Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. januar 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 6 - 9. januar 2008 At forkvinnan slepp­ ur profilera seg sjálva uppá nakkan av Demokratia skaðar teirra trúvirði, heldur Bjarti Mohr, valevni hjá fólkaflokkinum Sjálv heldur for­ kvinnan, Eyðgunn Samuelsen, seg hava hildið sera lágan profil, líka síðani Fólkatingsvalið varð útskrivað Val 08 Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Sum kunnugt varð Demo­ kratia stovnað við tí enda­ máli at fáa fleiri kvinnur inn á ting. Tí undrar tað Bjarta Mohr, valevni hjá Fólkaflokkinum, at for­ kvinnan í nevndini, Eyðg­ unn Samuelsen, valevni hjá Javnaðarflokkinum sleppur at profilera seg sjálva uppá nakkan av Demokratia, meðan onnur kvinnulig val­ evni ikki fáa sama møgu­ leika. Sjálv skilur Eyðgunn Samuelsen trupulleikan, men dugir ikki rættiliga at síggja, hvussu hon kundi borið seg øðrvísi at. Ivast í boðskapinum Nógva fokusið á forkvinn­ una og harvið á eitt valevni fær Bjarta Mohr at ivast í, hvør boðskapurin hjá Demo­ kratia er. ­ Sum lesari, hyggjari og í síðsta enda sum veljari kanst tú ivast í, um boð­ skapurin er: ”Vel Eyð­ gunn!” ella um hann er: ”Vel eina kvinnu”. Í øllum førum er tað vorið trupult at skyna ímillum, nær Eyðgunn Samuelsen tosar sum forkvinna í Demokratia, og nær hon tosar sum val­ evni fyri Javnaðarflokkin, sigur Bjarti Mohr. Sjálvur heldur hann, at for­ kvinnan í Demokratia átti at latið onkran annan lim umboða nevndina úteftir, til valið er av. Ein annar møgu­ leiki var, at Demokratia syrgdi fyri, at øll kvinnulig valevni vóru avmyndað á eini felagsmynd í Demo­ kratia høpi heldur hann. Eyðgunn Samuelsen vísir á, at nevndin í Demokratia er varug við trupulleikan, men hevur ikki hildið seg kunna handfarið hann øðrvísi. ­ Flestu nevndarlimirnir í Demokratia eru uppstillaðir fyri onkran flokk, so tað hevði ikki broytt um støð­ una at lati onkran annan traðka fram, sigur Eyðgunn Samuelsen. Hinvegin heldur hon tað vera eitt gott hugskot við eini felagsmynd av øllum kvinnuligu valevnunum, men minnir á, at slíkt altíð er ein spurningur um fígg­ ing. Lágan profil Eyðgunn Samuelsen vísir á, at Demokratia seinastu mánaðirnar hevur koyrt eina tvørpolitiska herferð, har heitt verður á fólk um at velja eina kvinnu, ikki nakra einstaka kvinnu. Hetta hevur allatíðina verð­ ur partur av arbeiðssetning­ inum hjá felagsskapinum, sum var, at leggja eitt álit fram um, hvussu vit kunnu økja um leiklutin hjá kvinn­ um í politikki. At álitið skuldi leggjast fram beint eftir, at valið varð útskrivað, var ikki nakað, Demokratia hevði nakra ávirkan á, staðfestir hon. ­ Tað hevði verið løgið, um ikki forkvinnan í felags­ skapinum gjørdi seg gald­ andi í sambandi við fram­ løguna, sigur Eyðugun Samuelsen og leggur aftur­ at, at hon sum forkvinna í Demokratia illa fær vart seg fyri spurningum frá fjøl­ miðlunum. Burtursæð frá framløguni av álitinum beint fyri jól, heldur Eyðgunn Samuel­ sen seg annars hava hildið sera lágan profil í Demo­ kratia høpi líka síðani Fólka­ tingsvalið varð útskrivað. Skattgjaldarin rindar Eyðgunn Samuelsen er ikki einasta valevni, sum samstundis situr í einum formanssessi. Heldur Bjarti Mohr harvið, at allir for­ menn í framstandandi feløg­ um, ið samtundis eru upp­ stillaðir, áttu at tikið seg aftur, meðan valstríðið stendur uppá? ­ Nei, tí við Demokratia er tað øðrvísi. Hetta er ein felagsskapur, sum hevur fingið sum arbeiðssetning at fáa so nógvar kvinnur sum gjørligt inn á ting, ikki bara eina einkulta. Haraftur­ at er Demokratia jú á fíggj­ arlógini. Tí kann tað skjótt kann koma at síggja út sum, at tað er skattgjaldarin, sum fíggjar valstríðið hjá einum enstøkum valevni, sigur Bjarti Mohr. Hann vil tó ikki vera við, at forkvinnan við vilja hev­ ur gjørt sær dælt av Demo­ kratia fyri at fremja sítt egna valstríð. ­ Nei, tað trúgvi eg ikki, men onkur hevur ikki hugs­ að seg nóg væl um í øllum hesum, og tað er stak óhepp­ ið, sigur hann. Eyðgunn Samuelsen skil­ ir tó ikki, hví Bjarti Mohr ger so nógv burturúr hesum, havandi í huga, at arbeiðs­ setningurin hjá Demokratia er av, og ivasamt er, um nevndin yvirhøvur skal halda fram. ­ Offisielt er okkara leik­ lutur liðugur, so tað verður ikki uppá nakkan av Demo­ kratia at nakar nevndarlimur kann profilera seg stórvegis restina av valstríðnum, sig­ ur Eyðgunn Samuelsen. Demokratia kroyst í valstríðnum Hóast onkur valevni halda tað øvuta, heldur Eyðgunn Samuelsen, valevni fyri Javnaðarflokkin, seg hava hildið sera lágan profil sum forkvinna í Demokratia Norrøna til Fredrikshavn Norrøna fer at sigla til Frederikshavn fyrstu seks vikurnar í hesum árinum. Tað veit Útvarpið at siga í dag. Havnarmeistarin í Fredrikshavn, Preben Reinholt, upplýsir fyri Nordjyske Stiftstidende, at Norröna kemur til Fredrikshavn fyri fyrstu ferð leygardagin klokkan eitt, og longu klokkan fýra leggur hon frá landi aftur. Esbjerg var eisini við í ætlanini hjá Smyril Line, sigur Útvarpið, men havnameistaranum í Fredrikshavn metir, at havnin í Fredrikshavn varð vald, tí vestanvindurin ikki ger so nógv um seg har. Norröna kemur úr Bergen og og fer frá Frederikshavn til Føroya leygardagin. Væntað prísfall í Danmark Í Danmark væntar ein triðingur av meklarunum, at bústaðarprís­ irnir fara at falla enn meira. Tað skrivar Børsen, sum vísir til eina kanning, Dansk Ejendomsmæglerforening hevur gjørt. Meklarar­ nir væntað, at prísirnir fyrsta ársfjórðing í ár vera nakað lægri enn fjórða ársfjórðing í fjør. Serliga eru tað ognaríbúðirnar, sum fara at falla enn meiri í prísi, meta tveir triðingar av spurdu meklarunum. Men Thomans Dorp, varastjóri í Dansk Ejendoms­ mæglerforening minnir á, at tað vóru júst ognaríbúðirnar, sum hækkaðu mest í virði, tá prísirnir ruku uppeftir. 10