mikudagur 9. januar 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 6 - 9. januar 2008
Sera nógv fólk luttóku
í Jólakalendara-kapp-
ingini hjá Sosialinum,
og vinnararnir fingu
í gjár eina seinkaða,
men góða jólagávu
JÓLAKALENDARI
Ein dreymaferð til Disney
land í Florida frá ferðaskriv
stovuni 62° Norður. Boblan
di gosbað frá Demich. Tele
varpsmótakara við alskyns
møguleikum frá Føroya
Tele. Familjupakki við gist
ing á Sjómansheiminum í
Havn, gávukort frá Bow
linghøllini í Havn, Havnar
Bio og Hvonn. 10 kassar av
brúsandi Faxe Kondi frá og
einki minni enn átta kilo av
krútsterkum kaffi frá heil
søluni Poul Michelsen. Het
ta vóru vinningarnir, ið sjey
heppin fólk ognaðu sær í
gjár. Sjey fólk, sum høvdu
tikið lut í Jólakalendara
kappingini, sum Sosialurin
skipaði fyri í desembermán
aði.
Høvuðsstuðlarnir í kapp
ingini vóru savnaðir í Mið
lahúsinum
fyrrapartin
í
gjár, har teir saman við Jam
es Olsen, verti á Rás2, í
beinleiðis
útvarpssending
kunngjørdu mongu vinnar
arnar.
Tað vóru tær báðar fittu
diddurnar á Eiði, Helena
Juul og Jennleyg Juul Kalls
oy, sum vunnu ferðina til
Disneyland. Astrid Gullfoss
vann gosbaðið og Karin Kir
ke Petersen televarpsmótak
aran. Helena Svabo Ziska
fekk familjupakkan, Jan
Willemoes teir tíggju kassar
nar av sodavatn og Jan Niel
sen vann átta kilo av kaffi.
Jólakalendarin – ein góð jólagáva
Stjórin á 62° Norður, Kent Christensen, finnur høvuðsvinnaran í stóra bunkanum
Mynd: Jens Kristian Vang
Bassi var eisini framvið í Miðlahúsinum og kunngjørdi vinnarar
Mynd: Álvur Haraldsen
Finnur Hansson, sølumaður hjá Poul Michelsen, kunngjørdi vinnaran av bæði Faxe Kondi og
Merrild-kaffi. Hesir vóru ávíkavist Jan Nielsen og Jan Willemoes
Mynd: Álvur Haraldsen
Heini Joensen, leiðari á Demich, avdúkar
beinleiðis á Rás2, at Astrid Gullfoss vann
gosbaðið
Mynd: Jens Kristian Vang
Birgir Waag Høgnesen frá marknaðardeildini
á Sosialinum hevur tikið lepan sum
sigur, at Karin Kirke Petersen vann
televarpsmóttakaran
Mynd: Jens Kristian Vang
Startpakki í Klaksvík
Heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu skrivar í morgun, at í
sambandi við at startpakkaskipanin byrjar 1. februar 2008
verður kunnandi fundur fyri vinnurekandi í Klaksvíkar
Kommunu í býráðshøllini mikudagin 9. januar kl. 13.00.
Miðlan letur nýggjum borgarum í Klaksvíkar Kommunu ein
startpakka. Í hesum pakka er millum annað neyðug upplýsing
um kommununa, umframt avsláttarmerkir við tilboðum frá
vinnurekandi, sum einans nýggir tilflytarar kunnu fáa ágóðan
av. Nýggj húsarhald kunnu brúka avsláttarmerkini hjá
vinnurekandi, ið eru partar av skipanini.
Eivør gull í Íslandi
Um jóltíðir handaði íslendska plátufelagið Sena Eivør
gullfløgu, tí fløgan Mannabarn hevur selt meiri enn 5000
eintøk í Íslandi. 21. desember boðaði íslendska
plátufelagið Sena frá, at teir fóru at handa Eivør
Pálsdóttir gullfløgu. Hetta tí, at fløgan hevur selt meiri
enn 5000 eintøk í Íslandi. Faktiskt eru einki minni 7300
eintøk av Mannabarn seld í Íslandi. Aðrir tónleikarar ið
hava vunnið gull í íslandi í ár eru: Mugison, Hjálmar, Pall
Óskar, Sprengjuhöllin, Guðrún og Friðrik, Laddi.