mikudagur 9. januar 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 6 - 9. januar 2008
Æðuvík – ein øgilig
ferðsla
Jólabygdin Æðuvík dregur nógv fremmanda fólk til
bygdina. So nógv, at ferðslan meiri enn tvífaldast
jólamánaðin, í mun til meðalferðsluna annars. Sambært
Landsverk er vanliga meðalferðslan 350 akfør um
døgnið. Men ferðsluteljingin um jólini vísir heilt onnur
tøl. Frá 30. november til 25. desember ferðaðust
tilsamans 21.816 akfør til og frá Æðuvík. Í meðal er tað
873 um døgnið. Við øðrum orðum meiri enn tvífaldaðist
ferðslan til og frá Jólabygdini í jólamánaðinum.
Spælipláss til Bryan ikki
avtalað enn
Sambært heimasíðuni www.concerts.dk, verður Bryan Adams at
síggja á palli á Tórsvølli tann 4. juni. “Torshavn Stadium, Faroe
Islands” stendur upplýst sum spælistað har. Hetta er tó ikki heilt
rætt, tí enn er ikki endaliga avgreitt, hvar Bryan Adams skal spæla,
sigur Dennis Holm, ein av fyrireikarunum av konsertini við Bryan
Adams í Føroyum, tá vit vilja hava hann at vátta tíðindini. Hann
sigur víðari, at atgongumerkjasølan gongur væl. – Tað gongur fínt
og eg vil siga, at tað er komið so langt nú, at fólk skulu skunda sær,
um tey ynskja at keypa eitt atgongumerki, sigur Dennis Holm.
Tilhaldið
til eldri
niðurpínt
Á veljarafundinum í Til
haldinum í gjár, varð
eisini tosað eitt sindur
um, hvussu stóran týdn
ing, Tilhaldið hevði.
Tað vóru tað fleiri pol
itikarar, sum bóru upp á
mál.
Samstundis vóru tað
mong, sum harmaðust
um, at fíggjarliga gávu
mildni ikki var líka stórt
sum, vælvildin annars, tí
allur tann góði viljin,
sást sanniliga ikki aftur í
fíggjarligu játtanini til
Tilhaldið.
Ein uppgerð vísti, at í
1998
fekk
Tilhaldið
650.000 krónur og hevði
7.860 vitjandi.
Tá var Tilhaldið 150
fermetrar stórt.
Í 2006 var játtanin
737.942 krónur, men tá
hevði Tilhaldið fingið
betri rúmd og hevði nú
546,8 fermetrar til taks.
Samstundis var talið á
vitjandi hækkað upp í
11.788 vitjandi
Í 2007 minkaði játtanin
aftur niður í 689.896
krónur og hevði ikki
færri enn 13.000 vitj
andi.
Sostatt er talið á vitj
andi næstan tvífaldað og
hølini næstan fýrafaldað,
men játtanin er næstan
tann sama.
val 08
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
myndir: Jens Kristian Vang
Tá ið politikarar dyrgja eftir
atkvøðum, plaga tað ikki at
skorta upp á lyfti.
Tað gjørdi tað heldur
ikki, tá ið politiskur fundur
var í Tilhaldinum í Havn
seinnapartin í gjár, har
pensjónistar høvdu høvi til
at hoyra, hvørjar ætlanir
teir ymsu flokkarnir hava á
eldraøkinum.
Men samstundis fingu
politikararnir høvi til at
hoyra, hvat rørist ímillum
tey gomlu og, hvørji teirra
politisku ynski, tey hava.
Og ikki skerst burtur, at
ynskini frá teimum gomlu
eru eyðmjúkari og meiri
jarðbundin
enn
tey
háfloygdu lyftini frá politik
arunum vóru viðhvørt.
Tað, sum tey gomlu vóru
serliga áhugað í, var at fáa
ábøtur á pensjónina.
Men so vóru tað eisini
mong, sum vísti á, hvussu
stóran týdning tað hevði, at
myndugleikarnir
settu
fyribyrgjandi tiltøk í verk.
Hóast tað eru mong
eldri, sum hava góða heilsu
høgt upp árini, eru tað eisini
nøkur, sum fáa sjúkur at
dragast við
Í hesum samband vóru
tað mong, sum harmaðist
um, at likamsvenjingin,
sum hevði verið fyri teimum
eldru á Tjarnargarði, var
hildin uppat, tí at játtan ikki
fekst til ein fysioterapeut at
standa fyri venjingini.
Tey løgdu eisini áherðslu
á, at ein serlækni í eldra
sjúkum
varð
settur
á
Landssjúkrahúsinum.
At hava ein eldralækna
á Landssjúkrahúsinum, hev
ur líka stóran týdning, sum
at hava eina barnalækna.
