týsdagur 8. januar 2008síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 8. januar 2008
55
tíðindi
afturat teimum omanfyri nevndu
útlendsku bólkunum, meðan
røddin hjá Ólavi sveimandi og
skakandi syngur tekstin hjá Jens:
»Volmar súkklar niðan brekku,
dettur. Reisist ikki aftur. Volmar
súkklar niðan brekku, dettur.
Letur eygað aftur«.
Eitt annað remiks, ið fall beint
í mína jørð, var »Grøðing«, ið
Bookworms hava gjørt burturúr
minutt-langa fjósalagnum
»Heilabruni«, eisini saman við
Com-Data. Tað er rátt og
skróvandi, men samtíðis vakurt,
kontant og klingandi. Ein lekkur
samanseting av ljóðum, ið eg
annars slett ikki hevði ímyndað
mær kundu fáast burturúr einum
lutvíst friðarligum og myrkum
lagi sum »Heilabruni«.
Fjøllini syngja í ørviti
Mær dámar best »Fjøllini standa
úti«, bæði upprunaútgávuna og
remiksið, sum Com-Data hava
gjørt. Arrangementið er væl
gjørt, knívskorið. Fangandi
soleiðis, sum tað eigur at vera.
Serliga tað eina brotið í útgávuni,
ið er remiksað, har Kári
Sverrisson syngur »Fjøllini.
Fjøllini. Fjøllini hava fepur!« og
so kemur eitt larmut, rútmu-
baserað petti, ið ristir ígjøgnum
kroppin á tær. Eg føli næstan,
hvussu fjøllini hava fepur. At tey
standa úti í kuldanum og syngja í
ørviti. »Sum stórir operasangarar
klæddir í grasi, syngja fjøllini«,
ið Jóanes Nielsen so meistaraliga
hevur skrivað.
Heildin er fantastisk, ein
fullkomin pakki. Ein sýrut,
eksperimenterandi, elektroniskt-
ljóðandi blanding av løgum og
tónum, ið geva assosiatiónir til
føroyska náttúru, stórbýarlív, frið
yvir grønar dalar, larm og stress
og alt í senn. Hetta huglagið er
eisini væl lýst á húsanum, har
fløgurnar báðar snøgt sita í.
Húsin er sniðgivin av Høgna
Egholm Magnussen. Hann
myndar ein eksploderandi stórbý;
høg hús í logandi eldi við gráum
skýggjum og flákrandi øsku.
Aftaná eina løtu broytist heildin
og sær síðani út sum um, at tað
er húsin sjálvur, ið brennur, og at
myndin av stórbýinum smeltar í
loganum. Á sjálvari permuni er
eitt skepilsi, ið sær út sum ein
seyður í sólbrillum, svørtum
klædningi og reyðum slipsi.
Aftur ein væl gjørd og eisini
stuttlig samanseting av
primitivari náttúru og meira
tjekkaðum stórbýarstíli.
Allir tumlar upp
Eg veit, at summi hugsa »Hvat
meinar tú við? Ein og hvør kann
seta seg inn í eitt fjós og hamra á
nakrar tunnur, meðan kýrnar
brøla afturvið«. Sjálvandi kann
ein og hvør gera tað, men ein og
hvør kann ikki fáa eitt slíkt
hugskot bara soleiðis; ein og
hvør kann ikki skapa eitt so
gjøgnumført konsept burturúr
einum slíkum hugskoti; og ein og
hvør hevur ikki eginleikarnar til
at framleiða eitt so sparkandi
feitt produkt, at tað gevur
gásarhold ígjøgnum jørðina og
upp millum bibburnar á tær,
hvørja ferð tú lurtar eftir tí. So
sjáldsom hugskot koma
innímillum til nakrar útvaldar
einstaklingar, sum einans við
framúr listarligum handverki
kunnu formidla hugskotini til
nakað so einfalt sum eina fløgu.
Ein lut, ið hvørt menniskja skilir
og kann móttaka hugskotini
ígjøgnum.
»Livandi Oyða« er ein útgáva,
ið eg meti fer at slóða veg fyri
mongum spennandi, nýskapandi
tónleikaverkætlanum i komandi
tíð. Tað er einki keðiligt at seta
fingurin á. Løgini hava øll hvør
sítt spennandi og serstaka ljóð.
Útgávan er so original, sum hon
kann vera, tá hugsað verður um
heimagjørdu ljóðførini eins væl
og elektroniska ljóðið, sum í
grundini slett ikki er elektroniskt,
men er skapt burturúr sampling-
um av veruligum ljóðum.
Eg vil mæla øllum til at fáa
sær fløguna í hendi, at lurta og
hyggja. Tí óansæð um tær ikki
dámar tónleikin, so er verkið
áhugavert. Áhugavert á ein hátt,
ið opnar fyri nýggjum møgu-
leikum; ið víðkar sjónarringar og
gevur eina kenslu av listarligum
frælsi.
Hevði eg átt fleiri tumlar,
høvdu allir peikað beint upp í
loft. Eg havi einans tveir, men
hesir eru báðir steyrrættir fyri tí
meistaraverki, ið »Livandi Oyða«
er. Fjósaprojektið ORCA fær
herðaklapp, nógvar ballónir og
konfetti frá mær. Eg síggi fram
til at uppliva glíðibreytina til
nýggjari, eksperimenterandi tíðir,
ið verkætlanin ivaleyst fer at
skumpa undir.
Seks stjørnur til Orca.
FJØLLINI STANDA ÚTI
- Jóanes Nielsen
Fjøllini standa úti
Huld í támi og surrandi flugum
Sveipað í vindi
Og lítla ljóðinum frá svongum
rótum
Áirnar stoyta seg út í onki
Fjøllini syngja
Sum stórir operasangarar klæddir
í grasi
Syngja fjøllini
Leggi stetoskopið móti bringuni
Eitt hjarta av gróti og vatni
Dukar móti oyrunum
Eg spyrji hjartað
Hvussu hevur tú tað
Fjøllini standa einsamøll úti
Ongin bjóðar teimum inn
Míni fjøll standa køld úti í
myrkrinum
Tey frysta
Míni fjøll
Stórar rúgvur av sjúkum gróti
Fjøllini líða av svøvnloysi
Leggi stetoskopið móti einum
blomstri
Gjøgnum tveir plastikkleidningar
Angar klænt lív
Fjøllini hava fepur
Míni fjøll syngja í ørviti
Anga av rósum og villum
jarðberum
Fjøllini sleppa ikki inn um
kvøldarnar
Onki hotell tekur ímóti teimum
Tað er kalt at hava stjørnurnar til
tekju
Jens L. Thomsen spælir á pelabassin
Fjósið hjá Niels L. Thomsen bleiv
gjørt um til upptøkuhøli við alskyns
heimagjørdum ljóðførum
Tunnusettið er sett saman av ymsum tunnum úr fjósinum
Kúgv nr 65 syngur
melodiin í fyrsta lagnum
»Volmar«, ið annars er
instrumentalt