mikudagur 9. januar 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 6 - 9. januar 2008
Niklái – ikki Maria!
Niklái Petersen, skipari úr Kollafirði, er uppstillaður fyri
Tjóðveldi til løgtingsvalið 2008. Ikki Maria
Kristiansdóttir, sum tað tað annars hevur staðið á onkrum
lista, millum annað prentaður her í blaðnum. Maria
Kristiansdóttir varð uppstillað til fólkatingsvalið í fjør,
men er ikki uppstillað til løgtingsvalið í ár.
Krill á Suðuroyarbanka
Krill, ella ljósæti, eru smá krabbadjór, sum minna nógv um
rækjur, men eru nakað minni. Sambært
Fiskirannsóknarstovuni eru serliga tvey ymisk sløg av
ljósæti í føroyskum sjógvi. Annað kallast Thysanoessa
longicaudata og er umleið 1 til 1½ cm til longdar, og hitt
slagið Meganyctiphanes norvegica er nakað størri og kann
blíva upp í 4 cm langt. Ljósæti svimur í sjónum og finst
bæði á djúpum sjógvi og uppi undir vatnskorpuni. Ljósæti er
týdningarmikil føði hjá fleiri fiskasløgum, eitt nú svartkjafti,
makreli og upsa, umframt hjá barduhvali og fugli.
Fiskiskapurin á før
oyska landgrunninum
er ikki burðardyggur.
Ringast stendur til
við toskastovninum,
sum minkar ár um ár
og er nú minni enn
nakrantíð. Myndug
leikarnir bróta bæði
lógina um vinnu
ligan fiskiskap og
altjóða definitiónir
um burðardygga
menning, heldur
leiðari á Fiskideildini
á Fiskirannsóknar
stovuni
UMHVØRVI
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Føroyar bróta hvønn tann
einasta dag lógina um vinnu
ligan fiskiskap, ið er grund
arsteinurin
undir
allari
fiskiveiðu í føroyskum øki.
Henda lóg ásetir í grein2,
at dentur skal leggjast á at
varðveita tilfeingið, og at
troyta og gagnnýta tilfeingið
burðardygt
á
skilabesta
hátt, lívfrøðiliga og búskap
arliga við virðing fyri sam
bandinum millum ymisku
dýra og plantustovnarnir í
havinum og mangi teirra
(tvs hvussu nógv er til av
teimum). Hetta til tess at
tryggja besta samfelagsliga
íkastið
frá
fiskivinnuni,
støðugar
arbeiðs
og
inntøkumøguleikar
og
møguleikar fyri vinnuligum
virksemi um alt landið.
Orðingin í lógini um
vinnuligan fiskiskap leggur
seg harvið tætt upp at
altjóða definitiónum um
burðardygga menning og
veiðu. Eitt nú definerar
Bruntlandrapportin,
at
burðardygg menning skal
lúka tørvin hjá verandi
ættarliðum, uttan at seta í
vanda tørvin hjá komandi
ættarliðum. Og tá metast
skal um burðardygga menn
ing, skulu bæði búskaparlig,
sosial
og
umhvørvislig
viðurskifti takast við.
Endamálið í lógini um
vinnuligan fiskiskap er í
tráð við altjóða definitiónir
av burðardyggari menning,
staðfestir Jákup Reinert,
fiskifrøðingur og leiðari á
Fiskideildini á Fiskirann
sóknarstovuni.
Men endamálið í lógini
og
praktiski
veruleikin
ganga syngja sum nevnt ikki
sama lag.
Toskur í kreppu
Serliga er tað hvat toska
stovninum viðvíkur, at tað
lekur
millum
teori
og
praksis.
Tað stendur púra greitt,
at toskaveiðan er langt frá
burðardygg,
og
harvið
fylgir man ikki lógini um
vinnuligan fiskiskap, sigur
Jákup Reinert.
Hansara
døpru
stað
festingar byggja á fleiri ára
royndir á økinum, umframt
stovnsmetingar. Harav tær
nýggjastu eru frá mai í ár.
Toskastovnurin á land
grunninum er minkaður
fleiri ár á rað, og er nú
minni enn nakrantíð áður.
Ringastu kreppuárini varð
stovnurin mettur til 21.000
tons, nú ljóðar metingin
19.000 tons., sigur Jákup
Reinert.
Eisini toskurin á Føroya
Banka, ið verður mettur
sum ein stovnur fyri seg, er
sera illa fyri.
Kanningar staðfesta, at
toskurin á Føroya Banka er
minst líka illa fyri sum
toskurin á landgrunninum,
sigur Jákup Reinert.
Grundreglan í allari fiski
frøði er, at ein fiskastovnur
má ongantíð fara niður um
eina ávísa stødd, tí so klárar
hann ikki at endurnýggja
seg. Og fyri at tryggja stovn
in má veiðutrýstið ikki vera
meira enn eitt vist. Annars
er veiðan ikki burðardygg.
Hvat toskastovninum við
víkur, bæði á landgrunninum
og Føroya Banka, er veiðan
í løtuni ikki burðardygg,
staðfestir leiðarin á Fiski
deildini á Fiskirannsóknars
tovuni.
Nógv onnur fiskasløg und
ir Føroyum, serliga á djúp
um vatni, eru eisini hótt. Eitt
nú kongafiskur, blálonga,
svartkalvi, umframt fleiri
onnur fiskasløg.
