Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 2008síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 6 - 9. januar 2008 ylt lyfti eldrarøktina í Suður­ streymoy út við eldraíbúð­ um, ellisheimum og røktar­ heimum. Eisini Anfinn Brekkstein, valevni fyri Sambands­ flokkin, nevndi týdningin av at byggja fleiri ellis­ og røktarheim í Suður­ streymoy. Men hann nevndi eisini, hvussu stóran týdning tað hevur at leggja eldraøkið undir kommunurnar at umsita fyri at fáa tað loyst sum skjótast. Álvur Kirke, valevni fyri Miðflokkin, minti á, at pen­ sjónin er ikki ein gáva frá samfelagnum, tí tað er ikki annað enn tað, sum hvør einstakur hevur goldið til samfelagið ígjøgnum lívið. Annars segði hann, at Miðflokkurin heldur at tað er rætt at avtaka sjúkrakass­ an og leggja hann undir skattin og at einskilja Kring­ varpið, so at tað hvílur í sær sjálvum og so at fólk ikki verða tvingað at betala kringvarpsgjald. Finnur Helmsdal, valevni fyri Tjóðveldi vísti til við­ merkingina frá Simma og staðfesti, at hevur eitt húski fastar útreiðslur upp á 15.000 krónur um mánaðin, er tað eyðsæð, at tann tíðin er farin, har landskassin klárar at fíggja pensjónir­ nar. ­ Tí er tað, at nógv hava sæð ljósið og eru farin at spara saman til sína egnu eftirløn og tað heldur hann vera avgerandi neyðugt. ­ Tað er neyðugt, at øll spara saman til sína egnu pensjón, annars loysist tann trupulleikin ikki, legði hann dent á. Hann vísti eisini á, at hóast fólk fara av arbeiðsmarknað­ inum fyri aldur, skulu tey framvegis hava eitt mein ingsfult lív og tí er tað ein høvuðsuppgáva at tryggja, at tey framvegis hava ein hóskandi bústað, hóskandi inntøku og sosialt samband og nakað at fáast við. Men allarstørsta dentin eiga vit at leggja á at bøta um umstøðurnar at venja eldri, sum fáa blóðtøpp og heilabløðing. Ronald Poulsen, valevni fyri Sjálvstýrisflokkin legg­ ur áherðslu á, at pensjónin skal vera á nøktandi støði og hann tað skuldi ikki vera so, at tey, sum sjálvbodna pensjón, missa næstan allar viðbøtur. Honum dámdi heldur ikki, at Samhaldsfasti var skattskyldugur. Sigrun Gunnarsdóttir í Snarskivuni Hósdagin 10. januar klokkan 16.00 letur Sigrun Gunnars­ dóttir Niclasen, listakvinna, upp framsýning í Snarskivuni í Havn. Framsýningin er opin hvønn dag í januar og februar í vanligari upplatingartíð hjá Snarskivuni. Á fram­ sýningini verða málningar hjá Sigrun, eins og eisini verð­ ur møguligt at síggja bókina, sum norski listfrøðingurin Eva Furseth fyri jól gav út um Sigrun og list hennara. Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen, er fødd og uppvaksin á Eiði, og er ein av mest lærdu listafólkunum í Føroyum. The Dreams fær føroyskan stuðul Føroyingar sleppa at atkvøða, tá ið føroyski punkbólkurin The Dreams fer at taka lut í danska Melodi Grand Prixnum. The Dreams skal verða við í Grand Prixnum sjálvt valkvøldið til løgtingið, og tá skulu teir kappast um at sleppa í finaluna í kappigini. Føroya Tele hevur nú fingið boð frá donsku fyriskiparunum um, at eisini føroyingar sleppa at atkvøða í kappingini. Danska Melodi Grand Prix verður tó víst á DR1, og tað ber eisini til hjá føroyingum at atkvøða, hóast teir fylgja valinum í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. mann, Heðin Mortensen, Anfinn Brekkstein, Álvur Kirke, sum hevur orðið, Finnur Helmsdal og Ronald Nógvir pensjónistar vóru í Tilhaldinum í gjár og lurtaðu eftir politiskum vísdómsorðum og gyltum lyftum Tað er hent at hava stokkarnar við at stytta sær stundir Lurtað varð við stórum áhugað