hósdagur 31. mai 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 102 - 31. mai 2001
Nr. 102 - 31. mai 2001
3
gult2 cyan2 magenta2 svart2
gult3 cyan3 magenta3 svart3
Landsverkfrøðing-
urin er í trongum
skóm. Seinasta hálva
árið eru sjey verk-
frøðingar í bestu
árum farnir av
stovninum. – Tá ein
lítil helmingur av
manningini er
rýmdur av stovninum
innan so stutta tíð, so
er okkurt galið, sigur
Suni Joensen,
formaður í verk-
frøðingafelagnum,
sum fleiri ferðir
hevur gjørt vart við
trupulleikar á stovn-
inum. Um nakrar
dagar fer felagið at
umrøða støðuna í
almennum skrivi
LANDSVERKFRØÐINGURIN
Stefan í Skorini
Alment eru teir farnir í
farloyvi, men bert ein ella
tveir vera aftur at síggja á
stovninum. Teir sjey verk-
frøðingarnir, ið eru farnir
av Landsverkfrøðinginum
seinastu seks mánaðirnar,
og tað er ein lítil helvt av
verkfrøðingunum. LV er
sostatt at kalla í uppisetri
fyri verkfrøðingar.
– Tað eru viðurskifti á
stovninum, sum ikki eru
nøktandi fyri limirnar hjá
okkum, og felagið sær hetta
sum eitt álvarsmál, sigur
Suni Joensen, ið tó ikki
sjálvur arbeiðir hjá Lands-
verkfrøðinginum.
Tað vóru nakrar bygn-
aðarbroytingar framdar, tá
tann nýggi stjórin var sett-
ur, og Suni hevur varhugan
av, at hesar broytingar eru
orsøk til ta stóru burtur-
ferðina. Suni leggur afturat,
felagið hevur nakað í um-
búna næstu vikurnar.
– Skrivið verður ein stað-
festing av støðuni, sum hon
er nú. Tað er avgjørt ikki
gott, at tað størsta almenna
arbeiðsplássið missir so
nógvar verkfrøðingar, og
tað er álvarsamt, sigur
Suni.
Onga framtíð
Suni greiðir frá, at felagið
fleiri ferðir hevur vent sær
til avvarandi myndugleikar,
men tað hevur ongantíð
fingið nakað nøktandi svar,
og ongar av teimum til-
ráðingum,
sum
felagið
hevur mælt til eru fylgdar.
– Eftir øllum at døma eru
bygnaðarbroytingarnar
kroystar omanyvir høvdið á
fólki, og tað ger, at tey
rýma. Vit hava tí heitt á
myndugleikarnar um at
fylgja starvsfólkapolitikk-
inum hjá Løgmansskriv-
stovuni, tá bygnaðarbroy-
tingar verða gjørdar. Vit
hava heitt á teir røttu
stovnarnar men til fánýtis,
sigur Suni Joensen.
– Hetta tann stovnurin,
sum skal halda eygað við
byggivirkeminum hjá tí
almenna, og tá teir missa so
nógv fólk, og tað er tað
unga fólkið í rýmir, so er
ikki líkt til, stovnurin hevur
nakra framtíð, sigur Suni
Joensen.
Tær bygnaðarbroytingar-
nar, sum eru framdar, hava
broytt umstøðurnar hjá
fólki so nógv, at tey ikki
trívast at, og tí tey eru
rýmd, metir formaðurin.
Suni metir ikki, at hetta
hevur samband við upp-
søgnina av Henningi Jacob-
sen, tí tann søgan er farin.
Verkfrøðingafelagið fer
at viðgera støðuna á fundi í
næstu viku, síðani verður
skriv sent út.
Stórt mannfall á Landsverkfrøðinginum
Støðan á Landsverk-
frøðinginum er út av lagi
vánalig, tí fleiri verkfrøðingar
eru farnir í bestu árum
Mynd: Jens Kr. Vang
Oyvindur Brimnes,
stjóri á Landsverk-
frøðinginum, heldur
ikki at støðan er út av
lagi vánalig á stovn-
inum, og bygnaðar-
broytingarnar eru
gjørdar á ein demo-
kratiskan hátt. Hann
eftirlýsir tó nakað
ítøkiligt í sambandi
við ónøgdina hjá
Verkfrøðinga-
felagnum
LANDSVERKFRØÐINGURIN
Stefan í Skorini
– Eg haldi, at stovnurin er í
eini støðugari legu í løtuni,
er
viðmerkingin
hjá
Oyvindi Brimnes, stjóra á
Landsverkfrøðinginum til,
at sjey verkfrøðingar eru
farnir av stovninum.
Hann metir ikki, at allir
sjey kunnu bólkast í einum,
tí nakrir hava boðað frá, at
teir ætla sær aftur á stovnin,
tá farloyvi er at enda
komið. Oyvindur metir so-
statt ikki, at farloyvini eru
at meta sum uppsagnir.
Demokratiskar
broytingar
Tá Oyvindur varð settur
sum stjóri fór hann undir at
fremja nakrar bygnaðar-
broytingar, sum hóskaðu
betur til stovnin.
– Bygnaðarbroytingarnar
vórðu framdar á ein ógvu-
liga demokratiskan hátt,
vildi eg mett. Øll starvs-
fólkini fingu møguleikan at
siga sína hugsan um broyt-
ingarnar, og tær vóru í trá
við starvsfólkapolitikkin,
sigur Oyvindur Brimnes.
Hann viðurkennir tó, at
nakrir av verkfrøðingunum
eru farnir av stovninum
vegna ónøgd.
– Tá bygnaðarbroytingar
verða framdar, so verður
tað altíð so, at onkur er
ónøgdur. Onkrir verkfrøð-
ingarnir, sum ikki kundu
laga seg til tær nýggju um-
støðurnar, hava valt at fara
úr starvi.
Hóast
stórt
mannfall
metir Oyvindur, at stovn-
urin megnar at røkja sínar
uppgávur til fulnar.
Eftirlýsir nakað ítøkiligt
Suni Joensen, formaður í
Verkfrøðingarfelagnum,
førir fram, at okkurt er
galið á stovninum, tá so
nógvir av limunum rýma,
men hesum vísir Oyvindur
aftur.
–
Tað
veldst
um
orsøkirnar til fráfallið. Eg
eri sannførdur um, at ikki
allir av hesum verkfrøðing-
unum eru farnir vegna ó-
nøgd, og vit hava sett fýra
nýggjar hesa tíðina.
Hann
eftirlýsir
sam-
stundis nakrar ítøkiligar at-
finningar frá Verkfrøðinga-
felagnum, tí enn sigur hann
seg ikki hava fingið nakað
skrivligt frá teimum. Hann
leggur samstundis dent á, at
hann fegin vil hava gott
samband við felagið.
Formaður felagsins hevur
boðað frá, at tað fer at al-
mannakunngera eina yvir-
lýsing í næstu viku í sam-
bandi við støðuna á Lands-
verkfrøðinginum. Tá fer
Oyvindur óivað at svara
aftur.
Oyvindur
sigur
um
stovnin, at tey eru farin at
seta út í kortið, hvussu ar-
beiðið skal leggjast til
rættis í framtíðini. Hann
hevur góðar vónir fyri
framtíðina, og nógvar stór-
ar uppgávur standa fyri
framman.
Stjórin á Landsverkfrøðinginum:
Stovnurin stendur fast
Oyvindur Brimnes metir
ikki, at stovnurin er
óstøðugur, nú sjey
verkfrøðingar eru farnir í
farloyvi seinasta hálva árið
C
M
Y
K
3
2