Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-08, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 2008síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 Nr. 5 - 8. januar 2008 lýsingar Gjáarlon søkir eftir námsfrøðinGi, avloysara oG køkshjálp Søkt verður eftir námsfrøðingi, tímaløntum avloysara og køkshjálp til dagstovnin Gjáarlon í Vestmanna at byrja 1. februar 2008 ella sum skjótast. Vit sóknast eftir • 1 námsfrøðingi 30 tímar um vikuna. Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í staðin. • 1 tímaløntum avloysara • 1 køkshjálp 20 tímar um vikuna. Dagstovnurin er í 5 eindum við vøggustovu og barnagarði – skipaður til íalt 84 børn. Stovnurin letur upp kl. 7:15 og letur aftur kl. 17:15. Gjáarlon er ein grønur stovnur, sum leggur dent á at fara væl um umhvørvið inni sum úti. Umstøðurnar eru sera góðar bæði innan– og uttandura. Vit bjóða Í tí dagliga arbeiðinum leggja vit stóran dent á trivnaðin hjá børnum og starvsfólkum, og vit virka alsamt fyri at skapa álit og tryggleika fyri børn og foreldur. Gerðandisdagurin er somu­ leiðis merktur av, at vit eru ein grønur stovnur. Vit ynskja Vit leggja dent á, at tú hevur førleika at arbeiða sjálvstøðugt, ert ágrýtin og nýhugsandi. Tú tekur ábyrgd og virkar í góðum samstarvi við samstarvsfelagar og foreldur, og saman við okkum ert tú við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið. Vit vænta, at tú sært møguleikar og avbjóðingar fram um forðingar. Setanarviðurskifti Løn og setanarviðurskifti eru skipað sambært sáttmálanum millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Køkshjálp Vit vænta at tú ert fyrikomandi og fryntlig/ur, og eisini at tú tolir at verða órógvað/ur av børn­ um. 3 teir fyrstu mánaðarnir verða roknaðir sum royndartíð. Vit tilskilja okkum rætt til ongan at seta. Setanarviðurskifti Løn og setanarviðurskifti hjá køkshjálpini eru skipað sambært sáttmálanum ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevara­ felag Føroya. Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Morið A. O. Gardy, leiðara, á telefon 230134 ella Solveig Olsen, varaleiðara, á telefon 230154. Umsókn og freist Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 22. januar 2008, kl 12:00. Setanarsamrøður verða í viku 4. Send eina umsókn við avriti av prógvum og viðmælum til: Gjáarlon Hornavegur 16 FO – 350 Vestmanna Umsóknir skulu merkjast »Gjáarlon«. DaGstovnurin Gjáarlon Tórshavnar kommuna Skattalistin 2006 fyri Tórshavnar kommunu liggur frammi til alment innlit frá týsdegnum 8. januar til fríggjadagin 18. januar 2008, báðar dagar íroknaðir. Listin liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum allar gerandisdagar frá kl. 9.00 til 16.00, tó hósdag til kl. 18.00. Skattalistin fyri 2006 fyri árið 2006 liggur frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari skrivstovutíð frá týsdegnum 08. januar 2008 til og við mánadagin 21. januar 2008 Sørvágs Kommuna www.sorvag.fo Skattalistin Va r ð a g ø ta 8 · F O - 3 8 0 S ø r V á g u r S O r Va g @ S O r Va g . F O · t e l 3 3 2 0 0 4