mikudagur 9. januar 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 6 - 9. januar 2008
Veljarafundurin í
Trongisvági í gjár
kvøldið varð ov
nógv eyðkendur av
semju. Semju um,
at útjaðarin skal
mennast. Semju
um, at vælferð og
tey bleytu virðini
skulu raðfestast
hægri. Semju um, at
umhvørvið skal verj
ast. Og semju um, at
útbúgving skal fáa
størri játtan. Ov lítið
varð gjørt við at gera
ítøkiligar raðfestingar
og at siga tað hart fyri
veljaranum
Veljarafundur
Stefan í Skorini
stefan@sosialurin.fo
ABC flokkarnir hava úr at
gera við at kína hvønnannan
við hárunum, nú hálvonnur
vika er til valið. Hóast floks
leiðararnir vísa á, at “allir
møguleikar eru opnir”, so
bendir okkurt á, at sam
gonguflokkarnir fegnir vilja
halda fram við hesum sam
starvinum.
Á veljarafundinum í gjár
kvøldið var tað serliga løg
maður, sum hálovaði undan
farnu
samgongu.
Hóast
Høgni Hoydal roynir at koy
ra grús í maskinaríið hjá
ABC, hevur hetta ikki eyd
nast higartil.
Eingin ivi er um, at ynki
samansetingin hjá løgmanni
í løtuni er eitt framhaldandi
samstarv
millum
ABC
flokkarnar.
Kringvarpið hevði annars
tikið kritikkin av tí fyrsta
fundinum til eftirtektar, og
hesuferð sluppu onnur val
evni ikki framat at seta dags
skránna.
Fundurin var nógv merkt
ur av, at politikararnir ofta
vóru samdir um tað endaliga
málið, men kappaðust um
at taka æruna fyri framstig
og at brigsla hvørjum øðr
um fyri vanrøkt á øðrum
økjum. Veljarin gjørdist tí
ikki so nógv klókari.
Blokkurin?
Kaj Leo Johannesen vildi
annars hava eitt kjak um
blokkin úr danska statskass
anum. Hann eftirlýsti einum
kjaki um blokkin. Jóannes
Eidesgaard hevur sagt, at
Javnaðarflokkurin ongantíð
hevur havt nakran trupullei
ka við donskum pengum,
men hann hevur tó eisini
róð framundir, at vit við tíð
ini eiga at loysa okkum frá
donskum pengum. Fólka
flokkurin hevur greitt meld
að út, at blokkurin við tíðini
skal burtur, og at ein breið
búskparlig semja skal slóða
fyri hesum.
Á hesum økinum er stór
ósemja millum samgongu
flokkarnar og serliga mill
um Fólkaflokkin og Sam
bandsflokkin.
Endurføðingin
hjá Sjálvstýrinum
heldur fram
Sjálvstýrisflokkurin hevur
veruliga brynjað seg við
fleiri spennandi valevnum
til hetta valið, og ábendingar
eru um, at flokkurin fær
tveir tinglimir valdar hesu
ferð. Á fundinum í gjár gjør
du serliga Kári á Rógvi og
Hans Blaasvær vart við
seg.
Hans
Blaasvær
hevur
gjørt vart við seg seinastu
mánaðirnar í sambandi við
mótmæli av raðfestingunum
hjá sitandi løgtingi. Hans
Blaasvær nýtti aftur høvi í
gjárkvøldið staðfesta seg
sum tunnilsmótmælismann.
Hevði eg havt eina milli
ard, so hevði eg ikki koyrt
hana í eitt hol, men heldur
brúkt peningin til eitt uni
versitet í Føroyum. Politikk
ur snýr seg um raðfestingar,
segði Hans Blaasvær.
Hetta er ein roynd at seta
vælferð og útbúgving upp
ímóti útbygging av sam
ferðslukervinum og serliga
tí kostnaðarmikla tunlinum
til Sandoynna, har vit skulu
raðfesta vælferðartænastur
og útbúgving framum tun
lar.
Á hinum vonginum stóð
Páll á Reynatúgvu. Hann
ávaraði ímóti einum ófrætta
kendum ráki, har borgarar
landsins verða gjørdir upp í
pengum.
Hvussu nógv kostar ein
gásadalskona? Ella hvussu
nógv kostar ein dalbingur,
spurdi sandoyartingmaðurin
retoriskt.
Hesir báðir politikarar
ímynda tað stríð, sum hevur
tikið seg upp í føroyska
samfelagnum seinastu tíð
ina. Annar vongurin vil
broyta raðfestingarnar á
fíggjarlógini, soleiðis at t.d.
tunlar verða settir meira
niðalaga á listanum. Hin
vongurin vil hava fleiri
útbyggingar á samferðslu
økinum og vilja ikki at seta
vælferðina upp ímóti teim
um sokallaðu hørðu virðun
um.
Hetta hevur eyðkent val
stríðið higartil og fer óivað
at gerast meira sjónligt
framyvir.
