mikudagur 9. januar 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 6 - 9. januar 2008
Innan 10 ár áttu allar
hægri útbúgvingar
í Føroyum at verði
savnaðar úti við
Marknagilsvegin í
einum risastórum
universitetsdepli.
Bæði Setrið, Lær
araskúlin, Pedagog
skúlin, Sjúkrasystra
skúlin, partar av
Handilsskúlanum og
Vinnuháskúlin.
Hetta sigur Jóan Pauli
Joensen, rektari á
Fróðskaparsetrinum
ÚtbÚgving
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kristian Vang
Jóan Pauli Joensen, rektari
á Fróðskaparsetri Føroya,
sær stórar møguleikar fyri
sær, velja vit at leggja allar
hægri útbúgvingar saman í
ein stóran depil úti í Markna
gili. Bæði Setrið, Lærara
skúlan,
Pedagogskúlan,
Sjúkrasystraskúlan, partar
av
Handilsskúlanum
og
Vinnuháskúlan.
Nógv bendir á, at stóru
miðnámsútbúgvingarnar
fara at liggja í Marknagili
framyvir. Rektarin á Fróð
skaparsetrinum, Jóan Pauli
Joensen heldur, at vit eisini
áttu at savnað allar hægri
útbúgvingarnar
í
sama
umráði, nevniliga á stóra
grundøkinum, sum Fróð
skaparsetrið ræður yvir við
Marknagilsvegin.
Jóan
Pauli Joensen sigur við Sosi
alin, at til ber at byggja eitt
stórt campus við Marknagil,
sum slík universitetsøki
verða rópt á altjóða útbúgv
ingarmáli.
Rópti varskó
Afturvendandi kjakið um
Føroyar sum útbúgvingar
paradís spretti enn einaferð
í síðstu viku, tá ið vantandi
fólkavøksturin og undirskot
ið á kvinnum var á bredd
anum her í blaðnum. Í hes
um sambandi rópti eitt nú
Marita Rasmussen, stjóri í
Vinnuhúsinum, varskó og
staðfesti, at alneyðugt er
við einum rættiligum uni
versiteti, skulu vit standa
okkum í altjóða kappingini
um útbúnu arbeiðsmegina.
Jóan Pauli Joensen, rekt
ari, greiðir frá, at Vinnuhús
ið fyrr hevur víst á tørvin á
gransking í Føroyum. Og
hann fegnast um, at nýggi
stjórin
í
Vinnuhúsinum
beinleiðis leggur upp til, at
vit fáa eitt stórt universitet
beinanvegin.
Góður vilji
Rektarin var eisini millum
áhoyrararnar í tinginum
herfyri, tá ið uppskotið um
nýtt Fróðskaparsetur varð
lagt fram. Orðaskiftið snúði
seg um eina samanlegging
av núverandi Fróðskapar
setri, Læraraskúla og Sjúkra
røktarfrøðiskúla.
Tað, sum slóð meg var,
at øll tingfólk, sum tóku
orðið, vóru sera positiv mót
vegis hesum nýggja stovni,
sigur Jóan Pauli Joensen,
sum sjálvsagt harmast um,
at málið datt niðurfyri á
hesum sinni.
Men við teirri fatan,
sum politikararnir tykjast
hava, er einki at ivast í, at
málið skjótt kemur fyri
tingið aftur, sigur rektarin á
Fróðskaparsetrinum
við
Sosialin.
Ikki bara bygningar
Men eitt er at byggja eitt
stórt universitet. Sjálvandi
eiga vit eisini at gera okkum
greitt, hvørjar útbúgvingar
vit ynskja at bjóða.
Samanleggingin
vil
geva stórar møguleikar at
uppstiga lærugreinir á Lær
araskúlanum, eitt nú í teim
um pedagogisku og sálar
frøðiligu
lærugreinunum.
Kunnu vit fáa 1 árslæru
greinir á universitetsstigi,
so fáa vit fleiri kombinatións
møguleikar
á
bachelor
støði.
Jóan Pauli Joenen vísir á,
at undir orðaskiftinum í
tinginum spurdu tingfólk,
hví
Vinnuháskulin
ikki
eisini hoyrir saman við
nýggja universitetinum.
Sambært Mentamála
ráðnum er tað eisini ætlanin,
men tað kemur í næsta
umfari, sigur Jóan Pauli
Joensen.
Eftir er so Handilsskúlin,
sum partvíst er miðnáms
skúli og partvís hægri læri
stovnur.
Her átti at borið til at
uppstiga partar av Handils
skúlanum, so teir komu upp
á universitetsstøðið, og lagt
henda partin saman við setr
inum, sigur rektarin, sum
heldur møguleikarnir vera
fleiri.
Kann ikki vera minni
Rektarin heldur tað vera
alneyðugt, at vit brúka
resursir uppá eitt størri
universitet, tí sum er, kann
Fróðskaparsetrið
næstan
ikki vera minni.
Í flestu førum er bert
ein lærari í hvørjari læru
grein. Og er ein lærari burt
urstaddur, til dømis í sam
bandi við sjúku, má undir
vísingin leggjast niður, tí
ongin er at taka yvir, sigur
Jóan Pauli Joensen, sum
eisini vísir á, at skal eitt
slíkt universitet gerast veru
leiki innan 10 ár, er neyðugt
at fara undir hetta sum skjót
ast.
