Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mai 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 102 - 31. mai 2001 Nr. 102 - 31. mai 2001 7 gult6 cyan6 magenta6 svart6 gult7 cyan7 magenta7 svart7 Leiðslan fyri Vest- manna skúla stað- festir í fundarfrá- greiðing frá fundi við Tórbjørn Jacobsen, at hann bað annan av varaskúlastjórunum sleppa sær á dyr, og at hann bað leiðsluna fara til Kollafjarðar at stilla seg á barrikad- urnar saman við Hans Paula Strøm. Vit prenta her fundarfrá- greiðingina hjá vest- menningum í fullari longd Vestmanna, t. 28. mai 2001 frá fundi í Mentamálastýr- inum 25. mai 2001 millum Mentamálastýrið og leiðsl- una við Vestmanna Skúla Kristi Himmalsferðardag 24. mai 2001 beint eftir døgurða ringdi Janus Jen- sen frá Fólkaskúladeildini til skúlaleiðaran Jóannes Fonsdal við boðum um, at mentamálaharrin var ørkymlaður av tíðindum, sum fjølmiðlar (Útvarp Føroya, Sosialurin og Dimmalætting) høvdu bor- ið frá Vestmanna Skúla. Og mentamálaráðharrin beyð leiðsluni við Vestmanna Skúla at koma til fundar í M e n t a m á l a s t ý r i n u m fríggjadagin 25. mai kl. 11.00. Á tíðindafundi mikudag- in 23. mai hevði Vestmanna Skúli lagt fram fyri fjøl- miðlum, hvørja støðu skúl- in verður í komandi skúla- ár, vegna vantandi játtan til fólkaskúlan og tí býtislykli, sum tímarnar til allar skúl- arnar verða býttir eftir. Á hesum tíðindafundi varð víst á, hvussu meint hetta rakar Vestmanna Skúla og aðrar líknandi skúlar. Kl. 10.50 fríggjamorgun- in møtti leiðsla skúlans á MMS. Leiðslan hevði tikið álitisfólkið við, sum sið- venja er. Kl. 11.10 varð fundurin settur, hóast landsstýris- maðurin ikki var møttur. Umboðandi MMS vóru Hensar Ellingsgaard, deild- arstjóri, Janus Jensen, undirvísingarleiðari og Poul Nolsøe, løgfrøðingur. Umboðandi Vestmanna Skúla vóru Jóannes Fons- dal, skúlastjóri, Augusta E. Petersen og Kirsten Simon- sen, varaskúlastjórar og Gyðja H. Didriksen, álitis- fólk. Hensar Ellingsgaard bjóðaði vælkomin. Umboð fyri MMS førdu fram, at Vestmanna Skúli hevði ikki borið seg rætt at í málinum við at tosa við fjølmiðlarn- ar, meðan arbeitt var við málinum í MMS. Vest- manna Skúli bar nakað av síni áskoðan fram og greiddi frá, hví tey ikki mettu at MMS arbeiddi við málinum. Poul Nolsøe førdi fram, at tey har í húsinum føldu seg stungnan í baki av Vestmanna Skúla og metti at skúlaleiðarin var illloyal- ur við at fara út til fjølmiðl- arnar, hóast at Poul Nolsøe ikki hevði hoyrt tíðinda- sendingina í Útvarpinum. Hann metti, at skúlaleiðarin ongan rætt hevði at úttala seg. At Lærarafelagið kundi gera tað, tað kundi hann acceptera, men eftir hvat skiltist á Poul Nolsøe hava skúlaleiðarar ongan rætt at úttala seg, tí tað verður sæð sum illloyalitet- ur og provokatión móti mentamálastýrinum. Tosað varð aftur og fram um við- urskiftini, men fólk vóru ógvuliga misjøvn á máli um viðurskiftini. Eitt av hesum málunum var, at Poul Nolsøe metti, at vit í Vestmanna Skúla vóru á skeivari leið, tí at vit høvdu ført fram, at vit t. d. kundu taka burtur av tímum í kristni, í føroyskum, í donskum og rokning, so at vit fáa tímajáttanina