mikudagur 9. januar 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 6 - 9. januar 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
tíðindi
Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar
hevði í gjár fund
við álitisumboð á
Landssjúkrahúsinum
um vánaligu
arbeiðsumstøðurnar
á stovninum.
Niðurstøðan
var, at felagið og
álitisumboðini
harðliga mótmæla
teir karmar og tær
arbeiðsumstøður,
sum sjúkrarøktar
frøðingarnar á
ávísum deildum á
Landssjúkrahúsinum
arbeiða undir
Yvirlýsing
Í yvirlýsingini, sum varð
send fjølmiðlunum eftir
fundin,
stendur
millum
annað.
Deildirnar eru ikki mann
aðar nóg væl, tá hugsað
verður um røktartyngd. Tað
hevur verið økt arbeiðsbyrða
í longri tíð, og fleiri sjúkra
røktarfrøðingar siga seg nú
koyra uppá síðstu orkuna.
Felagið krevur, at arbeiðs
orkan kemur at samsvara
við arbeiðsbyrðuna. Hetta
kann m.a. gerast við at seta
fleiri starvsfólk, ella um tað
ikki letur seg gera at minka
seingjartalið á deildunum.
Fleiri sjúkrarøktarfrøðing
ar eru farnir úr starvi yvir
longri tíð, og fáar ella ongar
umsóknir eru til tey størv,
sum verða lýst leys. Lands
sjúkahúsið hevur við hesum
mist starvsfólk við nógvari
vitan og royndum, og tað er
ein stórur vandi fyri, at hes
in trupulleikin bert økist
munandi, um ikki nakað
verður gjørt nú.
Leiðslan má gera okkurt
fyri at fáa síni starvsfólk at
verða verandi. Álitisumboð
ini vilja hava leiðsluna at
røkta starvsfólkini, sum tey
hava. Tey føstu starvsfólkini
vilja hava, at eisini tey
kunnu fáa boðið at fáa
meira enn minimumsløn, tá
tær taka eyka vaktir, og at
hesin peningur ikki bert fer
til vikarar frá útlandinum.
Leiðslan hevur í longri tíð
nýtt nógvan pening uppá at
loysa her og nú trupulleikar
og ikki uppá langtíðar
loysnir.
Álitisumboðini bjóða seg
fram at saman við leiðsluni
at koma fram til munadygg
ar loysnir. Samstundis vilja
vit heita á landsins politik
arar um at vísa ábyrgd fyri
støðuni
á
Landssjúkra
húsinum.
dh
Kundi tú hugsað tær at arbeitt sum
vikarur? Ella komið í eitt fast starv?
Vilt tú verða fleksibul og ráða yvir
tíðini sjálv/ur?
Vit hava eisini brúk fyri pensionist-
um og lesandi.
Vit røkka um alt landið.
Far inn á heimasíðu okkara www.temp-team.fo
TEMP-TEAM, Niels Finsensgøta 37, FO-100 Tórshavn Tel.: +298 61 61 00
TEMP-TEAM er eitt
vikarbureau.
TEMP-TEAM Føroyar
er ein partur av
fleiri deildum runt
um í Europa og úti
í heimi.
Okkara uppgáva er
at finna starvsfólk,
ið kunnu arbeiða
sum vikarar og tey
sum vilja koma í
eitt fast starv, bæði
á sjógvi og landi.
Kom og skráset teg
Fólk søkist
P O S T B O K S 2 0 3 2 • 1 6 5 A R G I R
T e l e f O n 5 0 5 0 5 0 / 5 0 5 0 6 1
w w w . A n S n I . f O
Søkt verður eftir fólki at koyra á vaktarleiðum
okkara í Klaksvík og Eysturoy.
Rein revsiváttan og koyrikort er ein treyt.
Nærri fæst at vita hjá vaktleiðaranum
tlf. 50 50 60 ella stjóranum tlf 50 50 61.
Í næstum fara
kvinnur í Suðuroy
at stovna felag at
skipa fyri stórum og
smáum tiltøkum
Tá ið Demokratia í novem
ber mánaði í fjør, var í Øra
vík og kunnaði um kvinnur
í politikki, bleiv kjakið
somikið áhugavert, at kvinn
urnar, ið vóru komnar sam
an tað kvøldið, avgjørdu at
hittast aftur. Tað er nú endað
við, at tað er gjørt av at
stovna felag fyri kvinnur í
Suðuroy.
Fyribils hevur felagið
fingið navnið Valkyrjurnar
og ætlanin er, at tær skulu
skipa fyri smáum og stórum
tiltøkum í oynni, eitt nú fyri
lestrum um ymisk áhuga
verd evni, hugnakvøldum
ella kjakkvøld um politisk
og samfelagslig evni, ella
um onnur evni.
Í hesum sambandi er væl
hugsandi, at tær fara at
skipa fyri valkafé, nú val
stríðið uppundir løgtingsval
ið er byrjað og at tær eisini
fara at skipa fyri tiltak á
altjóða kvinnudegnum 8.
mars.
Navnið Valkyrjurnar er
tikið úr norrønu gudalæruni,
har valkyrjan er kvinnuliga
mótstykkið til einherjan.
Valkyrjurnar eru kvinnulig
ar verur, sendar av Óðini, í
vøkrum kjóla, við brynju
og spjóti í hond at føra ein
herjarnar trygt til Valhøll.
Valkyrjan býr í hjartanum
á øllum kvinnum; hon er
tankin og viljin. Av kendum
valkyrjum kunnu nevnast;
Gunn, Hildur og Brynhild.
áki
Í annaðkvøld verður
kunnandi fundur
á Giljanesi um at
leggja Miðvág og
Sandavág saman í
eina kommunu
Bygdaráðini í Miðvági og
Sandavági samtyktu í heyst
at hava vegleiðandi fólka
atkvøðu í báðum bygdunum
um at leggja tær saman í
eina kommunu
Fólkaatvøðan verður leyg
ardagin 19. januar, sam
stundis sum løgtingsvalið.
Í hesum sambandi verður
almennur kunningarfundur
í annaðkvøld, hóskvøldið,
klokkan 20 í auluni á skúl
anum á Giljanesi
Á fundinum fara fólk at
greiða frá lóggávuni, um
framt at fólk eisini fara at
greiða frá, hví tey eru fyri
ella ímóti kommunusaman
legging.
Bygdarráðslimir
verða
eisini til staðar og tað verð
ur eisini høvi hjá fundarfólki
at seta spurningar.
Fyribils hava tey fingið
Eyðun Christiansen, ráðgev
ara hjá Føroya Kommunu
felag, at greiða frá lóggáv
uni á økinum. Hans Mourits
Foldbo, borgarstjóri í Gøtu,
fer at greiða frá, hví hann er
fyri samanlegging. Somu
leiðis fer Tordur Niclasen,
borgarstjóri á Eiði, at greiða
frá sínari støðu til komm
unusamanlegging
áki
Útbrend starvsfólk á Landsjúkrahúsinum
Kunnandi fundur um samanlegging í Vágum
Kvinnur í Suðuroy fylkjast í felag
Tey føstu starvsfólkini vilja
hava, at eisini tey kunnu
fáa boðið at fáa meira enn
minimumsløn, tá tær taka
eyka vaktir, og at hesin
peningur ikki bert fer til
vikarar frá útlandinum