Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 2008síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 6 - 9. januar 2008 3 tíðindi Mekta ynskir Runavíkar kommunu hjartaliga tillukku við nýggja skúlanum. Við samvirknu skúlatalvunum Cleverboard frá Mekta í hvørjari skúlastovu, hevur Runavíkar skúli megnað at vera fyrsti talgildi skúli í Føroyum MEKTA P/F | Heiðavegur 25 | FO-600 Saltangará | Tel. +298 61 61 61 | mekta@mekta.fo Sosialurin tel 34 18 00 Í kvøld fer valstríðið á Rás 2 í gongd. Ein fundur í Miðlahúsinum í kvøld snýr seg um náttúru og umhvørvi, meðan fundurin í annaðkvøld setir ljós á rúspolitikk. Báðir fundirnir verða sendir beinleiðis á Rás 2 Val 08 Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Í kvøld kl. 19.30 skipa Miðlahúsið og Lívfrøðinga­ felagið fyri politiskum Trapputingi í Miðlahúsin­ um. Evnið er »Náttúra og Umhvørvi.« Spurningar um manglandi vitan um korall­ økir kring Føroyar, mangl­ andi kemikaliulóggávu, burðardygga fiskiveiðu, CO2­útlát/veðurlagsbroyt­ ingar, grøn gjøld og annað verða settir pallborðinum, sum verður mannað við umboðum fyri teir politisku flokkarnar. Pallborðsluttakararnir verða Heðin Zachariasen fyri Fólkaflokkin, Bjarti Thomsen fyri Sambands­ flokkin, Frank Jacobsen fyri Miðflokkin, Óluva Niclasen fyri Javnaðarflokk­ in, Heidi Petersen fyri Tjóð­ veldi og Ronald Poulsen fyri Sjálvstýrisflokkin. Í annaðkvøld, hóskvøldið, setir Blái Krossur ljós á avhaldni. Felagsskapurin vil nýta høvi at fáa polit­ ikararnar at koma við teirra sjónarmiðum í sambandi valstríðið, sum er upp á tað hægsta í løtuni. Blái Krossur boðar frá, at allir politisku flokkarnir verða umboðaðir og fáa høvi til at geva wsítt íkast til, hvussu teir kundu hugs­ að sær at orða ein rúspolitikk í Føroyum. Hvørji mál skulu vit seta okkum? Hvørji mál vilja flokkarnir seta, og hvussu vilja teir náa hesum málum komandi valskeið? Ætlanin hjá Bláa Krossi við at skipa fyri hesum fundi er at varpa ljós á evnið. Felagsskapurin vísir á, at grannalond okkara hava orðaðan rúspolitikk, har mál eru sett, og hvussu ætlanini er at náa hesum málinum. Blái Krossur heldur, at ein rúspolitikkur kann umfata ymisk viðurskifti, og ætlanin við fundinum hóskvøldið er at seta fokus á fýra øki: Børn, ungdómur og rúsur, rúsdrekkalógin, ferðsla og rúskredda og hjálp og viðgerð. Flokkarnir fáa høvi at seta fram síni sjónarmið, um hvussu teir vilja virka á hesum øki. Politisku fundirnir í Miðlahúsinum í kvøld og annaðkvøld, sum ávikavist Lívfrøðingafelagið og Blái Krossur skipa fyri, eru almennir, og tað verður høvi hjá áhoyrarunum at seta spurningar til valevnini. Báðir fundirnir byrja klokk­ an 19.30 og verða sendir beinleiðis á Rás 2. Umhvørvi og rúspolitikkur í Miðlahúsinum 10 Rúspolitikkur er evnið á Trapputingi í Miðlahúsinum í annaðkvøld, meðan kjakevnið í kvøld er náttúra og umhvørvi. Báðir politisku fundirnir byrja klokkan 19.30 Savnsmynd