Tey harmaðust eisini um,
at umstøðurnar til at venj
ingar eftir heilabløðingar
og blóðtøpp, vóru so vána
ligar.
Tey mæltu eisini til, at
tey eldru fingu eina fyri
byrgjandi
læknakanning
um árið.
Hinvegin fegnaðust tey
um, at ókeypis koppseting
ímóti beinkrími varð sett í
verk.
Pensjónin
røkkur ikki til
Men politikarar fingu eisini
av grovfílini.
Var tað ikki fyri tað, at
tit vóru bjóðaðir at koma í
Tilhaldið, hevði eg spurt,
hvat tit biltu tykkum inn at
koma higar, segði ein rætti
liga bersøgin Simme.
Hann vísti á, at hann og
konan høvdu fastar útreiðsl
ur til hús, olju, tryggingar,
sjúkrakassar og annað upp
á
15.000
krónur
um
mánaðin.
Tað er tað sama, sum pen
sjónin er.
Tá er onki roknað upp í
til mat, klæði, atgongumerki,
jóla og føðingardagsgávur,
okkurt atgongumerki til
okkurt tiltak av og á.
Vit liva ikki, vit yvir
liva
Sostatt staðfesti hann, at
tað er eyðsæð, at pensjónin
røkkur slett ikki til og tað
nyttar hvørki at tosa við tey
okkum um Framsjón 2015
ella tosið um tjóðskaparligt
og persónligt frælsi.
Tað liva vit ikki av. Vit
liva her og nú og nógv av
okkum liva kanska slett
ikki í 2015.
Hann helt eisini, at tað
var alneyðugt at pensjónin
aftur verður prístalsviðgjørd,
soleiðis sum hon var fyrr.
Í sambandi við pensjónir
nar, skeyt Finnur Johansen
upp, at eins og hjún verða
skattað hvør sær, skulu tey
eisini fáa pensjón hvør sær
Tað vóru politikarar samd
ir í. Í øllum førum eiga eini
hjún ikki at missa so nógv í
pensjón, sum tey nú gera,
afturímóti tí, sum einstak
lingar fáa.
Av tí, at hjún hava felags
útreiðslur, fáa tey minni í
pensjón, enn einstaklingar
fáa, men fleiri politikarar eru
sinnaðir at hyggja upp á tað.
Tað vóru eisini teir, sum
hildu, at pensjónistafeløgini
eiga rætt og slætt at vera
fakfelagið
hjá
teimum
gomlu og samstundis eiga
allir pensjónistar at vera
limir.
Onnur hildu kortini, at
tað mundi muna lítið, tí tað
nyttaði lítið hjá pensjón
istum at fara í verkfall....
Tað treyt annars ikki við
góðum ætlanum, tá ið polit
ikarar sluppu at siga sína
meining.
Pensjónirnar
skuldi hækkast og skuldi
ikki skerjast, tá ið pensjón
istur hevði aðra inntøku.
Ellis og røktarheim og
eldraíbúðir skulu byggjast í
stórum stíli og nógvar milli
ónir skulu brúkast upp á
vælferð hjá teimum eldru.
Óli Breckmann, valevni
fyri Fólkaflokkin, vísti á, at
vit eiga at síggja aldurdóm
in sum ein samanhang, held
ur enn at býta hann sundur í
ávís mørk, so at tey eldru
avgjørt skulu halda uppat at
arbeiða, tá ið tey fylla 67.
Teir pensjónistar, sum
hava hug, eiga at sleppa at
halda fram at arbeiða, uttan
at missa so nógv av eftir
lønini.
Tí eiga vit at byggja
heimahjálpina út, so at fólk
kunnu búgva heima so
leingi heima, sum gjørligt
og samstundis eiga vit at
hava eitt fjølbroyttari úrval
av eldrabústaðum.
Hann helt, at tað er alt
avgerðandi, at skipanin er
so liðilig sum gjørlig, so at
vit tosa um ein eldrapolitikk
og ikki bara ein pensjóns
politikk.
Heðin Mortensen, valevni
fyri Javnaðarflokkin, stað
festi, at í næsta valskeiði
verður ongin skattalætti, tí
peningurin skal heldur brúk
ast til vælferð.
Men hann helt eisini, at
tað er alneyðugt at byggja
Bleyt virði og g
Ynskini vóru jarðbundin men lyftini
vóru gylt, tá ið pensjónistarnir í Til
haldinum í Havn fingu høvi til at hitta
politikarar á veljarafundi í gjár, men teir
fingu eisini av grovfílini
Teir hava nógvar ætlanir um at gera umstøðurnar hjá pensjónistunum betri. Frá vinstru eru teir Óli Breckm
Poulsen. Sjálvir eru pensjónistarnir mest áhugaðir í fyribyrgjandi heilsutiltøkum og ábótum á pensjónina