Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-31, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 102 - 31. mai 2001 Nr. 102 - 31. mai 2001 5 gult4 cyan4 magenta4 svart4 gult5 cyan5 magenta5 svart5 Ferðamannabáturin Silja úr Vestmanna røkir í løtuni Mykinesrutuna fyri Súluna. Súlan fer tó nakað skjótt aftur í sigling STRANDFERÐSLA Edvard Joensen Strandfaraskipið Súlan verður nakað skjótt aftur at síggja á Mykinesrutuni. Hon hevur verið á sleipi- støð, og í meðan hevur Silja røkt siglingina. Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari á Strandfaraskipum Land- sins, sigur, at avtalað er við Palla Lamhauge í Vest- manna, sum eigur Silju, at hann fyribils skal røkja rutusiglingina út í Mykines. Men tað verður ikki við Silju alt summarið í hvussu er, sigur Poul Jákup Thomsen. Umleið 10. juni ella so fer Silja aftur at sigla undir Vestmannabjørgini burtur- av, meðan Súlan fer í sína gomlu rutu út í Mykines. Men møguleiki er fyri, at Silja kemur aftur á Myki- nesfjørð, tá ferðafólka- streymurin undir Vest- mannabjørgunum fer at linka aftur, væntar Poul Jákup Thomsen. Hann dylur ikki fyri, at tað dámar honum ikki so illa heldur, tí Silja gongur skjótari og gevur soleiðis betri tænastu á rutuni, enn Súlan. Tað verður kortini Palli Lamhauge, sum fer at røkja siglingina við Súluni í summar, væntar Poul Jákup Thomsen. Eingin endalig avtala er gjørd í skrivandi løtu, men nógv bendir á, at hon verður klár nakað skjótt. Tað er ikki soleiðis, at siglingin er útboðin alment enn, sigur fólkaflutnings- leiðarin á Strandfaraskip- um Landsins. Men hann sigur tó, at tað verður hon helst nakað skjótt. Arbeitt verður við málinum um út- bjóðing, og Mykinesrutan er ein ruta, sum Strand- faraskip Landsisin hava loyvi at bjóða út. Ein onnur ruta, sum helst eisini verður útboðin nakað skjótt, er Skálafjarðarrutan. – Tað eru tær báðar ruturnar, sum Strandfara- skip Landsins í løtuni hava loyvi at bjóða út, sigur Poul Jákup Thomsen. Um Mykinesrutuna sigur Poul Jákup Thomsen, at siglt verður bara í tíðar- skeiðnum frá 1. mai til 1. oktober. Um veturin røkir tyrlan alt samband við Mykines. Millum annað tí er tað eitt sindur trupult at fáa fólk til Súluna. Menninir skulu aðrastaðni at sigla um veturin, og eru tí ikki altíð líka glaðir fyri at koma vestur aftur. Og Strandfara- skip Landsins leggja dent á, a t tað er staðkent fólk, sum siglir á rutuni, tí farvatnið er ikki tað besta, sigur Poul Jákup Thomsen, fólka- flutningsleiðari hjá Strand- faraskipum Landsins. Strandferðslan hevur latið løgregluni eitt mál um óreglusemi á Bygdaleiðum til kanningar UNDANDRÁTTUR Edvard Joensen Løgreglan kannar í løtuni, um ákæra skal reisast móti einum bussførara hjá Bygdaleiðum. Sosialurin hevur fingið at vita, at ein bussførari hjá Bygdaleiðum er sagdur úr starvi, tí komið er eftir, at óreglusemi møguliga hevur verið við avrokningum hansara millum billett- maskinuna og stovnin. Av Strandfaraskipum Landsins ber ikki til at fáa annað at vita enn, at stovn- urin hevur verið varugur við, at okkurt órelguligt helst er farið fram, og at málið er latið løgregluni. Av Strandferðsluni verð- ur sagt, at stovnurin sein- astu árini hevur havt reglu- ligt innanhýsis eftirlit við teimum innkrevjarum, sum eru í starvi á stovninum. Milum