mikudagur 9. januar 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 6 - 9. januar 2008
Vánaligt sjúkrahúsverk
Danska sjúkrahúsverkið fær vánaligt skoðsmál í eini stórari
kanning, sum granskarar við London School of Hygiene and
Tropical Medice hava gjørt. Granskararnir hava samanlíknað
sjúkrahús í 19 londum, og í kanningini er Danmark nummar 15.
Sambært kanningini eru danir, sum fáa blóðtøpp ella sukursjúku
í størri vanda fyri at doyggja enn fólk í nógvum øðrum londum.
Danska Hjartafelagið heldur, at stóru trupulleikarnir í danska
heilsuverkinum eru langir bíðilistar og vantandi uppvenjing.
Filmur um Madeleine
Nú ætlar eitt amerikanskt filmsframleiðslufelag at
gera ein film um bretsku gentuna Madeleine
McCann, sum hvarv undir eini feriu saman við
foreldrunum í Portugal. Søgan um Madeleine hevur
verið nógv frammi í heimspressuni, og ein talsmaður
fyri McCann-familjuna sigur, at foreldrini nú
umhugsa, um ein filmur kann hjálpa teimum at finna
horvnu gentuna.
Ein samgonga
millum Tjóðveldi,
Sambandsflokkin
og Sjálvstýrisflokkin
hevði avgjørt verið
spennandi og ynskilig.
Hinvegin ætlar
Sjálvstýrisfllokkurin
ikki at steðga neyð
ugum útbyggingum
av infrakervinum
– heldur ikki tá tað
kemur til tunlar
VAL 08
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Sum seinasti flokkur legði
Sjálvstýrisflokkurin
sína
valskrá fram á tíðindafundi
í morgun. Og eins og aðrir
flokkar hevur Sjálvstýrið
valt sær nøkur ávís punkt at
leggja dent á í valstríðnum.
Sjálvstýrisflokkurin bjóð-
ar fram 17 valevni til løg-
tingsvalið, og í valfaldaran-
um umrøða tey hvør sítt
evni, sum liggur teimum
serliga á hjarta.
Undir sjálvari framløguni
tók formaðurin, Kári P. Høj-
gaard fram nøkur punkt,
sum hann stutt umrøddi.
Fyrsta punktið var skúlin.
Í kjalarvørrinum av PISA-
kanningini hevur fólkaskúl-
in fingið nógva og drúgva
umrøðu, og stendur tað til
Sjálvstýrisflokkin, skal alt
tað føroyska skúlaverkið
endurskipast.
Flokkurin ætlar at nøkta
tørvin
á
útbúgvingar-
plássum soleiðis, at ikki
skal verða neyðugt hjá før-
oyingum at søkja uttanlands
at útbúgva seg. Við øðrum
orðum skal eitt universitet
setast á stovn í Føroyum,
sum samstundis skal skunda
undir
eitt
granskingar-
umhvørvi her á landi.
Eitt annað, sum Kári P.
Højgaard
nevndi,
var
umhvørvið. Hann segði, at
heilt ítøkiligt fór flokkurin
at arbeiða fyri, at helming-
urin av øllum almennum
bygningum innan tvey val-
skeið skulu verða upphitaðir
við alternativari orku.
Hann vísti annars á, at
umhvørvisnevndin
hjá
Norðurlandaráðnum var í
Føroyum í fjør summar, og
hon vísti á, at Føroyar uttan
iva hava bestu umstøðurnar
at menna orku úr aldu.
- Vindur, vatn, vetni og
sólorka er nakað, Sjálvstýr-
isflokkurin fer at leggja
dent á, segði Kári P. Høj-
gaard.
Fiskivinnan
endurskoðast
Øll fiskivinnulóggávan skal
endurskoðast. Flokkurin er
serliga heitur fyri, at fult
gjøgnumskygni
fæst
í
eigaraviðurskiftini
hjá
flotanum, serliga tá hugsað
verður
um
útlendskan
kapital.