til Vestmanna Skúla at ganga upp. Hann segði, at vit áttu at prioritera lærugreinarnar. Hetta gav okkum høvi at biðja Poul Nolsøe koma við einum prioriteringslista, hvussu vit kundu prioritera tær ymisku lærugreinarnar í føroyska fólkaskúlanum. Tað skiltist tó, at hetta var Poul Nolsøe ikki sinnaður til. Tó gekk alt siðiliga fyri seg. Báðir partar komu til orðanna og fingu lýst støð- una, sæð frá hvør sínum sjónarhorni. Kl. 12.00 kom Torbjørn Jacobsen, mentamálaráð- harri, inn í fundarhølið, heilsaði og settist. Hann spurdi, um tað vóru so nógv fólk í leiðsluni í Vest- manna Skúla. Hann fekk at vita, hvørji fólkini vóru. Og hann spurdi, um tað ikki var leiðslan í Vestmanna Skúla, sum var boðsend. Jú, so var. Og tá tað var týðu- ligt, at hann ikki ynskti, at álitisfólki var við á fundin- um, fór hon av fundinum. Løgfrøðingurin gav mentamálaráðharranum síðani ein samandrátt av tí, ið farið var fram á fundin- um – Arbeitt og sprongt verður uttan fyri húsini, har Mentamálastýrið heldur til, so fundurin bleiv avbrotin eina løtu. Fundurin var tik- in uppaftur inni á skrivstov- uni hjá mentamálaráðharr- anum. – Torbjørn Jacobsen spurdi, hvussu vit kundu koma við hesum í einum valári, tí at hetta bert kundi fatast sum politisk provo- katión. Augusta Egholm Petersen vísti á, at okkara arbeiði og partapolitikkur hevði onki við hvørt annað at gera. Skúlastjórin fyri Vestmanna Skúla legði fram hvørjar lógir og regl- ur, hann hevði at halda seg til. Og vísti til ein part av gongdini í málinum, soleið- is sum støðan hevur verið seinastu árini, og sum hon er í dag og útlitini fyri, at tímatalvan kann ganga upp við tí tímajáttan, Vest- manna Skúli hevur fingið. Janus Jensen greiddi fyri mentamálaráðharranum, soleiðis sum tímabýtið til Vestmanna Skúla hevur verið seinastu árini og hevði sett hetta upp í eina talvu. Poul Nolsøe helt, at um so er, at leiðslan í Vest- manna Skúla ikki kundi finna útav, hvussu vit kundu prioritera eins og hann hugsaði, so kundu vit í Vestmanna Skúla rokna við at verða sett undir adm- inistratión. Mentamálaráðharrin tók síðani orðið og førdi ógvu- liga harðliga fram, at leiðsl- an fyri Vestmanna Skúla átti at skilja, at tað var av størri týdningi, at børnini lærdu føroyskt ístaðin fyri, at skúlin setti dreingirnar at binda grýtulappar. Eyðsæð var, at hann tosaði av egn- um royndum. Kirsten Simonsen, sum er annar av varaskúlastjór- unum, tók síðani orðið fyri at vísa á viðurskifti viðvíkj- andi tíma- og lærugreina- býtinum, sum skúlarnir hava at halda seg til, men fekk ikki orðað seg lidnað, tí tá stóð mentamálaráð- harrin uppi á gólvinum og bað hana sleppa sær á dyr, tí hon ikki kundi málbera seg nóg væl á føroyskum! - Sigast skal, at Kirsten Sim- onsen, ið er føroyskur tæn- astumaður í føroyska fólka- skúlanum, er av donskum uppruna, og hevur starvast í føroyska fólkaskúlanum síðan 1985. Hesin atburðurin hjá Tor- bjørn Jacobsen, menta- málaráðharra, var leiðsluni í Vestmanna Skúla ovboðin, og fóru tey tí tá av fundi. Mentamálaráðharrin fylgdi leiðsluni á dyr og uttar, meðan hann rópti aft- aná teimum, at leiðslan fyri Vestmanna