­ um. Teir vita neyvan at á Internationalum flogvøll­ um aðrastaðni noyðast flogfør eisini at avlýsa vegna verður (toku, kava og vindi). Nei lat okkum fáa meira seriøsa viðgerð av hesum máli og koma í gongd við útbyggingina í Vágurm sum skjótast fyr peningin, ið er settur av til hetta endamál. Ella skulu vit bíða til ein ávísur fólkafloksmaður hevur brúkt hendan peningin til óseriøsar kanningar av øðrum flogvølli? X við meg á C Saman at halda var ei okkum givið, tí er so lítið burtur úr her blivið Valevni javnaðarfloksins KristOffur GaardlyKKe Val Í eini oddgrein í sosialinum herfyri, stóð at lesa: “Altjóða samfelagið hev­ ur fyri fyrstu ferð í søguni tikið ábyrgd av palestinsku tjóðini og játtaðar eru tíggjutals milliardir dollars sum búskaparlig hjálp til hetta hart plagaða fólk.” Tá ið tað her verður sagt, at tað er fyrstu ferð at altjóða samfelagið játtar pening til palestinska fólkið, so velst hvat tosað verður um. Í hesum føri vóru tað fleiri lond, sum á felagsfundi í Paris 17. desember, tóku avgerð um at lata nevnda pening. Bæði Hamas­stjórnin og Abbas­stjórnin í palestin­ sku økjunum er skilaleysar stjórnir við eini kavrotnari umsiting. Noreg er eitt av londunum, sum í sínari tíð, gav milliónir av krónum til Arafat og hansara stjórn. Seinni kom fram, at megin­ parturin av hesum peningi var farið í lumman hjá Arafat sjálvum og inn á eina konto hjá konu hansara, sum búði í Paris. Stórur møguleiki er fyri at peningurin, ið varð játt­ aður á stevnuni í París, endar á sama hátt, sum meginpartur av pening­ inum higartil er farin: Í hendurnar og lummarnar hjá nøkrum fáum og til at fíggja sjálvmorðatsóknir móti Ísrael, ístaðin fyri at brúka peningin til at hjálpa sínum egna fólki. Tað er ófatiligt at demo­ kratisk lond í vesturheim­ inum ferð eftir ferð lata pening til palestinsku myndugleikarnar uttan at seta treytir fyri demokra­ tiskum valum og skipanum í landinum. Nógv kristin hava verið í palestinsku økjunum, men tey fækkast í hvørjum. Hví? Tí tey verða bein­ leiðis forfyld og jagstrað. Í roynd og veru fer fram ein etnisk útreinsan í palestin­ sku økjunum. Stutt síðani var ein leiðari fyri ein kristnan bókahandil í Gaza burturfluttur og dripin. Tey kristnu verða á slíkan hátt rædd tey kristnu av landinum. Sagt verður, at vandi er fyri, at um stutta tíð eru eingi kristin eftir í palestinsku økjunum. Men hetta fær heimurin lítið og einki at vita um. Peningastreymurin til palestinsku myndugleikarnar svenninG av lOfti