týsdagur 8. januar 2008síða 47
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 8. januar 2008
47
lýsingar
Samskipari søkist
Sjálvstøðugt og avbjóðandi starv hjá Bláa
Krossi Føroya.
Vit sóknast eftir einum sjálvstøðugum og
ágrýtnum starvsfelaga, sum kann arbeiða
á ymiskum økjum og vera við til at menna
felagsskap okkara.
Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:
• Samskipa og standa fyri ymiskum
verkætlanum, serliga innan
fyribyrgingarøkið.
• Standa fyri og leggja til rættis
kunningararbeiðið hjá Bláa Krossi.
• Menna sjálvbodna arbeiðið hjá Bláa Krossi.
• Saman við aðalskrivaranum tryggja
fíggjarliga grundarlagið hjá felagsskapinum.
• Hjálpa til við fyrifallandi uppgávum.
Førleiki:
• Tú ert væl skipað/ur og hevur gott yvirlit,
hóast nógvir bóltar eru í luftini ísenn. Tær
dámar at arbeiða saman við øðrum, men
kanst eisini arbeiða sjálvsstøðugt og leggja
tín egna arbeiðsdag til rættis.
• Vit roknað við at tú hevur eina hóskandi
útbúgving ella royndir á økjunum.
• Tú dugir væl føroyskt og hevur hollan
teldukunnleika.
• Royndir frá verkætlanararbeiði og/ella
fjølmiðlaøkinum er ein fyrimunur, men eingin
treyt.
• Tú tekur undir við grundarlagnum hjá Bláa
Krossi og vilt arbeiða samsvarandi hesum.
Tú verður ein partur av toyminum á
skrivstovuni í Runavík og kemur at arbeiða
í tøttum samstarvi við hini starvsfólkini á
skrivstovuni. Talan er um fulltíðarstarv,
men kann parttíðarstarv eisini koma
uppá tal. Góðir møguleikar eru fyri
persónligari og fakligari menning. Lønar- og
setanarviðurskifti eftir avtalu.
Vit skulu hava umsókn tína seinast
fríggjadagin 25. januar. Starvið verður sett
skjótast til ber.
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja
til Hjalmar á tlf. 748894 ella senda teldupost
til hjalmar@blakross.fo. Umsókn skal sendast
til:
Blái Krossur Føroya
Heiðavegur 6
620 Runavík.
Væl innarbeidd matstova, fult útgjørd við
øllum loyvum, ið krevjast, er til leigu/sølu.
Matstovan heldur til í leigaðum bygningi.
Møgulig yvirtøka kann fara fram eftir av
talu.
Áhugaði kunnu ringja tlf. 21 64 34.
Matstova í Klaksvík
til leigu/sølu
Søkt verður eftir bilførara.
Skal hava stóra koyrikortið.
H.H. Trans Sp/f · 212708
Bilførari søkist
U r t a g a r ð s r ø k t
Um nóg nógv tekna seg verður 20 t skeið í
urtagarðsrøkt v.m. mikukvøld kl. 19.00 - 20.40.
Byrjað verður 16. januar.
Lærari: Jóan Petur Berg, tlf. 444290 / 737722
Kostnaður: 200 kr.
Fuglafjarðar Kvøldskúli
Tlf. 737760
Lesið Sosialin - so eru tit við