Men flokkurin ásannaði
samstundis, at eingi týðandi
stig kunnu takast, fyrr enn
verandi fiskiloyvir ganga út
í 2018. Fýlst varð tó á, at
snøgt sagt einki er hent á
fiskivinnuøkinum hesi sein-
astu fýra árini undir ABC-
samgonguni.
Og í hesum sambandi
heldur flokkurin, at ein sam-
gonga millum Sambands-
flokkin, Tjóðveldi og Sjálv-
stýrisflokkin hevði verið
ein arbeiðsfør samgonga, tí
tá kundi Sambandið verið
hálað í gongd og fingið
útrætta nakað munagott.
Serliga, um Sjálvstýris-
flokkurin
fær
trý-fýra
umboð á ting, fær flokkurin
eina lyklastøðu og kundi í
einari EDB-samgongu, sum
Kári á Rógvi tók til, verið
tungan á vágskálini, ið helt
báðum
uttarusíðunum
í
javnvág.
Hendan samgongan er
hin einasta ítøkiliga, sum
flokkurin vil nevna, tó at
hann sigur, at allir møgu-
leikar
sjálvandi
standa
opnir.
Okkurt
av
valevnum
floksins hava valt at fara
upp í politikk sum beinleiðis
avleiðing av samtykta Sand-
oyartunlinum. Men flokkur-
in hevur ongar ætlanir um
at royna at steðga hesum
tunli, og heldur ikki ætlar
flokkurin at forða fyri øðr-
um
tunnilsgerðum
ella
útbygging av samfelagnum
sum heild.
Løgmaður beinleiðis
Sjálvstýrisflokkurin
vil
hava pensjónsviðurskiftini
upp á pláss, men inntil vit
hava
fingið
líknandi
skipanir sum í okkara
grannalondum upp at koyra,
má tað almenna tryggja
munagóðar pensjónir.
Fleiri uppgávur skulu
leggjast út á kommunurnar,
og tí er neyðugt, at komm-
unalu eindirnar gerast størri
og sterkari. Og løgregla og
rættarskipan skal á før-
oyskar hendur saman við
útlendingamálum.
Men tað, sum kanska er
mest merkisvert, er boð-
skapurin í stevnuskrá floks-
ins um, at løgmaður skal
veljast beinleiðis av fólk-
inum.
Hetta er nakað heilt koll-
veltandi í politisku skip-
anini, tí verður løgmaður
valdur beinleiðis av fólkin-
um, kann tann støða standa
upp, at løgmaður als ikki er
partur av samgonguni.
- Hetta er nakað, sum
sjálvandi kann koma fyri.
Men løgmaður verður so
leiðari kortini, og fyrimunir-
nir eru, at løgmaður stendur
so ógvuliga nógv fríari,
verður hann valdur á tann
hátt, sigur Kári P. Høj-
gaard.
Skal hetta kunna fremjast
í verki, verður neyðugt at
broyta stýrisskipanarlógina,
men hinvegin hevur ynski
um, at løgmaður verður
valdur beinleiðis av fólkin-
um, staðið í stevnuskrá
Sjálvstýrisfloksins í mong
Harrans ár.
Viðvíkjandi eini avkláring
mótvegis dønum heldur
flokkurin, at vit ikki í dag
eru til reiðar at skipa fyri
einari fólkaatkvøðu hesum
viðvíkjandi. Nógv viður-
skifti skulu fáast upp á
pláss, áðrenn tað yvirhøvur
ber til at halda eina fólka-
atkvøðu, og flokkurin metir,
at tað fer at taka tvey val-
skeið at fáa hesi viðurskifti
upp á pláss.
At enda kann nevnast, at
eisini Sjálvstýrisflokkurin
hevur fingið gjørt ein val-
sang, sum er tikin upp í
Studio Oyravox í Nólsoy.
Sangin, Stig fyri stig, hevur
Terji Rasmussen, sum var
valevni floksins til seinasta
løgtingsval, gjørt.
EDB-samgonga ynskist
Sambært
Sjálvstýrisflokkinum er ein
EDB-samgonga besta boðið
um eina stjórn eftir valið
Mynd: Jens Kristian Vang
10