Semja eyðkendi veljarafundin
í Trongisvági
Nøgdirnar av CO2
í atmosferuni eru
tær størstu, sum
eru máldar seinastu
650.000 árini. Ein
ítøkilig avleiðing er
heitari sjógvur kring
Føroyar.
uMHVØrVI
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Jørðin er sum eitt vakstrar
hús, har atmosferan er glas
ið, sum veksur í tjúkd so
hvørt CO2 mongdirnar økj
ast. Størri og størri partur
av hitanum, sum sólarljósi
verður gjørt um til, tá tað
rakar jørðina, sleppur ikki
út aftur í rúmdina. Avleið
ingin er, at miðalhitin á jørð
ini veksur orsakað av CO2
og øðrum veðurlagsgassum,
sum av mannaávum verða
leidd út í atmosferuna.
Hesi seinastu árini er
sjógvurin í Norðuratlants
havinum vorðin alsamt heit
ari. Í Norðsjónum er miðal
hitin hækkaður við 1,05
hitastigum, árini frá 1977
til 2001. Sama gongd ger
seg galdandi við Føroyar. Í
1993 var miðalhitin við Før
oyar 7, 4 hitastig, meðan
hann í 2003 var hækkaður
til 8,8 hitastig.
Hetta, at sjógvurin gerst
heitari, broytir livilíkindini
hjá fiskinum og ávirkar
sostatt útbreiðslumynstrið.
Tey fiskasløg, sum trívast í
heitari sjógvi, kunna flyta
seg norðureftir, tí livilíkind
ini í hesum økinum nú eru
vorðin betur. Tað viðførir,
at norðara útbreiðslumarkið
verður flutt norðureftir. Hjá
teimum
fiskasløgunum,
sum liva í kaldari sjógvi,
versna livilíkindini. Hesi
kunna flýggja undan varm
anum, antin við at flyta seg
longur norður, ella fara á
djypri vatn, har sjógvurin
er kaldari, sigur Eyðfinn
Magnussen, lívfrøðingur.
Kanningar av fiski í Norð
sjónum vísa, at sjálvur
kjarnin í útbreiðsluøkinum
hjá nærum 2/3 av fiskasløg
unum í Norðsjónum hevur
flutt seg. Í flestu førum
hava fiskasløgini flutt seg
longur norður, men tað eru
eisini tey, sum hava flutt
seg suðureftir og onkur teir
ra standa djypri í dag enn
fyri 25 árum síðani.
Vit hava ikki nakrar
nágreiniligar kanningar í
Føroyum, men glýsufiski,
sum fyrr bara fanst á Føroya
Banka, er nú at finna á land
grunninum.
Kjaftsvartur
kongafiskur, sum áður ein
ans helt til sunnanfyri Før
oyar, er tey seinnu árini
komin
munandi
longur
norður, so hann eins og
glýsufiskurin kann sleppa í
kaldari sjógv.
Altjóða ábyrgd
Hóast føroyska útlátið ikki
telur nógv í altjóða saman
hangi, so mugu Føroyar
eins væl og onnur lond taka
síni tøk fyri at minka um
útlátið av veðurlagsgassum.
Føroyar eru millum tey
lond, sum útleiða mest av
CO2 í mun til fólkatalið.
Staðfestast kann, at Før
oyar vóru ov seinar á sjóvar
fallinum í mun til Kyototil
gongdina. Samstundis eru
heimsins lond farin undir at
gera nýggja, altjóða avtalu,
sum skal avloysa Kyoto
sáttmálan.
Heimsins veðurlag í kreppu
- Hvat kann løgtingið gera:
- Seta í verk ítøkilig tiltøk, sum virka fyri at minka um
føroyska CO2 útlátið – evt. fyri hvørja vinnugrein og
húsarhald
- Áseta CO2 kvotur
- Seta í verk fíggjarlig stýringsamboð – so sum serligt
gjald á CO2 útlát
- Áseta krøv til bjálving av bygningum
- Stuðla verkætlanum, sum hava til endamáls at menna
orkusparandi skipanir til m.a. fiskiskip og øðrum
orkukrevjandi vinnum
- Menna orkukeldur, sum eru grundaðar á varandi orku
- Vera við í tilgongdini nú avloysarin fyri Kyoto skal gerast
FAKTA
Sosialurin og Rás2 seta fokus á náttúru- og umhvørvismál.
Í Sosialinum síðstu dagarnar hava vit umrøtt ymisk
viðurskifti á økinum, og í kvøld klokkan 1930 verða
náttúru- og umhvørvismál evni á politiskum Trapputingi í
Miðlahúsinum. Trapputingið, ið verður skipað í samstarvi
við Lívfrøðingafelagið, verður sent beinleiðis á Rás2.
Kaj Leo Johannesen eftirlýsti greiðum útmeldingum frá hinum
flokkunum um blokkstuðulin
Áhoyrararnir sluppu veruliga til orðanna á valfundinum í
Trongisvági. Tíbetur hevði Kringvarpið syrgt fyri, at valevni
ikki sluppu at seta dagsskránna