Risa-universitet innan 10 ár
Khader skal venda gongdini
Nýggi danski flokkurin Ny Alliance, har Naser Khader er
formaður, hevur verið fyri støðugari afturgongd, siðani flokkurin
varð stovnaður í fjør. Byrjanin hjá flokkinum var flúgvandi, men
tað minkaði bara burtur av undirtøkuni, og serfrøðingar hava
kallað valstríðið hjá flokkum vanlukkuliga. Nú ætlar flokkurin at
venda gongdini, og tað skal millum annað gerast við trimum
nýggju spindoktarum, sum skulu standa samskiftinum hjá
flokkinum við almenningin. Teir báðir fyrstu spindoktararnir hjá
flokkinum eru fara úr sínum størvum.
Jólasvimjing væl umtókt
Dagarnar millum jól og nýggjár vitjaðu eini 250 fólk í
svimjihøllini dagliga, og tað er, sambært heimasíðuni hjá
Klaksvíkar kommunu, væl meiri enn vanligt. Sum heild
var jólamánaðurin góður hjá svimjihøllini, tí tilsamans
5000 fólk vitjaðu har tá. Klaksvíkar kommuna upplýsir á
heimasíðuni, at tey í næstum fara at skipa fyri ymsum
tiltøkum í svimjihøllini. Millum annað verður Virkishúsið
partur av onkrum tiltaki, umframt at høllin eisini fer at
verða brúkt í samband við Torradagarnar síðst í februar.
Kappingin um tey lesandi
er hørð í hesum døgum.
Danska blaðið, Weekend
avisen, staðfesti í grein í
oktober 2007, at altjóða
útbúgving í dag er ein
milliardforrætning,
har
serliga EU londini, USA og
Kanada kappast um at
draga at sær lesandi ung
dóm úr øllum heiminum.
Á leið 2,5 milliónir fólk
í ferð við at taka eina
útbúgving í einum øðrum
landi enn teirra egna, og
metingar siga, at í 2025
verður talið 7,2 milliónir.
Orsøkin til at lond ynskja
útlendsk lesandi er bæði
fyri at fáa góðar heilar til
landið og at fasthalda bestu
heilarnir, sum landið hevur.
Síðani álopið 11. septem
ber er talið av altjóða les
andi fallið í USA, meðan
Kina av álvara er farið inn í
kappingina um tey lesandi.
Hetta hevur avleiðingar fyri
USA bæði búskaparliga
og intellektuelt, og tí er ein
stór lýsingarherferð sett í
verk fyri at fáa serliga kines
isk lesandi at koma til USA
at lesa.
Greinin í Weekendavisen
staðfestir, at í kappingini
um tey lesandi nyttar ikki at
brúka tjóðskaparligan trú
skap sum eitt amboð, tí
unga ættarliðið er globalt.
Øll verðin liggur opin fyri
teimum, og tey velja at fara,
har besta tilboðið er. Kapp
ingarparametrini mugu tí
vera faklig dygd, fjølbroytt
útboð og livandi sosialt
kampuslív.
dh
Hørð kapping um altjóða ættarliðið
Búskaparráðið gav í 2005
út eina temafrágreiðing um
tøkniliga menning og væl
ferð, har tey leggja stóran
dent á samfelagsliga týdn
ingin av útbúgving, eisini á
universitetsstøði. Sagt verð
ur, at útreiðslur til gransking
og menning eru at rokna
sum íløgur í vitan, sum
kann brúkast til at skapa
nýggja tøkni og effektivari
hættir at brúka verandi
kapitalapparat.
Tí er sannlíkt at øktar út
reiðslur til gransking og
menning viðføra størri bú
skaparvøkstur.
Frágreiðingin sigur, at
um politiska strategiin, sum
hevur til endamáls at økja
búskaparvøksturin,
skal
eydnast, so er neyðugt at
raðfesta útbúgving fremst.
Longri meðal skúlatíð økir
produktivitetin hjá arbeiðs
megini, og økir bæði lønina
hjá tí einstaka og hjá arbeiðs
fjøldini undir einum.
Staðfest verður eisini, at
vit í løtuni ikki hava lutfals
ligar fyrimunir í vitanar
tungum framleiðslum, hel
dur ikki innan fiskafram
leiðslu. Skulu vit flyta okk
um frá veiðumentan og til
feingisvinnum til vitanar
tungar vinnur, so er tí neyð
ugt við vitan og førleikum.
Samstundis væntar Bú
skaparráðið, at eitt størri
útboð av fólki við gransk
ingarførleikum helst fer at
økja áhugan hjá fyritøkum
– føroyskum og útlendskum
– at seta ígongd gransking
arvirksemi í Føroyum. Og
harvið fleiri klókum heilum
at velja Føroyar sum land
ið, har tey leggja sína orku,
vitan, kreativitet og skatta
pengar.
dh
Útbúgving skapar vøkstur
Meðan alt bendir á, at stóru miðnámsútbúgvingarnar
framyvir verða at finna í Marknagili, heldur Jóan Pauli
Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum, at allar hægri
útbúgvingar eisini áttu at búleikast í Marknagili