Her kunnu vit staðfesta,
at veiðitølini eru á søguliga
lágum støði. Og tí hevur
veiðan neyvan verið burðar
dygg í nógv ár, heldur Ják
up Reinert.
Fiskifrøðingurin og leið
arin á Fiskideildini á Fiski
rannsóknarstovuni vísir á,
at reelt er eingin regulering
av fiskiskapinum hjá djúp
vatnstrolarunum. Tað ein
asta, ið er gjørt, er at daga
talið er fastlæst, umframt at
ávísar leiðir eru stongdar
fyri trolfiskiskap.
Men venda vit aftur til
toskin, so verður umleið 60
prosent av toskinum veidd
við húki, og á Føroya Banka
verður at kalla allur toskur
veiddur við húki. Og ongar
leiðir stongdar fyri fiskiskap
við húki, undantikið gýting
arleiðirnr hjá toski, sum eru
friðaðar í gýtingartíðini,
sigur Jákup Reinert.
At kalla einastu glottarnir
í fiskiskapinum eru hýsan
og upsin, sum í løtuni eru
hampiliga væl fyri. Serliga
hýsustovnurin er væl fyri,
og tískil verður hýsan veidd
burðardygg. Men fiskifrøð
ingurin hómar ein vanda
fyri upsastovninum, tí veið
an økist støðugt meira. Men
av tí at stovnurin er væl fyri,
er eisini veiðan eftir upsa
framvegis burðardygg.
Fylgja ikki tilmælum
Greiða niðurstøðan hjá Ják
up Reinert er, at skipaflotin
er alt ov stórur, og dagatalið
á landgrunninum er alt ov
høgt. Hann hevur tó ringt at
seta neyvt tal á, hvussu
nógv flotin átti at verið
minkaður, tí flotin er saman
settur av nógvum og ymisk
um eindum.
Hvat dagatalinum viðvík
ir, staðfestir leiðarin á Fiski
deildini á Fiskirannsóknar
stovuni, at politikararnir
hava valt ikki at lurta eftir
serfrøðini, eftir fiskifrøðing
unum.
Veiðan eftir toski hevur
í nógv ár verið alt ov stór.
Sammett við okkara tilmæli
hevur talið av fiskidøgum í
meðal verið eini 30 prosent
ov høgt fleiri ár. Einstøk ár
hevur dagatalið verið eini
50 prosent ov høgt, men
yvir longri tíðarskeið er
dagatalið eini 30 prosent ov
høgt, sigur Jákup Reinert.
Í síni nýggjastu frágreið
ing mælir ICES til at toska
fiskiskapurin verður steðg
aður heilt. So langt fór
Fiskirannsóknarstovna
tó
ikki í sínum tilmæli.
Vit staðfestu, at hýsan
og upsin eru væl fyri, og tí
mæltu vit ikki til at steðga
toskafiskiskapinum
heilt.
Sjálvt um tilgongdin til
toskastovnin leingi hevur
verið undir miðal, so nakað
sett til. Tí er avbjóðingin at
tryggja, at tað, sum verður
sett til, verður vart. Tað vil
siga at tú verjir innaru
økini, har toskurin veskur
upp. Tá kann toskastovnurin
so við og við vaksa aftur,
sigur Jákup Reinert, men
staðfestir í sama viðfangi:
Tað ger man jú absolut
ikki. Í dag fiska vit tann
toskin, sum átti at fingið
frið til at vaksa, so vit hava
okkurt at veiða komandi
árini.
Fiskirannsóknarstovan
mælir í sínum áliti fyri 2007
til at dagatalið hjá skipa
bólkunum, sum fiska tosk
og hýsu, verður skert 40%.
Tá avtornaði bleiv skerjing
in 12%.
Afturat lívfrøðiligu argu
mentunum eru eisini tey
búskaparligu:
Búskaparliga er avleið
ingin kanska ikki so stór
her og nú, tí toskaprísurin
er sera høgur í løtuni. Men
hetta kann gerast ein trupul
leiki. Føroyar fáa trupult
við at greiða umheiminum
frá, hví vit ikki veiða okkara
fisk burðardygt. Avleiðingin
kann vera, at altjóða keyp
arar ikki vilja hava okkara
fisk, sigur Jákup Reinert,
leiðari á Fiskideildini á
Fiskirannsóknarstovuni.
Sosialurin og Rás2 seta
fokus á náttúru og
umhvørvismál. Í
Sosialinum síðstu
dagarnar hava vit umrøtt
ymisk viðurskifti á
økinum, og í kvøld
klokkan 1930 verða
náttúru og umhvørvis
mál evni á politiskum
Trapputingi í Miðla
húsinum. Trapputingið,
ið verður skipað í sam
starvi við Lívfrøðinga
felagið, verður sent
beinleiðis á Rás2
- Toskastovnurin á landgrunninum er nú minni enn nakrantíð, og tað stendur púra greitt, at
toskaveiðan er langt frá burðardygg. Harvið fylgir man ikki lógini um vinnuligan fiskiskap, sigur
Jákup Reinert, fiskifrøðingur og leiðari á Fiskideildini á Fiskirannsóknarstovuni
Føroyskur fiskiskapur ikki burðardyggur