Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-08, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2008síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

54 Nr. 5 - 8. januar 2008 tíðindi Tað byrjaði fyri góð­ um tveimum árum síðani. Á jólum 2005. Fjósaprojektið ORCA hjá Jens L. Thomsen. Nakrir ungir menn samlaðust. Ljóðføri skuldu byggjast. Studio skuldi setast upp i fjósinum hjá pápa Jens; bóndanum Innan Glyvur. Gamla­ árskvøld til 2006 stóð verkætlanin á beinunum, og tiltikna fjósakonsertin varð hildin. Í dag er konsertin komin út á fløgu og DVD. Orca brýtur øll mørk, og útgávan er einki minni enn eitt meistaraverk, heldur ummælari okkara, sum gevur bólkinum seks stjørnur Ummæli ★★★★★★ Sunneva H. Eysturstein seysturstein@gmail.com Myndir: Jógvan Andreas á Brúnni »Ja! Hetta er tað!« var tað fyrsta, ið eg hugsaði, tá eg hoyrdi júst útkomnu fløguna »Livandi Oyða« eftir fjósaprojektið ORCA hjá Jens L. Thomsen. Hetta er tað, sum manglar akkurát nú á før­ oyska tónleikamarknaðinum. Ein 100 prosent original fløga, sum flytur mørk. Hetta er ikki fyrsta fløgan, sum kann flyta mørk, hvat viðvíkur føroyskari tónleikahugs­ an, men hetta er tann fyrsta, ið er komin út her heima við sjálvgjørd­ um ljóðførum, spildurnýggjum ljóði og spennandi konsepti, øllum í senn. Hon flytur ikki bara mørkini; hon brýtur tey! Fjósaprojektið ORCA ORCA eitur verkætlanin, og toymið handan verkætlanina kallast R­boys. Hetta toymið stendur av fimm monnum, ið hvør sær framføra á nøkur ógvuliga áhugaverd og sjáldsom ljóðføri. R­boys eru: Jens L. Thomsen (Clickhaze, Høgni Lisberg) á pelabass, oljuharpu, øks, vinkulslípara, sement­ blandara, steinar og R­kór; Kári Sverrisson (Enekk) á vokal, boga og sag og oljuharpu; Bogi á Lakjuni (Clickhaze, Petur Pólson, Knút H. Eysturstein) á oljuharpu, pelabass, tunnusett, sýrudunk, jarnbrot, smergulskivu og R­kór; Magni Højgaard (Marigold) á fløskuorgul, smergulskivu, tunnusett, hamar og seym og R­kór; Jógvan Andreas á Brúnni (Gestir) á tunnusett, kust, oljuharpu, sýrudunk og R­kór. Við R­boys í verkætlanini ORCA eru mætir einstaklingar sum Ólavur Jákupsson (Gestir), Jón Tyril (Clickhaze), Niels L. Thomsen (Bóndin Innan Glyvur) og kúgv nr 63 (!), umframt kór­ røddir frá fuglunum uppi í Urðunum og remiks frá Com­ Data (Ólavur Jákupsson og Jens L. Thomsen), The Third Eye Foundation, Oktopus og Bookworms. Ljóðar hetta merkverdugt? Ja, men ljóðførini eru eisini heima­ gjørd; smíðað og sagað úr tilfarið, sum mennirnir hava savnað og sett saman í fjósinum. Upptøkurnar eru settar inn á teldu og eru blivnar miksaðar og samplaðar. Løgini eru blivin send út í heim til ymsar tekniskar snillingar, ið hvør sær hava miksað og samplað víðari og givið løgunum ein ham afturat. Soleiðis hevur tað borið til at givið seks løg út, ið eru tikin upp í fjósinum, umframt fimm remiks; tvær live video­upptøkur úr fjósinum, tvey video gjørd til tvey av remiksunum og ein stuttan dokumentar um, hvussu ljóðførini eru gjørd. Úrslitið er stórsligið. Meðan fløgan snurrar Stórsligið er eitt ógvusligt orð, eg veit, men tað sigur tað so væl. Tað, sum »Livandi Oyða« er. Verkætlanarheitið »ORCA« sigur tað eisini væl. Stórsligin orka. Og virðing. Tónlistarlig, leitandi, eksperimenterandi virðing. Tónleikur verður framleiddur endaleyst, og tað finnast ikki orð fyri, hvussu nógvur fantastiskur tónleikur er til. Tónlistarliga tilveran er vorðin so rúgvusmikil, at tað er torført veruliga at gera nakað nýtt. Nakað, sum knallar til! Nakað, sum eingin hevur gjørt fyrr, og sum vigar tungt á nýskapandi vektini. Men tað er ótrúligt, hvussu »Livandi Oyða« rakar plett á júst hesi skálini og útvigar alt tað, sum vit annars halda er progressivt. Ikki tí, at hitt ikki er feitt! Hitt, sum er slóðbrótandi og nýhugsandi. Verkætlanin ORCA er bara so mikið genial, at hon slær genialitetin hjá øllum hinum út. Ì øllum førum ta løtuna, meðan fløgan snurrar í anlegginum. Sveimandi og skakandi Tekstirnir á fløguni eru fýra í tali. »Fjøllini standa úti« og »Livandi oyða« eru frá savninum hjá Jóanesi Nielsen »Brúgvar av svongum orðum«, ið varð útgivið í 2002. »Volmar« og »Myrkur­ sins muður« eru eftir Jens L. Thomsen. Løgini hava R­boys smíðað, tó í ymsum saman­ setingum av manningini. Í tónleikinum hoyrast – ikki heilt uttan grund – elementir frá føroyskum bólkum sum Click­ haze, Enekk og Petur Pólson. Serliga í løgunum sjálvum og í rútmu samansetingunum. Tónleikurin er egin, men ein merkir í tónunum huglagsmyndir hjá eitt nú Massive Attack, Moloko, Tricky og Portishead. Í bakgrundini hoyrast ljóð frá fuglum og neytum. Lagið »Volmar« er upprunaliga instrumentalt, men er eisini remiksað við røddini hjá Ólavi Jákupssyni av The Third Eye Foundation saman við Com­ Data. Remiksaða útgávan er ræðuliga lekkur. Her hoyrist serliga Clickhaze íblásturin ORCA – Livandi Oyða Meistaraverk úr einum fjósi R-boys kalla teir fimm mennirnir seg, sum framføra á »Livandi Oyða«. Frá vinstru: Jógvan Andreas á Brúnni, Jens L. Thomsen, Kári Sverrison, Magni Højgaard og Bogi á Lakjuni