Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-08, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2008síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 5 - 8. januar 2008 lýsingar K u n n g e r ð Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. Mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, verður við hesum gjørt kunnugt, at Miðvágs bygdaráð á fundi 12. novembur 2007 samtykti at broyta býarplanin fyri Miðvágs kommunu soleiðis, at ein partur av matr. nr. 208a á Gutthústrøðni í Miðvági verður lagt sum B-øki. Kort, sum vísir broytingina, liggur frammi til alment eftirlit á bygdaráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá mánadegnum 07. januar til mánadagin 28. januar 2008 báðir dagar íroknaðir. Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 07. apríl 2008. Miðvágs Kommuna Fólk søkist Vit søkja eftur smiðjun, stál skipasmiðjum, sveisarum, mekanikarum og líknandi til arb­ eiði í Noreg skjótast gjørligt. Arbeiði umfatar klassing, umvæling og nýgerð av boripallum, supplyskipum, nýbygningum o.ø. innan offshore ídnaðin. Arbeiðstíðin er 4 vikur úti og 2 vikur heima. Góð løn verður givin. Meira fæst at vita um arbeiðið, umstøður og treytir við at ringja ella skriva til undirritaða felag. Tlf 332 422 · Fax 333 222 · t-postur: oilwind@oilwind.fo Uttanfyri arbeiðstíð kann ringjast til fartlf. 212 422 Námsfrøðingur Til Dagrøktina í Nes kommunu verður søkt eftir námsfrøðingi, at arbeiða umleið 30 tímar um vikuna, til ein 2 ára gamlan drong við spastisiteti, at byrja skjótast til ber ella eftir avtalu. Námsfrøðingar sum fáa prógv í febr. 2008, kunna eisini søkja. Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, verður hjálparfólk sett. Arbeiðið umfatar: • At stuðla dronginum í spæli saman við øðrum børnum • At fara til fysioterapi, ergoterapi og møguliga onnur tiltøk • At stimbra og annars geva honum ein innihaldsríkan dag Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagog­ felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, peda­ gogurin í skala 11­17 og hjálparfólkini í skala 1­5. Umsókn Skrivlig umsókn, saman við prógvum og møgulig­ um viðmælum, skullu verða Nes Kommunu í hendi innan 25.01.2008 kl. 12.00. Nærri fast at vita um starvið við at ringja á tlf 448462 ella 565020 og tosa við Katrin Poulsen dagrøktar­ leiðara. Nes KommUNA 650 Toftir www.nes.fo nes@nes.fo N e s K o m m u N a 650 Toftir · www.nes.fo · nes@nes.fo www.sosialurin.fo veitst tú ikki tað?