Skúla var farin í politiskt valstríð fyri navn- givnan tingmann í bygdini. Síðan endurtók hann, at tað var óhóskandi at koma fram við slíkum, sum skúlaleiðslan førdi fram í fjølmiðlunum í einum val- ári, og at hetta bert kundi fatast sum politisk provokatión. At enda bað hann skúlaleiðsluna fara oman á barrikadurnar í Kollafirði og føra valstríðið víðari við áðurnevnda tingmanni. Vegna leiðslu Vestmanna Skúla Jóannes Fonsdal, skúlastjóri Augusta E. Petersen, varaskúlastjóri Kirsten Simonsen, varaskúlastjóri Tórbjørn tveitti leiðsluna út Felagsskúlin á Gilja- nesi heitir í skrivi til Mentamálastýrið um, at ársmetini verða galdandi sum próv- tøkumet í framhalds- deidini í ár. Skúlin hættar sær vegna vantandi undirvísing ikki at trýsta næm- ingarnar til próvtøku FÓLKASKÚLIN John Johannessen Stendur tað til skúlaleiðsl- una á Giljanesi, verður eingin munnlig próvtøka í skúlanum í ár. »Av tí, at skúlalógin áleggur okkum lærarum at taka støðu í tí einstaka næminginum, kenna vit okkum ikki væl at trýsta næmingarnar upp til próv- tøku í ár«. Soleiðis skriva skúla- stjórin og lærararáðsfor- maðurin fyri skúlan á Gilja- nesi í brævi dagfest 25. mai til fólkaskúladeildina í Mentamálastýrinum. Ov lítil undirvísing Leiðslan fyri skúlan vísir millum annað á, at 9. floks næmingarnir ikki hava havt vanliga undirvísing í viku- vís, orsakað av, at verkætl- an, páskafrí starvsvenjing, skrivlig próvtøka og at enda verkfallið fullu saman. »Allir næmingar makta ikki setningin (pensum) uttan undirvísing í skúl- anum, tískil vilja vit ikki seta teir í eina pínliga støðu til próvtøkuna, og næming- arnir lata sær ikki slíkt lynda.« Grundað á millum annað hetta mælir leiðslan til, at ársmet verða galdandi sum próvtøkumet í framhalds- deildini í ár, og at allur juni mánaður í staðin verður brúktur til undirvísing, so ársætlanirnar kunnu halda. Provokera ikki Emmy S. Joensen, skúla- stjóri, sigur við Sosialin, at ætlanin við brævinum ikki er at provokera, men at vísa á, at tað stendur illa til í skúlanum orsakað av verk- fallinum, og at myndug- leikarnir mugu fyrihalda seg til hetta. Brævið frá skúlanum á Giljanesi varð skrivað með- an ósemjan á arbeiðsmark- naðinum enn var óloyst. Men hóast tað nú aftur verður vaskað í skúlunum og næmingarnir tískil eru slopnir í skúla aftur, er tað sambært Emmy S. Joensen framvegis ein sannroynd, at næmingarnir í 9. flokki hava fingið ov lítla undir- vísing til at fara til munn- liga próvtøku. Einki svar er enn komið frá Mentamálastýrinum til leiðsluna fyri skúlan á Giljanesi. Tí hevur leiðslan broytt tímatalvuna, so næmingarnir í 9. flokki fáa intensivari skúlagongd enn vanligt. Hetta fyri at bøta eitt sindur um støðuna, um tað verður so, at næming- arnir verða noyddir at fara til munnliga próvtøku um fáar dagar. Vilja sleppa undan próvtøku í Vágum Leiðslan fyri skúlan á Giljanesi hættar sær ikki at noyða næmingarnar í 9. flokki til próvtøku í ár, tí teir hava fingið ov lítið av undirvísing. Tískil hevur leiðslan heitt á Mentamála- stýrið, um at ársmetini skulu galda sum próvtøkumet. Mentamálastýrið hevur enn ikki svarað C M Y K 7 6