mikudagur 9. januar 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 6 - 9. januar 2008
13
Fyri at eingin misskiljing
skal vera, so lat meg sláa
rimmarfast, at hóast fleiri
av okkara politisku mót
støðuflokkum leggja
okkum og serliga meg
persónliga undir at forða
einum nýggjum studenta
skúla í Havn, so er støðan
beint tann mótsatta.
Eg eri púra samdur við
rektaranum í Hoydølum í
hansara niðurstøðum í
blaðnum í gjár. Hetta eru
júst sjónarmiðini, sum eg
m. a. havi ført fram, so at
leggja tað út til, at eg eri
ímóti einum nýggjum
studentaskúla í Havn, er
burturvið.
Vit hava í sitandi
samgongu bygt skúlar, so
tað stendur eftir bæði í
Suðuroy, í Klaksvík og nú í
Vestmanna. Vit eru samdir
um, at byggja nýggja
Tekniska og Handilsskúla í
Marknagili, meðan eitt nú
Tjóðveldi í bestu uppgangs
tíð nakrantíð, har teir enntá
umsótu skúlamál, ongan
skúla bygdu.
So latið tykkum ikki tøla
av hesum. Javnaðar
flokkurin vil avgjørt taka
stig til nýggjan studenta
skúla í Havn, sjálvt um vit
ditta okkum at seta spurn
ing við, um júst hatta
konseptið í Marknagili er
tað rætta.
Javnaðarflokkurin vil sjálvandi byggja nýggjan studentaskúla
løgtingsmaður
Kristian
Magnussen
Tað verður ongin
Studentaskúli í
Hoydølum í fram
tíðini – punktum!
So harðliga tekur
Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Havn,
til orðanna. Tað
undrar hann stórliga,
at ongin spyr kommu
nuna, hvar skúlin skal
liggja, tí kommunan
hevur evsta valdið
ÚtbÚgving
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kristian Vang
Tað er ótrúliga løgið, at
fólk bara taka tað fyri givið,
at ein komandi studentaskúli
kann liggja í Hoydølum,
sigur Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Havn, sum
vísir á, at evsti myndugleiki
í býnum er kommunan, og
at ongin er yvir býar
planinum hjá kommununi.
Stórir partar av Hoyd
ølum er friðað øki, og
byggivirksemi í Hoydølum
hevði
kravt
umfatandi
undantøk, bæði í mun til
býarplanin og byggisam
tyktina.
Undantøk,
sum
býráðið
undir
ongum
umstøðum hevði góðkent,
sigur
borgarstjórin
við
Sosialin.
Óðamannaverk
Sambært Heðin Mortensen
hevði tað verið óðamanna
verk, at út og umbygt Stu
dentaskúlan í Hoydølum.
Skúlin varð í síni tíð
bygdur
til
einar
200
næmingar. Nú ganga har
fleiri enn 600. So har er eitt
øgiligt virksemi hvønn ein
asta yrkadag, sigur Heðin
Mortensen. Hann ímyndar
sær, at skuldi skúlin hildið
fram í Hoydølum, hevði
tørvur verið á einari um
fatandi um og útbygging.
Og ongin hevur spurt,
um tey í heila tikið høvdu
fingið loyvi til eina slíka
útbygging. Tí tað høvdu tey
ikki fingið, sigur Heðin
Mortensen.
Útbúgvingar í
Marknagil
Borgarstjórin vísir á, at í
býarplaninum fyri Havnina
er ásett, at Marknagil er
útbúgvingarsentur burturav.
Har eru so ótrúliga
nógvir fyrimunir við at
hava útbúgvingarnar savn
aðar á einum stað, nevniliga
í Marknagili. Har koma
næmingar úr øllum landi
num, sum kunnu brúka
Ringvegin á veg í og úr
skúla. Hetta er eisini orsø
kin til, at vit hava latið
Fróðskaparsetrinum
eitt
stórt øki har úti, umframt
økið til miðnámsskúlar,
sigur Heðin Mortensen. Og
hann leggur afturat, at
Hoydalar er ein perla í
býnum, sum ikki tolir stóra
trýstið frá ferðsluni og
nógva byggivirksemið, sum
um og útbyggingar høvdu
havt við sær.
Tað hevði verið tað
reina kaos at bygt uppi í
Hoydølum. Og hvar skuldu
næmingarnir verið, meðan
byggivirksemi fór fram,
spyr borgarstjórin. Hann
roknar við, at ein nýggjur
miðnámsskúladepil
kann
vera klárur um tvey ár ella
so. Og at Studentaskúlin
antin kann vera ein intigrer
aður
partur
av
hinum
skúlunum, ella ein stakur
grannabygningur.
Soleiðis kunnu vit
arbeiða við tveimum verk
ætlanum, sum verða lidnar
í senn, sigur hann.
Semja í flokkinum
Men borgarstjórin er sjálvur
umboð fyri Javnaðarflokkin,
sum verður lagdur undir at
liggja í buktini, so ongin
loysn er komin á málinum
um framtíðar Studentaskúla.
Hví hevur Heðin Mortensen
ikki gjørt meira vart við seg
undir orðaskiftinum?
Eg havi gjørt vart við
tað á hvørjum fundi í
flokkinum: At tað er upp til
kommununa at gera av, hvar
ein framtíðar studentaskúli
skal liggja, sigur borgar
stjórin. Hann sigur seg
eisini undrast, tá meldað
verður út, at tað nú er vorðin
ein sannroynd, at tað er
Javnaðarflokkurin,
sum
tvíheldur um, at skúlin skal
liggja í Hoydølum.
Eg veit onki um, at
Javnaðarflokkurin
hevur
tikið støðu til, at Studenta
skúlin
skal
liggja
í
Hoydølum. Tað eg veit, er
semja í flokkinum um, at
skúlin skal út í Marknagil.
Hví fólk áleggja Kristiani
Magnussen slíkt vald, veit
eg ikki at siga, sigur hann.
Friðarliga perlan
Borgarstjórin
sigur
seg
eisini fleiri ferðir hava gjørt
var við tað á fundum við
myndugleikar,
Landsverk
og leiðsluna í skúlanum.
Men tað er eins og at
ongin trýr uppá, at tað er
kommunan,
sum
eigur
síðsta orðið í hesum sam
bandi, tí ongin er yvir
býarplaninum, sigur hann
og greiðir frá:
Millum annað, tá ið
Landsverk helt seg kunnu
trumla ein veg tvørtur
gjøgnum Hoydalar, tí tað
almenna eigur tað. Men har
søgdu vit stopp. Tí tað var
als ikki í trá við býarplanin.
So nú skal Landsverk taka
alt burtur aftur, og fer tað at
kosta
skattaborgaranum
fleiri
milliónir,
sigur
borgarstjórin.
Spurdur, um restin av
býráðssamgonguni er samd
við honum í, at Studenta
skúlin skal liggja í Markna
gili, váttar borgarstjórin, at
so er, og at hann kann ikki
ímynda sær, at kommunan
hevði givið loyvi til eina so
stóra
verkætlan
í
Hoydølum.
Hoydalar er ein perla,
og skal brúkast til okkurt
nógv friðarligari virksemi,
sum veruliga hóskar til
økið, sigur borgarstjórin
við Sosialin.
- Stórir partar av Hoydølum er friðað øki, og byggivirksemi í Hoydølum hevði kravt umfatandi undantøk, bæði í mun til býarplanin og byggisamtyktina.
Undantøk, sum býráðið undir ongum umstøðum hevði góðkent, sigur borgarstjórin við Sosialin
10
Ongin studentaskúli
í Hoydølum - punktum!