annað er sjálv- støðugt starv sum ferða- seðlasamskipari skipað í hesum sambandi. Strandferðslan hevur fjørt mannagongdir, havt skeið og so framvegis fyri at kunna starvsfólkið um hesa skipanina, verður sagt í skrivligum svari, Sosial- urin hevur fingið frá Strandfaraskipum Landsins í samband við hetta ávísa málið um bussføraran. Strandfaraskip Landsins hevur als onga aðra við- merking til málið enn, at tað er latið løgregluni til kanningar. Tað eydnaðist ikki at fáa orð á leiðsluna á kriminal- deildini hjá løgregluni, áð- renn blaðið fór til prent- ingar. Silja røkir Mykines Bussførari uppsagdur Silja røkir fyribils siglingina út í Mykines, meðan Súlan er á sleipistøð Mynd: Jens Kristian Vang Løgreglan hevur fingið eitt mál um óreglusemi hjá Bygdaleiðum til kanningar Tilvildarlig savnsmynd Jústinus Leivsson Eidesgaard Á midnátt kunnu trol- bátarnir aftur fara inn um 12 fjórðinga markið at royna og hetta kunnu teir gera næstu tríggjar mán- aðarnar. Men óvist verður hvussu drúgv royndin verður hjá teimum 13 trolbátunum í summar. Teir liggja allir sum ein í sak við fútan frá fyrsta túrinum í fjør, tá hjáveiðan var so stór, at bátarnir næstan ikki fingu roynt. Eitt av hesum sakar- málum er roynt í lands- rættinum og landsrætturin gav Føroya Rætti viðhald. Hesin báturin varð sektaður og skiparin við. Tað verður also hjáveið- an av toski og hýsu sum fer at avgera hvussu royndin eftir dýra flatfiskinum fer at eydnast í summar á landleiðini. Hóast trolini er útgjørd við rist, so er nógvur toskur og nógv hýsa millum flatfiskin. Og seinni árini hava sýnt, at flatfiskurin er minkaður á ávísum van- ligum flatfiskaleiðum, meðan toskur og hýsa er vaksin á somu leiðum. Hjáveðureglan í kunn- gerðini um troling á land- leiðini sigur at 25 prosent av veiðuni kann vera toskur og 10 prosent hýsa. Á fundinum millum Kanada, Ísland, Føroyar, Norge og ES um gagn- nýting av fiskiríkidøminum í Norðuratlantshavinum á burðardyggan hátt, sum verður hildin í Svøríki, heita ES londini á londini í Norðuratlantahavi um at ansa eftir fiskastovnunum. Jørgen Niclasen, fiski- málaráðharri luttekur á hesum fundi. Tað er formaðurin fyri landbúnaðar og fiskivinnu- nevndini hjá ES, Frantz Fischler, sum kom við áheitanini. - Trupulleikin er, at øll eru samd um, at vit hava ov stóran veiðuflot, men ongin er sinnaður at loysa sín part av trupulleikanum, segði Fischler og vísti á hvussu neyðugt tað var at skera niður á arbeiðsplássunum í fiskiídnaðinum.. Ásannandi vandan fyri arbeiðsloysi í fiskiídn- aðinum, segði Fischler, at nýggj arbeiðsskapandi til- tøk máttu gerast í ES, eisini fyri at fáa fiskimenn at gevast á sjónum - Vit mugu eisini duga at samansjóa fiskivinnupoli- tikk við økismenning. Manga staðni er onki alternativ til fiskivinnu. Ein gong leið er at økja um alingina og at umskúla fiskimenn til annað arbeiði. ES nevndin setti í februar eitt hálvt ára heildarbann fyri allari toskaveiðu í einum triðingi av Norðsjó- num. Sambært keldum hjá ES eru bert 70.000 tons av toski eftir í Norðsjónum, samanborið við sjeytiárini, tá 250.000 tons av toski vóru í Norðsjónum. Trolbátarnir byrja á midnátt ES ávarar móti ovurfisking av toski Fiskimálaráðharranir í londunum kring Norðuratlantahav og í ES á fundi í Svøríki, sum endar í dag C M Y K 5 4